mikudagur 4. oktober 2006síða 13
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 191 - 4. oktober 2006
13
meira er farið at líkjast tí,
vit kenna frá fimtiárunum.
Kanningar í januar
Fiskifrøðingurin vísir tó á,
at Fiskirannsóknarstovan
gjørdi kanningar í januar
mánaða í ár við Magnusi
Heinasyni.
- Vit royndu í gamla
vetrarøkinum millum Før
oyar og Ísland, men tá funnu
vit onga norðhavssild. Nú
tað vísir seg, at ein partur
av stovninum framvegis
stendur í altjóða sjógvi, er
ógvuliga umráðandi, at vit
fylgja við, hvussu gongdin
verður.
Jan sigur, at ein partur
av gamla vetrarøkinum
hjá norðhavssildini var á
markinum millum Føroyar
og Ísland, í altjóða sjógvi
norðanfyri og við Jan
Mayen.
- Tað hevur víst seg
seinastu árini, at sildin fer
meira og meira út á hav
at finna sær vetrarbeiti, og
samstundis minkar tann
parturin, sum stendur inni á
norsku firðunum og út fyri
Troms.
Kann ávirka býtið
Tað er eingin loyna, at
broytta ferðamynstrið í
framtíðini eisini kann fáa
ávirkan á lutfalsliga býtið
av norðhavssildini millum
londini – og í hesum førin
um kann tað merkja, at
grundgevingarnar hjá eitt
nú norðmonnum fyri sínum
parti av býtinum sum frá
líður fara at vikna nakað.
Við gamla ferðamynstr
inum kann hugsast, at sam
ráðingarstøðan hjá eitt nú
Føroyum og Íslandi verður
sterkari, men hetta hevur Jan
Arge Jacobsen ongan hug
at gera viðmerkingar til, tí
býtið av sildini verður altíð
ein samráðingarspurningur
millum strandalondini og
ES.
Fiskifrøðingurin heldur
nógv benda á, at broytta
ferðingamynstrið
hevur
nakað við umhvørvið at
gera.
- At stovnurin er væl fyri,
hevur eisini sín týdning.
Hitin í sjónum í dag líkist
meira hitanum, sum var í
fimtiárunum. Seinni gjørd
ist sjógvurin kaldari, og
kanska var tað hetta, sum
broytti umstøðurnar og
gjørdi, at norðhavssildin
minkaði burtur í einki,
sigur hann.
Sildakanningar
Onnur lond gera eisini sínar
kanningar, og eisini verða
felags kanningar gjørdar av
norðhavssildini.
- Felagskanningar vórðu
gjørdar í mai, og tá eru øll
strandalondini við umframt
ES.
Jan sigur, at Fiskirann
sóknarstovan
sjálvandi
hevur stóran áhuga í at
gera kanningar av tí týdn
ingarmikla stovni, sum
norðhavssildin er – ikki
minst, nú tað vísir seg, at
viðurskiftini broytast, og
sild framvegis er í altjóða
sjógvi.
- Okkara áhugi liggur
fyrst og fremst í, at stovn
urin er væl fyri og verður
veiddur skynsamt. Býtið
millum londini, og hvussu
Fiskimálaráðið
skipar
viðurskiftini
við
veiði
– og møguligari veiði av
kvotuni fyri komandi ár,
eru politiskir spurningar,
sum vit ikki leggja okkum
út í, sigur Jan Arge Jacob
sen, fiskifrøðingur, sum
at enda leggur aftrat, at
nýggj ráðgeving um norð
havssildina kemur fyrsta
dagin.
Sum skilst á fiskifrøð
inginum, er tó einki sum
bendir á, at stovnurin av
norðhavssild ikki er væl
fyri í løtuni.
ógvuliga spennandi út
Mangt bendir á, at norðhavssildin – í størri mun enn áður – er farin at taka uppaftur
gamla ferðamynstrið. Hetta gevur bjartar vónir hjá teimum, sum fiska og virka sild – og hjá
samfelagnum øllum
Mynd: Jens Kr. Vang
Bjørn saman við norska starvsbróðuri sínum, Helgu, sum vitjaði í
Føroyum fyrr í ár. Á fundi í dag fer fiskimálaráðharrin at tosa við
vinnuna um, hvussu leikur skal fara við norðhavssildini í vetur, nú tað
vísir seg, at sild framvegis stendur í altjóða sjógvi norðanfyri
Mynd: Vilmund Jacobsen
tíðindi