Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-03, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. oktober 2006síða 30

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 190 - 3. oktober 2006 útlond SAMBAND árni joensen fartekst@mail.dk tlf 341800 Seinastu átta árini hava skottilburðir á amerikonskum skúlum kostað 32 mannalív Fyri aðru ferð í minni enn eina viku er amerikanska skúlaverkið rakt av einum skottilburði. Í gjár hendi tað í einum skúla í Pennsylvania. – Tað var ein ræðulig sjón, sum møtti løgreglu­monn­un­ um, tá teir komu inn í skúlan, segði løgregluovastin í Penn­ sylvania, Jeffrey B. Mill­er, við fjølmiðlarnar, tá hann í gjárkvøldið greiddi frá tí, sum var hent. Í skúlastovuni funnu løg­reglumenninir tríggjar gentur og ein kvinnuligan lærara. Tær vóru bakbundnar og skotnar í høvdið. Ein av gentunum var á lívi, men doyði seinni. Seks aðrar gentur vóru særdar. – Ein av gentunum doyði í ørmum okkara. Hetta er ræðuligt. Tað sær út til, at hann setti børnini fram við einum veggi og skjeyt tey, segði løgregluovastin. Hann greiddi frá, at løgreglan herjaði á skúlan, tá tey fyrstu skotini hoyrdust. Tá løgreglumenninir komu inn í skúlastovuna, hevði dráps­ maðurin beint fyri sær. Skrivaði bræv Undan álopinum hevði tann 32 ára gamli drápsmaðurin gjørt av at taka lívið av sær. Tað hevði hann skrivað í einum brævi, sum hann hevði givið einum av sínum egnu børnum gjáramorgunin. Tey gingu í einum øðrum skúla. Løtu seinni fór hann inn í hin skúlan við tveimum byrsum. Løgreglan sigur, at Char­les Carl Roberts ætlaði sær at taka nakrar gíslar í skúlanum, men tá tað eydnaðist einum av lærarunum at flýggja, broytti hann ætlanina. Hann skildi dreingirnar og tey vaksnu frá og læt tey sleppa út. Løgreglan kringsetti skúl­an. Roynt varð at fáa samband við mannin ígjøgnum fartelefon, men hann svaraði ikki. Løtu seinni hoyrdust nøkur skot, og løgreglan herjaði á. Tá lógu tvær gentur, ein lærari og drápsmaðurin sjálvur deyð á gólvinum. Ein genta afturat doyði løtu seinni. Hevnd Eingin veit við vissu, hví Charles Carl Roberts gjørdi tað, sum hann gjørdi í gjár. Tann átrúnaðarliga sekt­in Amish eigur skúlan í Penn­ sylvania, og børnini, sum gingu har, vóru úr sektini. Men sambært løgregluni hevði drápsmaðurin einki við sektina at gera. Hann koyrdi ein tangabil hjá einum mjólkarvirki og hevur í fleiri ár savnað mjólk frá bóndagørðum nærhendis skúlanum. - Vit halda, at talan var um hevnd fyri eitt ella ann­ að, sum er hent fyrr, sigur Jeffrey B. Miller. Hvat dráps­ maðurin skuldi hevna, bleiv einki sagt um. Skildi genturnar frá og skjeyt tær AMISH Amish-sektin er serliga kend fyri at nokta sínum limum at nýta nútímans hjálpartól. Tey hava tí ongar bilar, onga telefon, einki sjónvarp ella útvarp og heldur ikki elektrisk húsarhaldstól. Tey gera ikki hertænastu og taka ikki ímóti almannaveitingum ella aðrari almennari hjálp. Hildið verður at Amish-sektin í USA telur eini 200.000 fólk, og tey flestu búgva har eysturi í landinum. Tey hava egið mál, sum er ein gomul týsk dialekt. Apríl 1999: Tveir næmingar skjóta 12 aðrar næmingar og ein lærara í Columbine High School í Arkansas. Síðani skjóta teir seg sjálvar. Januar 2002: Trý fólk verða skotin í einum skúla í Virginia. Drápsmaðurin er ein ungur drongur, sum er vorðin burturvístur úr skúlanum. Mars 2005: Fýra næmingar, ein lærari og ein trygdar­ vørður verða skotnir í einum skúla í Minnesota. Drápsmaðurin, sum er 16 ára gamal, beinir síðari fyri sær sjálvum. September 2006: Ein ung genta verður skotin í einum skúla í Colorado. Drápsmaðurin tekur lívið av sær. September 2006: Skúlastjórin á einum skúla í Wis­ consin verður skotin. Drápsmaðurin er 15 ára gamal. Oktober 2006: Tríggjar gentur og ein lærari verða skotin í einum skúla í Pennsylvania. Drápsmaðurin tekur síðani lívið av sær. FAKTA Charles Carl Roberts Amish-sektin eigur skúlan í Pennsylvania. Sektin livir sítt egna lív og fylgir ikki við tíðini. Tí síggjast rossavognar í gøtunum