mikudagur 4. oktober 2006síða 7
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 191 - 4. oktober 2006
7
tíðindi
Pól Skarðenni hevur flutt seg
langt sum listarmaður og nú
hevur hann listaframsýning
í Oynni í Suðuroy
Hendan mánaðin hevur Pól
Skarðenni Listaframsýning
í listaskálanum, Oynni á
Tvøroyri.
Framsýningin er opin
hvønn dag frá klokkan 14-18
hvønn dag, men mánadager
stongt.
Men tað ber eisini til at
koma eftir avtalu, liggur ikki
fyri at koma í vanligari tíð.
Pól Skarðenni er mest
kendur fyri at mála natúrligar
náttúrumyndir.
Men seinastu tíðina hevur
hann flutt seg nógv og nú
málar hann abstrakt og tað
kunnu suðuroyingar nú
síggja fruktirnar av.
Hann sigur, at hann leggur
seg ikki á ein ávísan stíl.
Men tað er sum um at máln
ingarnir mála seg sjálvar.
– Eg byrji at mála, men
so yvirtekur málningurin
ræðið og hjá mær er so bara
at fylgja við og mála hann
lidnan, sigur hann.
Spildurnýggjur Pól
Skarðenni í Suðuroy
Pól Skarðenni hevur flutt yvir í tann abstrakta heimin og tað sjón fyri søgn hjá suðuroyingum í
hesum døgum. Her er hann í listaskálanum, Oynni, á Tvøroyri við málninginum, »Á Ferð«
– Umstríddi skúla
depilin í Suðuroy
hongur nú aftur í
leysari luft. Hóast
talan er um arbeiði
fyri 60 milliónir krón
ur, gongur ógvuliga
illa at fáa nakran at
byggja depilin og
sostatt er enn óvist,
hvørja lagnu hann fær
Skúladepil í
Suðuroy
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Arbeiðið at byggja nýggjan
skúladepil í Hovi hevur
fingið eitt skot fyri bógvin.
Grundstykkið, sum skúlin
skal standa á, er slættað og
gjørt byggibúgvið í summar,
og nú í heyst varð ætlanin
at arbeiðið at byggja skúla
depilin, skuldi bjóðast út.
Men tað verður tað ikki!
Áðrenn arbeiðið skuldi
bjóðast út, varð fyrst bjóðað
inn til prekvalifisering, har
byggifeløg, sum høvdu
áhuga í at byggja skúlan,
kundu bjóða seg fram. Síðani
skuldi Landsverk meta um
feløgini og gera av, hvør
skuldi sleppa at bjóða.
Men tað varð als ikki neyð
ugt, tí tað er bara eitt ein
asta byggifelag, sum hevur
bjóðað seg fram.
Av tí sama verður skúlin
heldur ikki bjóðaður út.
Einsamalla felagið, sum
hevur víst áhugað fyri at
byggja skúlan, er MT-Høj
gaard.
Ongantíð verið
so galið
Tað er Landsverk, sum stend
ur fyri arbeiðnum og Kristian
Rasmussen hjá Landsverki,
sigur, at nú verða samráðingar
við MT-Højgaard um at
byggja skúlan.
– Her er onki at gera enn
at fara í samráðingar við MT
Højgaard um byggingina, so
vil tíðin vísa, hvat tað førir til,
sigur Kristian Rasmussen.
Hann sigur, at tað kem
ur ikki heilt óvæntað á
landsverk, at tað ikki var
stórur áhugi fyri at byggja
skúladepilin, tí øll byggifeløg
hava fullar ordrabøkur, eisini
byggifeløg í Suðuroy.
– Men tað kemur heilt
óvart á okkum, at áhugin er
so lítil, at bara er eitt einasta
felag, sum er sinnað at fara
í holt við arbeiðið.
– So galið hevur tað ong
antíð verið áður, leggur hann
afturat.
Hann sigur, at í øðrum verk
ætlanum, sum Landsverk
stendur fyri, hevur hann lagt
til merkis, at ymisk arbeiðið
verða nógv dýrari at gera
enn upprunaliga mett.
Tað er ein ábending av tí
sama, sum ger seg galdandi
í Suðuroy, heldur hann.
– Tað er so nógv at gera, at
tað fáast ikki hondverkarar
til alt, sum skal byggjast.
60 milliónir er
hægsta mark
Kristian Rasmussen sigur, at
MT Højgaard hevur boðað
frá, at fæst ein nøktandi
avtala við Landsverk, er tað
framvegis áhuga í, at fara í
holt við byggingina.
Men kann tað ikki eisini
ikki trýsta prísin á skúla
deplinum uppeftir, at tað er
so stórt trot á handverkarum,
at tað bara er eitt felag, sum
bjóðar seg fram at byggja
skúladepilin?
– Fáa vit eina avtalu, skuldi
tað ikki merkt so nógv fyri
prísin og byggitíðina. Men
tað er so einfalt sum tað, at
Løgtingið hevur játtað okk
um 60 milliónir at byggja
fyri, so dýrari enn tað, kann
skúladepilin ikki vera.
Kristian
Rasmussen
sigur, at ber ikki til at fáa
eina avtalu innanfyri tær
60 milliónirnar, eru tríggir
kostir í at velja: Antin verður
ætlanin slept, ella verður hon
útsett. Ella verður skarvað av
projektinum so at tað kann
haldast innanfyri fíggjarliga
karmin upp á 60 milliónir.
Og triði møguleikin er, at
politikararnir játta meiri
pening, so at skúladepilin
kann byggjast sum ætlað.
– Tað verður í øllum før
um ein spurningur, sum Løg
tingið má taka støðu til.
Hann væntar kortini, at
tað fer at bera til at fáa eina
avtalu við MT-Højgaard, so
at skúladepilin kann byggj
ast sum ætlað, tí 60 milliónir
áttu at verið nóg mikið,
heldur hann.
Trot á handverkarum
Men tað er greitt, at hetta
reisir enn einaferð spurningin
á hondverkaratrotið í Føroy
um. Spurningar, sum uttan
iva fara at verða tiknir upp
í hesum sambandi, er um
byggiætlanir av ymsum slagi
skulu útsetast til byggivinnan
og búskaparurin eru kólnað
aftur.
Men aðrir spurningar,
sum helst fara at verða reist
ir, er, um skipanir skulu
gerast, so at tað ber til at fáa
útlendskar handverkarar til
Føroya at byggja tað, sum
skal byggjast, men sum før
oyingar ikki megna sjálvir.
Ein onnur loysn er at gera
skipanir, so at føroysku
hondverkararnir, sum eru
uttanlands, verða eggjaðir
til at koma heimaftur –og
teir eru nógvir í tali.
Tilsamans hevur Løg
tingið játtað 60 milliónir
til skúladepilin. Ì ár eru
18 milliónir settar av til
byggingina, men tær verða
ikki brúktar upp. Í 2007 er
ætlanin at seta 35 milliónir
av til byggingina og í
2008 skulu tær seinastu 18
milliónirnar játtast.
Men sum støðan er nú,
ber støðan eisini í sær, at
skúlin verður eitt sindur
seinkaður.
Upprunaliga skuldi hann
vera liðugur á nýggjárinum
1998, ella um eitt gott ár.
Men eftir eini nýggjari tíðar
ætlan, sum er løgd, stendur,
at skúlin eftir ætlan verður
liðugur eitt hálvt ár seinni,
ella á sumri 2009.
Ringt at fáa nakran at byggja
skúladepilin í Suðuroynni
Soleiðis er ætlanin, at nýggi skúladepilin í Hovi skal síggja út, men nú hongur alt eitt sindur í leysari luft. Bara eitt einasta
byggifelag hevur víst áhuga fyri at byggja depilin og tí verður arbeiðið ikki so frægt sum bjóðað út. Ein nýggj tíðarætlan er eisini
gjørd sum vísir, at hann verður liðugur eitt hálvt ár seinni enn ætlað