Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-04, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. oktober 2006síða 14

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 191 - 4. oktober 2006 Ungdómsleiðaraskeið í Nesvík Í vikuskiftinum var ung­ dómsleiðaraskeið í Nesvík. Umleið 80 luttakarar vóru á skeiðnum. Tað var Heima­ missiónsungdómur sum saman við KFS (Kristeligt Forbund for Studerende) skipaði fyri skeiðnum. Ungdómsleiðaraskeið­­ið er vorðið afturvendandi hvørt ár, men tað er langt síðani, at luttøkan hevur verið so góð. Undirvísari á skeiðnum var Frank Krist­ en­sen. Frank arbeiðir fyri KFS í Danmark. Hann er lærari á háskúlanum hjá KFS, sum kallast LTC (Leder Trænings Center). Skráin á skeiðnum var sera tøtt, og tað vóru ikki nógv­ ar fríløtur. Tað vóru nógvir undirvísingartímar, og hetta kravdi veruliga nakað av luttakarunum. Ungdómsleiðarar Luttakararnir, sum vóru á skeiðnum, hava allir á ein ella annan hátt tilknýti til okkurt ungdómsarbeiði. Summi eru virkin innan ungdómsarbeiðið hjá Heimamissiónini. Onnur eru virkin í onkrari aðrari samkomu, og nøkur eru virkin í KFS. KFS er ein felagsskapur, sum skipar fyri andaktum á miðnáms­ skúlum og hægri útbúgv­ ing­arstovnum. Tað er ein felagsskapur, sum er virkin um øll norðanlond. KFS er undir IFES, sum er ein heimsfevnandi felags­skap­ ur, sum somuleiðis ger missionerandi arbeiði á skúlum. Frank Kristensen var í Føroyum eina viku áðrenn ungdómsleiðaraskeiðið. Hann vitjaði skúlar og hevði andaktir og religi­ ónstímar. Hann var eisini ein túr í Suðuroy, har ið hann hevði religiónstíma á miðnámsskúlanum og hevði ein fyrilestur í skúlanum á Tvøroyri. Hann er nú farin aftur til Dan­ markar. UNGSDÓMSLEIÐARASKEIÐ Orð & myndir: Heini S. Kristiansen heinik@sosialurin.fo Frank Kristensen undirvísti á skeiðnum. Hann arbeiðir fyri KFS í Danmark, og ein partur av hansara arbeiði er eisini at vitja Føroyar eina ferð um árið Síðsta kvøldið vóru pannukøkur við ísi at fáa Fríløturnar vóru ikki langar, men luttakararnir funnu sær kortini stundir til at spæla »fussball« Sjálvhjálparbólkur til fólk í sorg Heimamissiónin og felagið Agape hava byrjað eitt samarbeiði og bjóða fólki, ið bera sorg, at gerast partur av einum sorgarbólki í Nesvík. Ætlanin er sett at vera tann 14. nov. frá kl. 15.30 til kl. 18.00, og síðan við fundum umleið aðru hvørja viku. Sunvá Kass og Steen Palmqvist eru við í hesum sorgarbólki. Tey fara at fáa hann at mennast á ein ja­ ligan og dygdargóðan hátt. Fyri at fáa hesa ætlan setta í verk mugu millum 5 og 10 fólk tekna seg. Verða tað fleiri enn 10, verður gjørdur ein bíðilisti – hesi fáa boð so við og við, tá pláss verður. Vísir tað seg, at tørvurin er stórur, verður mett um at gera tveir bólkar. Ein annar møguleiki er, um tað eru fleiri foreldur, ið mist hava eitt barn, at hesi koma í bólk saman og hini í bólk fyri seg. Beinan vegin boðað verður frá luttøku, verður mett um, hvussu alt fer at laga seg viðvíkjandi bólki­ num. Sorgarbólkurin fer at venda sær til fólk, sum hava mist onkran kæran, tey seint gloyma. Bólkurin hevur tagnarskyldu og virkar á einum sakligum støði, og hvør einstakur hevur frælsi at seta orð á alt tað, ið sorgin hevur elvt. Hvørja ferð, bólkurin er saman, verður byrjað við einum drekkamunni og samansjóðing. Síðan verður í trúnaði farið til verka, og høvi verður at bera fram og lýsa sínar upplivingar og sorgarkenslur. Í fyrstuni verður samtal­ að á donskum – men arbeitt verður við at broyta tað til føroyskt so skjótt til ber. Luttøkugjaldið er sett til 150 kr. hvørja ferð. – Doyr ein av okkara nærmastu, kenst tað, sum lívið fer í molar og kennist einki virði at hava longur. Tað hendir tí eisini av og á, at ein situr fjøtraður í sorgini, sum tykir ongan enda taka. – Tá ið sorgin kemur á gátt, nýtist okkum onkran at vera saman við. Tað er ein ræðulig støða at bera sorgina einsamallur. Okk­ um nýtist at vera saman við fólki, ið kenna sorgina á sínum egna kroppi. – Ein sorgar felagsskap­ ur, er tí ein útrætt hond at vera saman um at grøða sorgina á ein sunnan og mennandi hátt. – Ringasta við sorgini, er, at bera hana einsamall­ ur, skriva fyrireikararnir á heimasíðuni hjá Heima­ missiónini. Kelda: www.mission.fo Heimamissiónin og Agape hava í felag tikið stig til at stovna sjálvhjálparbólk fyri fólk í sorg. Bólkurin er serliga ætlaðu teim­ um, sum hava mist ein av sínum kæru SORGARBÓLKUR Heini S. Kristiansen heinik@sosialurin.fo Farna vikuskifti skip­ aðu Heima­missi­ónin og KFS í felag fyri ung­dómsleiðaraskeið í Nesvík. 80 fólk lut­ tóku á skeiðnum, har ið danskarin Frank Kristensen undirvísti