mikudagur 4. oktober 2006síða 9
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 191 - 4. oktober 2006
9
tíðindi
Egnarar í Skopun
hava úr at gera í
hesum døgum, nú
bæði streymur og
veður eru góð.
- Tað hevði verið
gott, um teir fingu
eitt sindur meiri
uppá stampin, sigur
eini egnarin, Regin
Drangberg úr Skopun
Útróður
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Skopun: – Ja, koyr endiliga
útvarpið fyri. So verður so
deiligur friður. Vit klára
okkum uttan útvarp eina
løtu, sigur formaðurin í
skúrinum.
Vit eru komnir á gátt
í egningarskúrinum hjá
útróðrarbátinum “Anna J”,
og ynskja at fáa eitt lítið
prát við menninar sum eru
til arbeiðis her í morgun.
Líka so vanligt sum stamp
ar og agn er í slíkum skúrum,
er útvarpið ein fastur partur
av útgerðini her.
Hurðin stendur opin. Í dag
er eingin orsøk at hava hana
aftur, tí sólin skínur oman og
niðan og himinin heiður.
Júst hetta lata menninir
í skúrinum seg ikki ávirka
av. Teir hava eitt arbeiði
sum skal gerast bæði gott
og væl.
– Teir eru úti í dag og fara
helst eisini út aftur í morgin,
sigur Regin.
Uppgangandi
Tað er friðarligt her við havna
lagið í Skopun. Klokkan er
farin av 10 og Teistin hevur
júst lagt til bryggju.
Ein trukkur koyrir aftur og
fram á havnini, men annars
er lítið at síggja til annað
uttandura virksemi.
Onkrir útróðrarbátar liggja
við bryggju, men týðiligt er
at mong plássini eru tóm í
morgun. Og hví skuldu tey
ikki tað?!
Tað er týsdagur, 3. oktober
og sambært streymtalvuni
er lítil streymur í hesum
døgum. Hann var minstur
um vikuskiftið, men er nú
uppgangandi aftur.
Men í gjáramorgunin var
kortini ikki neyðugt at tosa
um nakran streym. Aftrat
hesum vóru veðurlíkindini
so avbera góð, og tí var ikki at
halda seg aftur hjá bátunum
í Skopun at leggja frá landi
og fara til útróðrar.
Veður og vindur
Útróðrarmenninir í bygdini
munnu hava millum bestu
umstøður til slíkt virksemi
á landi. Niðri á bryggjuni
eru gjørdir sera snotuligur
skúrar ætlaðir teimum. Her
valdar friður í morgun.
Við skúrarnar longur uppi
móti bygdini tykist eisini
vera friður. Einasti tekin
um at tað kortini ikki er so,
eru teir mongu stamparnir
sum standa uttanfyri tveir av
skúrunum. Her man onkur
vera at hitta til eitt prát.
Jú, mín sann. Ein hurð
stendur opin og her standa
tríggir mans og takast við
línuna, meðan ein fjórði
maður er komin innar at
fáa sær eitt prát um veður,
vind og útróður, og tað
sum nú einaferð er dagsins
samrøðuevni í bygdini.
– Nå, fremmandafólk í
Skopun. Sosialurin! Hvat
vilt tú góðin?!, siga teir við
nýkomna gestin.
Grái bilur okkara uttan
fyri er greitt tekin um, at
umboðini fyri blaðið eis
ini hava áhuga í tí, sum
útróðrarmenn og egnarar í
Skopun takast við.
Góð líkindi
Ein
av
monnunum
í
skúrinum hjá Onnu J er
áðurnevndi Regin Drangberg
úr Skopun.
Hann og hinir báðir standa
og gera línurnar klárar - teir
koyra húkarnar á stokk, sum
onkrir útróðrarmenn nevna
tað. Nú er at arbeiða, tí bæði
veður og streymur eru til
vildar.
– Ja, teir vóru úti bæði
mánadagin og eru úti aftur í
dag. Teir eru úti so ofta sum
veðrið er til vildar, sigur
Regin, alt meðan hann tekst
við at rætta húkarnar av og
koyra teir á stokkin sum er
spentur fastur í stampin.
– Líkindini eru góð í dag.
Eg haldi teir eru vestanfyri
og royna. Eru líkindini betri
at royna eystanfyri, so fara
teir hagar.
– Men í dag eru teir so
farnir vesturum!
2000 pund
Er veðrið teimum til vildar,
so er spurningurin altíð um
fongurin eisini er teimum til
vildar.
Tað plaga menn í øllum
førum at vera á einum máli
um: Ein kundi altíð ynskt sær
fleiri pund uppá stampin.
– Teir hava ligið úr 100
og niður í 50 pund uppá
stampin.
– 50 pund - tja, tað er alt
ov lítið. Men tað gongur
kanska ann við 100 pundum,
sigur Regin.
Hann egnir allatíðina,
meðan vit práta. Hinir lurta
við áhuga.
– Tú, hvat høvdu teir í
gjár? Veit nakar?!, spyr hann
út í skúrin.
Formaðurin er skjótur at
svara: – Góð 2000 pund!
100 pund
- tað gongur
ann
Yngri
egnarar
Regin Drangberg hevur
verið sjómaður stóran
part av lívi sínum.
Hann sigldi í síni tíð
við trolarum hjá Kjøl
bro í Klaksvík, eins og
hann hevur verið við
onkrum línubáti, m.a. í
Eystursjónum.
Gjáramorgunin var
Regin sjálvur triði í skúr
inum. Onkutíð er bert ein
einstakur maður í skúr
inum, men mangan er
hann fullsettur av yngri
og tilkomnum egnarum.
– Um vikuskiftini er
serliga nógv ung og egna
her, sigur Regin.
Tað ræður um at hava
stamparnar klárar, tá
líkindi og streymur eru
útróðrarmonnunum til vildar
Mynd: Birgir Waag Høgnesen
- Í dag eru líkindini góð, sigur Regin Drangberg, sum her stendur við ein stamp hjá
útróðrarbátinum Anna J í Skopun
Mynd: Jens Kr. Vang