mikudagur 4. oktober 2006síða 6
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 191 - 4. oktober 2006
tíðindi
Heldur ikki á
fíggjarætlanini
fyri 2007, síggjast
nakrar ábendingar
um ein virknan
útoyggjapolitikk
politikkur
Áki Bertholdsen
- Enn sæst onki serligt til, at
ætlanin er at fara undir ein
virknan útoyggjapolitikk.
Tað
staðfestir
Olga
Biskupstø, nú samgongan
hevur lagt fíggjarlógina fyri
næsta ár fyri Løgtingið.
Men hon staðfestir sam
stundis, at útoyggjapoli
tikkurin røkkur ikki út um
samferðsluna.
- Tá ið politikarar tosa
um útoyggjapolitikk, verður
áhugin beinavegin vendir
ímóti samfeðrsluni og tað
sær út til at vera strilti at fáa
politikarar at sleppa sleppa
gamlari vanahugsan.
Samstundis ásannar hon
eisini, at sjálvandi hevur
samferðslan sera stóran
týdning.
Í hesum sambandi verður
arbeitt við at gera nýtt skip
til Nólsoyar og Kalsoyar og
tað er avgjørt góð tiltøk.
Samstundis er ætlanin
at brúka tríggjar milliónir
til vegir, havnir og tílík
endamál í útoyggj.
- Men tað, sum útoyggj
arnar hava mest brúk fyri,
er at tað almenna gera
ein grunn við tí endamáli
at fíggja vinnuligar verk
ætlanir á útoyggj.
Politikarar mugu ásanna,
at tað er ómetaliga torført
at fíggja vinnuligar verk
ætlanir í útoyggj, tí bankar
nir vilja ikki fíggja nakað,
teir ikki fáa nóg góða trygd
afturfyri. Og í útjaðaranum
er trygdin sjáldan ella
ongantíð nóg góð.
- Tí er tað neyðugt at gera
ein grunn, sum burturav
skal fíggja verkætlanir í
útoyggj.
Samskiparin hjá Útoyggja
felagnum sigur, at tað skal
ikki so nógv til.
- Einaferð hevði verið
nevnt at gera ein grunn
við 24 milliónum í. Ein
slíkur vinnuframagrunnur
til útoyggjar hevði gjørt
undurverk, men ein minni
upphædd hevði eisini rokk
ið langt, tí tað skal onki til.
Royna at sleppa
undan tunnunum
Eitt, sum fólkið í útoyggj
hevur stríðst við í mong
ár, er trupulleikin at fáa
olju til varma í húsunum.
Sum er, verður at flutt til
útoyggjarnar í tunnum og
so mugu tey sjálvi baksast
við at fáa oljuna í tangan.
Næsta ár ætlar Landsstýr
ið at seta 500.000 krónur av
fyri at sleppa undan hesum
trupulleika.
Tað, sum liggur í kortunum
er, at nú skal Vaktar- og
Bjargingartænastan flyta
oljuna út í útoyggjarnar í
tangum og at pumpa oljuna
upp í tangar, sum verða settir
undir liðina á tangunum hjá
SEV á útoyggj og so skal
SEV átaka sær trygdina.
So er ætlanin, at ein lítil
traktorur við tangalast skal
koyra oljuna til húsini, so
hvørt brúk er fyri tí, ella
leiðing verður løgd í hvørt
hús.
Men har er ein stórur
knútur eftir at loysa og tað
er, hvør skal fíggja og eiga
oljuna, sum verður pumpað
í tangarnar.
- Oljufeløgini vilja ikki
eiga oljuna, tí tað er ov dýrt
og tað sama sigur SEV.
Tað, sum tað helst verður
til, eru, at kommunurnar
sjálvar skulu keypa oljuna
og síðani selja hana aftur til
húsarhaldini í smáum.
- Men Kommunurnar hava
sagt nei, tí tær hava ikki ráð
til at keypa olju fyri hálvar
og heilar milliónir, sum tær
síðani selja aftur í smáum,
tí tað er øll fíggjarlógin hjá
teimum.
- Tí er tað enn ein spurn
ingur, hvat hetta endar við,
ásannar samskiparin hjá
Útoyggjafelagnum.
Tí bíða tey á útoyggj spent
eftir orðaskiftinum í Løg
tinginum hesar dagfarnar
um fíggjarlógina fyri næsta
ár.
Og Útoyggjafólk vil nú
hava greið boð frá politik
arunum, um ætlanin er at
varðveita búseting í útoyggj
ella ikki
- Er politiskur vilji ikki
til staðar fyri at hava fólk
búsett á útoyggj, heitir
Útoyggjafelagið inniliga
á Føroya Løgting um at
skipa so fyri, at neyðug
stig verða tikin til at avtaka
útoyggjarnar á ein virðiligan
hátt fyri tey, sum eru búsett
á útoyggj; tí tað er ein
óverdug støða og til lítlan
sóma fyri umdømi Føroya
at niðurpína útjaðaran og
síðani vóna, at fólk flyta
av sær sjálvum, segði
Útoyggjafelagið kortsíðani
í skrivi til Løgtingið.
Sleptu útoyggjum upp á fjall einaferð afturat
Sambært lands
stýrinum verða
tey bleytu virðini
raðfest ovarlaga í
uppskotinum til
fíggjarlóg, sum verður
lagt fyri tingið í dag
Politikkur
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Barnafrádráttin í hondina.
Tímalønt sleppa heim til
børnini, tá tey eru sjúk.
Einligir forsyrgjarar og
aðrar veikar familjur kunnu
søkja um peningaligt ískoyti.
Brennioljustudningur,
bjálvingarstuðul og kopp
seting
til
pensionistar.
Hetta eru nøkur av økjun
um, sum borgarin kemur
at merkja, verður fíggjar
lógaruppskotið samtykt.
Trivnaður
uppraðfestast
Mikumorgunin beyð lands
stýrið fjølmiðlunum til tíð
indafund í Tinganesi, har
greitt varð frá um hvørji
øki landsstýrið ætlar at
raðfesta serliga frammar
laga komandi ár, og hvussu
hetta sæst aftur í fíggjar
lógaruppskotinum.
Á
tíðindafundinum
luttóku Jóannes Eides
gaard, løgmaður, og lands
stýrismennirnir Hans Pauli
Strøm, Jacob Vestergaard,
Bjarni Djurholm og Bárður
Nielsen.
Sambært landsstýrinum
verða familjan, útbúgvingar
økið, eldraøkið og sam
ferðsluøkið raðfest ovar
laga í uppskotinum til
fíggjarlóg fyri 2007. Hesin
politiski leistur er úrslit
av arbeiðsvikuskiftið hjá
landsstýrismonnunum
í
Syðradali á Kalsoynni,
har niðurstøðan var, at tað
í framtíðini fer at verða
sett alt størri krøv til at
trivnaður, familjulív og
arbeiðið ganga út í eitt og
upp í eina hægri eind hjá
fólki.
Meira til útbúgving
Jóannes Eidesgaard legði
fyri við at greiða frá um
útbúgvingarøkið, har hann
segði seg vera ósamdan
við Magnusi Tausen, for
mann í Føroya Lærara
felag, at vánaliga úrslitið
av
Pisakanningini
ikki
sæst aftur í fíggjarlógarupp
skotinum.
- Vit hava sett einar 9
milliónir av til skúlaverkið,
har vit eitt nú styrkja um
leiðslurnar, fáa frálæru í
enskum fyrr og regulera árs
verkið hjá lærarum, umframt
at ein millión verður sett av
eyka til eftirútbúgving av
lærarum, segði løgmaður,
sum tosaði fyri Jógvan á
Lakjuni, sum er í Rom.
Sum vit hava hoyrt áður,
so metir landsstýrið ikki,
at vánaliga Pisa-úrslitið
bert er ein spurningur um
vantandi játtan, men heldur
ein spurningur um hugburð
hjá leiðslum, lærarum,
foreldrum og næmingum.
- Men vit hava upprað
fest útbúgving sum heild,
eitt nú við 4 milliónum til
sernámsøkið, einari milli
ón til serligan tørv og
einari millión til skúlabóka
grunnin, sum skal nýtast
til ein undirvísingarportal.
Harumframt hava vit játt
að 1,5 milliónir eyka til
Musikkskúlan, segði løg
maður.
Hann vísti eisini á, at
játtanin til miðnámsút
búgvingar verður hækkað
við 9 milliónum, harav ein
partur fer til økt næmingatal
og fleiri lærlingapláss.
- Samanumtikið fegnast
vit um, at tað ber til at
raðfesta útbúgvingarøkið
hægri, segði Jóannes Eides
gaard.
Spurdur, um mentanar
økið annars verður upprað
fest, segði hann, at tað
kundi verið hugaligt um so
var, men at tað er eitt øki,
sum alla tíðina hevur tørv á
hægri játtan.
- Men vit hava kortini
gjørt av at hækka játtanina
til mentunargrunnin við
einari
hálvari
millión,
umframt at skotið verður
upp, at Tjóðpallurin fær
800 túsund krónur meira,
segði Jóannes Eidesgaard.
Børn, sjúk og eldri
Karmurin hjá Hans Paula
Strøm,
landsstýrismanni
í Almanna- og heilsumál
um verður øktur við 67,2
milliónum í uppskotinum,
samanborið við fíggjar
lógina 2006. Hann tók orðið
aftaná løgmann, og hann
hevði eitt yvirlit yvir tey
øki, sum verða uppraðfest í
fíggjarlógaruppskotinum.
- Vit hava gjørt av at taka
familjuøkið breitt, og at
hyggja eftir umstøðunum
hjá einstøku familjunum at
virka, við serligum atliti til
veikar familjur, segði Hans
Pauli Strøm.
Greitt varð frá um eitt
nýtt tiltak, sum verður
nevnt á fyrsta sinni í fíggjar
lógaruppskotinum, ið snýr
seg um, at fáa eitt barna
ískoyti á 3,8 milliónir til
forsyrgjarar við truplum
korum.
- Í stuttum snýr tað seg
um, at eitt lógaruppskot,
sum heimilar at útgjalda ein
serliga barnastuðul/barna
ískoyti til forsyrgjarar, ið
hava eina húsarhaldsinntøku
undir eitt vist mark, greiddi
landsstýrismaðurin frá. Og
hann segði, at ætlanin er,
at hetta skal verða eftir
umsókn, tí vit hava ikki teir
neyðugu upplýsingarnar til
fyrisitingarliga at staðfesta
húsarhaldsinntøku, tá eisini
ógift samlivandi eru eitt
húsarhald.
Annað, sum hann nevndi,
vóru uppraðfestingar av
stuðulsskipanini fyri familj
ur við brekaðum børnum á
2,2 milliónir, fyribyrgjandi
heilsutænastur fyri børn
og ung á 800 túsund, betri
umstøður fyri Barnaheimið
og aðrar stovnar fyri børn
og ung fyri 1,6 milliónir.
Harumframt kann verða
nevnt, at ætlanir eru um,
at
tímalønt
skulu
fáa
endurgjald fyri barnsins 1.
og møguliga 2. sjúkradag.
Heilsuverk og heilsuátøk
fáa eina uppraðfesting á 9,1
milliónir, pensjónistar og
eldraøkið fáa 13,6 milliónir
eyka, og her kann vera
nevnt, at Samhaldsfastið
hækkar útgjaldið við 800
kr. upp í 2000 kr./mðr.,
umframt at ætlanir eru um
nýggja lóggáva um orku-
og bjálvingarstuðulslán til
pensjónistar.
Viðvíkjandi
rúmligum
arbeiðsmarknaði, rehabili
tering og aktivering fær
økið 2,2 milliónir eyka.
Revsirætturin avtakast
Landsstýrismaðurin í inn
lendismálum, Jakob Vester
gaard kundi lova, at teir
fara at leggja uppskotið um
felags foreldramyndugleika
fyri tingið fyrsta dagin. Í
tí lógaruppskotinum verð
ur eitt nú rætturin at sláa
børn avtikin, og Føroyar
verða javnsettar við hini
Norðanlondini á tí økin
um. Bárður Nielsen, lands
stýrismaður í fíggjarmálum
greiddi síðani frá, at ætl
anin er at umleggja barna
frádráttin, so fólk fáa hann
fluttan á kontuna tvær ella
tríggjar ferðir um ári.
-
Endamálið
við
at
útgjalda barnafrádráttin er,
at fólk í størri mun kunnu
eyðmerkja peningin og
aktivt lata peningin koma
børnunum til góðar, segði
Bárður Nielsen.
Mikumorgunin beyð
landsstýrið fjølmiðlunum
til tíðindafund um
fíggjarlógaruppskotið
Mynd: Jens Kristian Vang
Bleytu virðini raðfestast hægri