Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-04, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. oktober 2006síða 10

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 191 - 4. oktober 2006 Skulu vit ganga eftir tíðindunum, sum Sosialurin hevur frá keldum í oljuheiminum, so er tað so sum so við Brugduboringini á landgrunninum. Taka vit pulsin beint nú, so sær svart út. Eitt skifti var sera góður hýrur umborð á Stena Don, á Jarðfeingi og á landsstýrismanninum í oljumálum, tí tað gekk sum smurt at bora gjøgnum basalt. Tað varð nettupp eitt av stóru ivamálunum, áðrenn farið varð undir hesa fyrstu boring á basaltinum á føroyska landgrunninum nakrantíð. Eisini varð góður hýrur, tá komið varð gjøgnum basaltið, hóast tað var tjúkri enn hildið, tí jarðfrøðiligu viðurskiftini tyktust at sampakka við metingarnar hjá jarðfrøðingunum. Síðani hevur valdað tøgn. Tað er væl skiljandi, tí hetta er ein brunnur, sum kemur undir tagnaðarskyldu, í hvussu er til boringin er liðug. Men ilt er at halda øllum upplýsingum aftur, tá talan er um kanska fleiri hundrað fólk, sum fylgja við og fáa upplýsingar um boringina sohvørt. Og tað Sosialurin hevur fingið ”uppsnúsað” frá góðum keldum er, at enn er ikki troffið við hvørki olju ella gass. Men samtíðis er greitt, at boringin er ikki heilt liðug enn. Tí eru framvegis vónir, og verða heldur eingi sjónlig tekin til kolvetni seinastu metrarnar, so eru kortini ikki allar súðir syftar, tí tað er ikki óvanligt, at hátøkniligar kanningar aftaná boring avdúka olju og gass. Hvussu hetta enn endar, so hevur boringin longu verið gagnlig fyri oljuleitingina við Føroyar, tí staðfest er, at tað er ikki nakar trupulleiki at bora gjøgnum basalt. Hetta er so nakað, sum kann koma øðrum oljufeløgum, sum fara at bora her, til góða. Tað vil sjálvandi vera eitt stórt bakkast fyri oljuleitingina við Føroyar, um eingi tekin eru til olju ella gass undir basaltinum. Men vit eiga ikki at fella í fátt, tí hetta er so bara ein av fleiri brunnum, sum skulu borast næstu árini. Tað er tó óheppið fyri bæði 2. útbjóðing og komandi 3. útbjóðing á landgrunninum. Ein turr Brugda kann gera, at feløgini, sum fingu loyvi í 2. rundu, fara at vera sera varin við at binda seg til at bora, og fyri 3. rundu kann tað gera, at áhugin fyri henni rætt og slætt verður minni ella kanska eingin. Nú mugu vit so bara síggja veruleikan í eyguni, men kortini eisini vera realistisk og tað merkir eisini, at vit gera okkum greitt, at hvørki á norska landgrunninum ella økinum vestan fyri Hetland var olja funnin eftir ”bara” fimm brunnar. Har var talan um ávikavist góðar 30 og 70 brunnar, áðrenn rakt við við lønandi oljukeldur. Tað kann vera ein uggi. Sosialurin Brugdan Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. SAMBAND eirikur lindenskov eirikur@sosialurin.fo tlf 341800 viðmerkingar Skilji ikki, hví tit samkyndu ikki kunnu verða tað tit eru og lata verða við at GRENJA. Tit hava tað útmerkað í Føroyum, ókey, úrvalið er ikki stórt, og er tað tann einasa grundin at farið verður av landinum til størri jagtmarkir. Tit samkyndu gremja tykk­­um um happing og for­­fylging, lat meg fortelja tykk­­um, hvat tað er fyri nakað. Líka frá fyrsta klassa og til børn vóru um 16 ár minnist eg til happing og forfylging, og hetta í ringasta aldri, tað vóru tey sum vóru FEIT, REYÐHÆRD, STERKAR BRILLUR, FRØKNUR, EITT DEFEKT BEIN og nógv annað. Hesi upp­ livdu HAPPING OG FOR­ FYLGING. Tá tit einaferð koma út úr skápinum, sum tað eitur, eru tit væl eldri enn hesi sárbaru børnini og eru fult før fyri at forsvara tykkum. Sjálvur varð eg illa happ­ aður, bæði av lærarum og børninum, og av læraranum settur aftast, tí eg ikki sá talv­ una, og tey sum høvdu góð eygu, og rætta eftirnavnið sótu fremst. Hvat við teimum minni mentu, og teimum handi­ kappaðu?? Tey hava Gud hjálpi mær onga SER-LÓG og so grenja tey heldur ikki. Eg haldi, at tit gera tykkum til skammar, tykkum feila einki mær vitandi, ella??? Í Havnini hava altíð verið samkynd, alt sum eg veit um, hesi hava ongantíð ver­ ið verri fyri enn øll onnur, munurin var at tey passaðu seg sjálv. Komi at hugsa um Benny og Róland, sála, verðins fitt­ astu fólk, sum øll vóru góð við, og ongantíð hoyrdi tú teir grenja um nakað sum helst Nei, eg haldi, at tit hava tað sum tit sjálvi ynskja tað. Eg havi kent nógv sam­kynd, og ongantíð havt trupul­leikar av tí, sjálvt um eg als ikki eri samdur við tykkum. Heldigvís eru vit nógv flest sum hava valt at fylgja natúruni, sum er Hann og Hon, sum so verða ein familja við avkomi, hetta er natúrligt. So spyr sjálvandi ein sam­ kyndur, hvat er natúrligt?? Tað er natúrligt, at um 30 samkyndir menn 30 ára gamlir fara út á eina oyggj, og tú vitjar teir aftur 30 ár seinri, so eru bert 15 eftir, fert tú so útaftur 30 ár seinri, eru kanska 2 eftir, aftan á 5 ár er ongin aftir, HETTA ER NATÚRAN Eg vóni ikki, at Løgtingið ger nakað við hesi tápuligu krøv, sum samkynd seta, tí tað eru nógvir arðir bólkar av borgarum sum treingja til SERSØMDIR, men sum ongar fáa. So mín áheitan á tykkum er, verið tað tit eru og lat samkomur, kirkjur og tey trúgvandi fáa frið og loyvi at hava sínar meiningar, líka so væl sum tit hava tykkara. Samkyndar GRENJUSURRUR Petur Hermansen 25 ár eru farin, síðan Niels Bentsen var ríkis­um­­boðs­ maður. Hann hevði arbeitt við sjúkra­hús­mál­um, áðr­ enn hann kom til Før­oyar. Hann møtti hugagóður á sjúkrahúsfundum hjá sjúkra­­húsunum og segði sína hugsan. Millum annað segði hann: Tað er bíligari og betri at út­­byggja Landssjúkrahúsið enn at senda nógvar sjúk­ ling­ar av landinum. Niels Bentsen varð hild­in fyri gjøldur. Hetta var ov »stuttligt« fyri Niels Bentsen, so hann sendi annan mann fyri seg á stýrisfundir. Nøkur ár seinni høvdu vit vitjan av um­boðum fyri Danska Heilsustýrið. Viðvíkjandi sjúkra­húsunum vóru boð­ini greið: Nýtímansgerið Lands­ sjúkra­húsið, tí tað er høp­is­ leyst at seta serdeildir á trý sjúkrahús til gott 40.000 fólk. Teirra ráð vórðu eisini slig­in upp í glens. Hvat er hent? Kostnaðurin av at senda sjúklingar av landinum økist í stórum. – At hækka játtanina til hesa konto tyk­ist ikki at geva pol­it­ik­ arunum stórvegis høvuð­ brýggj. – Bíligari verður tað neyvan, um vit fara at senda sjúklingar í allar ættir. Sjálvandi skulu vit hava eyguni eftir, hvat hendir rund­an um okkum. Grannalondini arbeiða móti at fáa færri, men størri og betri sjúkrahúseindir. Vit áttu at verið væl fyri, tá vit eiga meir enn 80 út­bún­ar læknar í Danmark og aðrastaðni. Nógvir hava verið her sum yngri læknar og følt seg fyri. Hví koma teir ikki heimaftur? Er føroyska sjúkra­hús­ verkið so ótíðarhóskandi, at tað ikki gevur læknunum hósk­andi avbjóðingar? Eru gomul ráð góð? Er ikki vert at skeita aftur til ráð­ini frá Niels Bentsen og danska Heilsustýrinum? Sjúkra­­hús­verkið hjá okkum má ikki dragna so nógv í mun til onnur, at tað ikki rætt­ast upp aftur. Her kevst broyttur hug­ burð­ur. Gomul ráð lækni Óli Mikkelsen