mikudagur 4. oktober 2006síða 11
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 191 - 4. oktober 2006
11
tíðindi
Allur heimurin bíðaði
í spenningi eftir hans
ara niðurstøðu fyri
góðum trimum. tá
Kofi Annan hevði
heitt á hann um
at standa á odda
fyri einum vápna
eftirlitsliði í Irak.
Sosialurin hitti
svian, Hans Blix, tá
hann saman við Bill
Clinton, fyrrverandi
forseta í USA, helt fyri
lestur í Frederikshavn
í Norðurjyllandi
fríggjadagin
SAMRØÐA
Bogi Eliasen
Nú siti eg her við hesum
mæta manninum. Allur heim
urin bíðadi eftir hansara nið
urstøðu fyri góðum trimum
árum síðan, tá Kofi Annan
hevði heitt á hann um at
standa á odda fyri einum
vápnaeftirlitsliðið í Irak.
Uppgávan var at kanna um
grundarlag var fyri eini ST
stuðlaðari innrás í Irak
Royndur maður
Hans Blix er ein persónur,
sum hevur roynt nógv. Hann
hevur verið embætismaður
á høgum stigi í Svøríki,
verið Uttanríkismálaráð
harri, arbeitt fyri Svøríki
í ST og ikki minst verið
aðalstjóri í altjóða kjarn
orkufelagsskapinum IAEA.
Hann var pensioneraður, tá
Kofi Annan heitti á hann um
at standa á odda fyri leitanini
eftir hópoyðingarvápnum í
Irak, til tess at meta um ver
uligt grundarlag var fyri at
fara í kríggj.
Talaði USA ímóti
Sum flestu kunnugt so metti
hann, við støði í arbeiðnum,
ikki at grundarlag var fyri
eini innrás. Tað vóru ikki
boðini krígsvongurin í USA
ynskti. Blix royndi at vísa
á, at brúk var fyri at kanna
meira, heldur enn bert at
leypa á og í kríggj. Men tað
endaði við at USA við sam
eindum fór í kríggj, men utt
anum ST.
Hans Blix leggur ikki
fingrarnar ímillum, tá hann
metir um leiklutin hjá USA
og dylur heldur ikki fyri, at
kríggið var og er eitt stórt
mistak, serliga tí tað ikki
bygdi á rættar upplýsingar
og var uttanfyri ST leistin.
Hóttanir og samstarv
Hans Blix leggur stóran
dent á, at tað er av alstórum
týdningi at altjóða samstarv
verður raðfest. Hóast altjóða
kjarnorkustovnurin IAEA
ikki klárar at loysa alt, so
hevur stovnurin havt stóra
ávirkan á kjarnorkuøkið og
samstarvið á økinum. M.a.
við at tálma framleiðslu av
kjarnorkuvápnum, at hava
eftirlit við at kjarnorka verð
ur rætt brúkt og at hava vitan
arspjaðing á økinum.
Stríðið um orku.
Blix er av tí fatan, at bæði
Flógvakríggini komu orsakað
av áhuganum fyri olju. Ikki
bara, men eisini. Ein stórur
partur av tí ójavnvág sum er í
heiminum, er m.a. tí at tað er
ikki nóg stórt útboð av orku
í mun til eftirspurningin, og
tað elvir til spentar støður.
Hann metir, at einasta rætta
loysnin er at leggja størri
dent á kjarnorku. ”Fyrr var
størsti trupulleikin kjarnork
uburturkastið, tað er ikki
ein trupulleiki longur, um
mannagongdirnar verða
fylgdar”. Kjarnorka kann
loysa ein stóran part av ork
utrupulleikunum. Tað krevur
sjálvandi at trygdin verður
hildin, og har hevur USA
m. a. hugsað um ein leist til
lond, sum ikki hava neyðugu
førleikarnar, um at hjálpa
teim, so tryggjast kann at
eingin dálking verður, ella
soleiðis at londini, sum
kunnu framleiða trygga
kjarnorku gera tað, meðan
restin av heiminum so má
býta oljuna sínámillum.
Betra altjóða
samstarvið
Men hann vísir eisini á, at
vit hava tørv á víðkaðum
altjóða samstarvi, sum hevur
annað fokus enn bert londini
sjálvi. Tað verður enn arbeitt
ov nógv bert fyri seg sjálvan
og ikki fyri heimin, heldur
Blix. Hann vísir á, at vit
hava økt altjóða samstarv,
m. a. orsakað av tøkniligu
framgongdini og tað ger, at
heimurin verður noyddur at
samstarva meira. Og tá man
er meira saman, er neyðugt
at hava reglur fyri hesum.
Og júst hvussu hetta skal
gerast, eru lond og fólk
ikki samd um. Tey flestu
eru samd um, at altjóða
skipanin hevur eitt demo
kratiskt undirskot upp á
fleiri mátar. T.d. hava Kina
og India meira enn eina
milliard íbúgvar hvør, men
bert tvær atkvøður í ST.
Fleiri altjóða stovnar eru
byrjaðir at vekta ávirkanina
hjá limunum eftir stødd
ella hvussu stóran part tey
fíggja, og her fara vit helst
at síggja royndir at finna
ein frymil komandi árini,
heldur Hans Blix.
Hópoyðingarvápn
Blix hevur hesi seinasti trý
árini staðið á odda fyri The
Weapon of Mass Destruc
tion Commission, ein óheft
nevnd, figgjað av svensku
stjórnini, sum arbeiðir við
at meta um hóttanina hóp
oyðingarvápn elva til. Hann
vísir staðiliga á, at størsti
vandin í dag er ein byrjandi
vápnadupping. Vápnini,
sum skuldu burturbeinast
aftan á Kalda Kríggið,
standa í stóran mun enn og
vit síggja fleiri tekin um
menning í vápnaskipanum,
heldur enn avtøku av skip
anum. Hetta er ein verulig
hóttan, sum bæði er lívs
hættislig og negativt brúk
av stórum peninganøgdum.
Hann vísir á, at vandin við
hópoyðingarvápnum, sum
var á breddanum í Kalda
Krígnum, enn er til staðar.
Eini 1000 kjarnorkumissilar
standa enn klárir til at hóp
oyða, um ein orrusta kem
ur í. Hetta er sambært Blix
ein størri hóttan enn yvir
gangur.
Yvirgang og niðurgerð
Júst hvør orsøkin er til yvir
gang, vil Blix ikki siga, men
hann ivast lítið í, at niðurgerð
er ein av høvuðsorsøkunum.
Tað er eisini tí hann metir
tað verða so avgerðandi
neyðugt, at tað er ST og ikki
Nato ella ein samgonga av
londum, sum standa á odda
fyri innrásum í lond.
Nato
Blix er nógv umbiðin maður
og ein av hansara støðum,
sum ikki allir politikkarar í
vestanlondum vilja vita um,
er hansarar kritikkur av Nato
víðkanini.
Eitt er, at tað kann verða
torført at fáa lond upp í,
sum ikki hava sama støðið
at koma í samstarvið við,
men hitt er hvat tað ger
við sjálva valdsjavnvágina.
Tá Sovjet fór í søguna,
játtaði Rusland at londini
í fyrrverðandi eysturblokk
inum skuldu fáa frið. Úrs
litið er, at tey verða tikin
upp í vesturblokkin í
staðin. Tey eru ikki ”uttan
veltaði”.Tí siga m.a. natio
nalistar í Ruslandi, at tað
er høpisleyst at sleppa end
anum, tí londini fara bara
undir amerikanskt vald,
um tað ikki er tað russiska,
sum t.d sæst við Ungarn,
Pólandi og Slovakia. Nú er
ikki talan um, at nøkur lond
liggja ímillum Rusland og
Nato, men at Nato hevur
mark við Rusland. Blix vísir
á, at Gorbatjov veruliga var
visionerur, men at heimurin
ikki hevur tikið av teim
møguleikum, sum vóru
aftan á Kalda Kríggið at
fáa eina friðarliga javnvág,
m.a. við at ST og ikki Nato
skuldi styrkjast.
Blix vísir á, at vit síggja
Nato-limirnir, og serliga
USA, hava lyndi til at gera
Nato til heimsins løgreglu.
Tað riggar ikki. Í heiminum
síggja lond Nato sum ein
arm hjá USA. M.a. Libanon
vísti greitt á, at tað er í
lagið at ST kemur inn, men
ikki Nato.
Hevur greiðar støður
Hann tordi at tala Bush
stjórnini beint ímóti, og í
dag hevur søgan víst, at
hann hevði rætt, og tað var
tí hann bygdi sína støðu á
fakta, sigur hann. Tað eru
eisini nógvir politikkarar í
Vesturheiminum, sum als
ikki vilja vita av, at hann
kritiserar Nato, men tað ger
hann. Hann sær tað sum eina
provokatión at brúka Nato
soleiðis. Hann metir eisini,
at stríðið um orku er ein av
stóru heimstrupuleikunum,
sum partvís kann loysast við
kjarnorku. Sum hann sigur,
”vindur og onnur alternativ
orka kann geva nakað, og
effektivisering av orkubrúki
nógv. Men tað er í dag bara
kjarnorka, sum kann loysa
orkutrupulleikan. Tað ger
bæði at fátæk økir og lond
fáa orku at menna seg, men
eisini, at minni dentur verður
lagdur á at sita á orkuni, sum
part av politiskum valdi.
Sum fyrrverandi aðalstjóri í
altjóða kjarnorkustovninum
IAEA, veit hann hvat tað
snýr seg um.
Hans Blix er ein mað
ur við royndum og tað
merkist eisini tá vit báð
ur sita í matstovuni á
gistingarhúsinum og práta.
Hann er umhugsin og
byggir sínar metingar á
royndir í svenskari uttanrík
istænastu, altjóða stovnum
og ikki minst sum aka
demiskur rithøvundi. Hann
hevur skrivað fleir bøkur
um altjóða rætt.
Hans Blix: Meira altjóða samstarv er alneyðugt
Hans Blix
Føddur í 1928 í Uppsala í Svøríki
Lisið løgfrøði í Uppsala, University of Colombia og
Cambrigde (Phd)
1959
Doktari í løgfrøði á Universitetinum í Stokholm.
1963-76, ráðgevi í altjóða rætti, Svenska
Uttanríkismálaraðið
1976-78 Varastjóri í Uttanríkisráðnum
!978-79 Uttanríkisráðharri
1961-81 Limur í svensku sendinevndini til ST aðalfundin
1962-78 Limur í svensku sendinevndini til Ráðstevnuna
um Avvápnan í Geneve
1981-97 Aðalstjóri í IAEA
2000-2003
Formaður í UNMOVIC, ST vápnaeftirlitsliðnum í
Irak
2003-
Formaður í The Weapons of Mass Destruction
Commission
FAKTA
Vit skulu læra at liva saman, tí má heimssamfelagið mennast
Mynd: Bogi Eliasen
Mohamed El Baradei aðalstjóri í IAEA, Colin Powell, fyrrv.
uttanríkisráðharri í USA og Hans Blix