mikudagur 4. oktober 2006síða 12
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 191 - 4. oktober 2006
Jan Arge Jacobsen,
fiskifrøðingur, heldur,
at tað hevur stóran
týdning at fáa greiði á,
hvussu ferðamynstrið
hjá norðhavssildini
broytist. - Okkara
lutur á fundinum
í dag verður at
sleppa at kanna hesi
viðurskifti. Hin
spurningurin – um
føroysku nótaskipini
eiga at sleppa at fiska
eina størri kvotu í ár
ella at fiska av kvotuni
fyri komandi ár, er ein
spurningur millum
myndugleikarnar
og reiðaríini. Tað
fara vit ikki at leggja
okkum út í, sigur
fiskifrøðingurin
Norðhavssild
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í dag verður fundur um
norðhavssildina, har reiða
ríini, sum eiga nótaskipini,
væntandi fara at heita á
Fiskimálaráðið um at sleppa
at fiska nøkur tonsini av
sild aftrat, nú tað vísir seg,
at norðhavssild framvegis
stendur í altjóða sjógvi
norðanfyri.
Føroyska kvotan av norð
havssild, sum í 2006 er eini
68.000 tons, er uppfiskað,
og sum skilst, hava skipini
ikki so góðan hug at fara
á makrelveiði beint nú, tí
prísurin á makreli er ikki so
góður í løtuni.
Herfyri førdi okkurt av
reiðaríunum fram, at Fiski
málaráðið møguliga kann
hækka føroysku kvotuna í
ár – ella lata skipini fiska
ein part av kvotuni fyri
komandi ár.
Stovnurin væl fyri
Eingin beinleiðis avtala er
um norðhavssildina millum
strandalondini og ES, men
kvotulutfallið er á leið tað
sama, sum tað hevur verið
seinastu árini.
TAC’ið fyri norðhavssild
hevur verið 850.000 tons,
men
tá
ið
norðmenn
avgjørdu einvíst at hækka
sín kvotupart, gjørdu hini
strandalondini og ES tað
sama, soleiðis at TAC’ið í
2006 liggur um 1 mió tons.
Hóast londini, sum fiska
norðhavssild, í løtuni ikki
hava nakra endaliga semju
um sildina, kann kortini
ikki sigast, at sildin verður
fiskað óskipað.
Stovnurin er væl fyri í
løtuni, og fiskifrøðingar
meta ikki, at vandi er fyri
stovninum, um hesi tonsini
verða fiskað í 2006.
Mynstrið broytist
Seinastu árini hevur mang
an verið ført fram, at norð
havssildin er við at taka sítt
gamla ferðamynstur upp
aftur, og gongdin í heyst
hevur styrkt um hesi útlit.
Mynstrið í nógv ár hevur
verið, at norðhavssildin hev
ur verið í norskum sjógvi
um veturin. Hon hevur
staðið á firðum og út fyri
Troms. Norskar kanningar
vístu tó í fjør, at teir ikki
”funnu” alla sildina á vet
rarbeitinum,
sum
teir
plagdu at gera, og tí hevur
verið væntandi, at ein
partur av stovninum helt
seg aðrastaðni.
Vanliga plagar sildin
ikki at vera atkomilig hjá
føroyskum skipum, tá ið
heystið fer at halla, men nú
vísir tað seg, at norðhavssild
framvegis stendur í altjóða
sjógvi norðanfyri, sum hon
í fimtiárunum plagdi at
gera hesa tíðina av árinum.
Rættiliga áhugavert
Jan A. Jacobsen, fiskifrøð
ingur, sigur, at gongdin
er rættiliga áhugaverd, og
hann fer tí á fundinum
við
Fiskimálaráðið
í
dag at leggja upp til, at
kanningar fara fram av
norðhavssildini.
- Okkara lutur á fundinum
verður at sleppa at kanna
hesi viðurskifti í altjóða
sjógvi. Hin spurningurin
– um føroysku nótaskipini
eiga at sleppa at fiska eina
størri kvotu í ár ella at fiska
av kvotuni fyri komandi ár,
er ein spurningur millum
føroysku myndugleikarnar
og reiðaríini. Tað fara vit
ikki at leggja okkum út í,
sigur hann.
Jan heldur, at tað hevur
stóran týdning at fáa greiði
á, hvussu ferðamynstrið hjá
sildini broytist.
- Av tí, at kvotan seinastu
árini hevur verið uppfiskað,
tá ið líður út á heystið,
hevur eingin føroysk veiða
verið um veturin, og tí
hava vit heldur ikki fingið
staðfest við vanligari veiði,
um ferðamynstrið meira og
Fundur um norðhavssildina:
Nýggja ferðamynstrið sær
Reiðaríini hjá nótaskipunum vilja sleppa
at fiska meira av norðhavssildini, nú
sild framvegis stendur í altjóða sjógvi,
samstundis sum prísurin á makreli ikki er
so góður
Mynd: Jens Kr. Vang
tíðindi