Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-04, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. oktober 2006síða 15

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 191 - 4. oktober 2006 15 tíðindi Óluva Húsgarð, Tórshavn, ættað úr Syrugøtu, andaðist á Landssjúkrahúsinum, týsdagin 3. okt., 81 ára gomul. Jarðarferðin verður kunngjørd seinni. Jóan Petur Veihe, Søldafjørður, andaðist í heim­ inum mánadagin 2. okt., 63 ára gamal. Jarðarferðin verður kunngjørd seinni Andlát og jarðarferðir Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND magnus gunnarsson maggi@sosialurin.fo tlf 341800 fax 341801 Orðini, Rúni er farin, tað var sum verðin øll vildi falla saman. Tað kann ikki passa. Nei, men hvat er tað fyri ein Gudur, at taka tað edlasta og besta - og í bestu árum var mín fyrsti tanki, sum víðari leiddi á hesi orð, um enn óskiljandi - Rúni var ov góður at liva. Soleiðis vil eg byrja inngangin í minnum um Rúna, at royna at lýsa Rúna, sum eg minnist hann, við tí fátæka eg kann koma við, tó krevst tað nógv meira at lýsa eitt so gott menniskja, sum bert var við at gera heimin betri og vakrari at liva í. Rúni var nakað serstakt. Altíð til reiðar at hjálpa. Hann var hin hjálp­ andi hondin, uttan fyrst at hyggja eftir hvørjum tað var hann rætti eina hond. Vildi bert gera gott har hann var og kom, og kom tað soleiðis fyri, at hann helt seg vera komnan til at gera onkrum órætt, so veit eg, at tað kundi níva hann leingi, tó at ongin órættur var gjørdur. Men soleiðis var Rúni og soleiðis er tað við einum góðum menniskja, at gera gott og vera lítillátin, og um nakar skuldi revsast, so skal tað vera ein sjálvur. Góði Rúni. Løturnar úti í Vík, uppi á heygnum, fær við látur og spæl, stríð og strev verða ongantíð gloymdar, tað eru tær ov dýrabærar til, har ið abbin og langabbin vóru drívkraftin og vit bert vóru tað ein kallar : »Tjenere til godt formål, men at være en del af det man kan kalde, en hyrde i det små i en bredere betydning, ikke kun at være hyrder men lige mænd i et erhverv - i en samlet familje, som har dette ene formål ude i det frie er alt tilladt og dog, alt skal være på det rene inden klokken kalder til nathvile«. Jú, tað vóru tíðir og takk fyri teir dagar, Rúni góði. Bygdarmyndin. Tann góða bygdar­ myndin. Altíð at verða tann góði, at gera øllum væl uttan at hugsa um seg sjálvan fyrst var Rúnasa leiklutur her á fold. At geva uttan at krevja nakað afturfyri. Tí, sum Rúni sjálvur plagdi at siga: »Lønin kemur fyrsta á tí hægri staði, har øll verða javnsett yvir fyri tí stóra Gudi, ið hevur eina ætlan við einum og hvørjum menniskja, til hvørs gerningar at verða tænarar í Guds bílæti, í ljósinum av at kunna føðast sum menniskja til at kunna doyggja í uppreisn til ævigt lív«. Jú, Rúni góði, tær verði unt alt, sum hevur við ljósið at gera. Øll kendu Rúna, og Rúni kendi øll og við einum brosi leikti Rúni sín lívsleiklut, millum fólk og fæ, virdur av høgum og lágum, fyri sítt lýdni og góðsemi. Tað kundi verið nógv at trivið í um eitt menniskja, ið bara vildi gott, men lat meg gera tað stutt. Maður kemur í mans stað, so manna­­fjøldin seg uggar, tó ofta kom tað fyri ein dag, at eftirmenn roynast skuggar. Fátækur í orðum, ríkur í minnum, tað er mín støða í Rúnasa bráða óvæntaða deyða. Óskiljandi tungt, ikki at kunna møta Rúna aftur á Leirvíkar gøtum á lívi við einum smíli. Lítið at vita, einki at skilja er vísmanna verð, hvat enn egoisman kann koma til. Rúni góði, nú skrivi eg fyri sálina góðu. Ver góður í gerningum og tú túsundfalt skal lønast aftur í góðsmílum. Rúni góði, sum lívið er stokkut fátækt, vil eg gera minnið um teg ríkari og størri enn alt tað ið fátækt er. Stevnumiðið, hvat er tað? Lívsins góða stevnumið, at møtast á sálarins kjørbreyt, har allir vegir ganga fríir og møtast aftur á tí miði, ið hoyrir Góðgudinum til. Og Rúni góði, takk fyri tað góða stevnumøtið. Áh hvat fátækt tað er ikki at skriva, tá eitt so gott menniskja doyr foldum frá. Men sum tað er fátækt at vera ríkur, verða vit bert rík í minninum, at kunna at hava havt teg ímillum okkum, góði Rúni. Góðgerðirnar. Har ásirnar í hjall­in­ um væl koma at hanga, meðan ung­ dómurin rann fegin á Leirvíksvølli, undir stytting L.Í.F., har ikki at vera erstattaður, meira enn hálvt í gildi. Nú er tað so nógv eg gjarna vildi skrivað um góðmenniskjað Rúna, men tá sorgin tunga fangar ein, til ikki at fatt­ast orð meira, enn at vera fátækur í orð­um, so má eg bert, tó ímóti mínum vilja, sleppa her - tí til eina síðstu roynd, »savnet for evigt, respekteret for altid«. Hvíl í friði, Rúni góði. Til Annu gummu, Petur Jacob, Ova, Torleif og Karin við familju. Má hin alvaldandi styrkja tykkum í stóru og tungu sorgini, við tí boðspurvanum, ið setti seg á tað innara køksvindeygað, fyri at siga eitt ævigt farvæl, til at kunna hvíla, ljósins gátt á Gudsins blómufløtum. Má Gud styrkja tykkum, øll ið mist hava. Við djúpastu samkenslu og tung­ semi. Kartin Til minnis um Rúna Tøkk Øllum tykkum, sum á ymiskan hátt mintust meg á 90 ára føðingardegnum tann 3. august, takki eg hjartaliga. Harrin signi tykkum øll. Vinarliga Brynhild Absalonsen, Klaksvík Tøkk Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá elskaði maður, pápi, verpápi og abbi okkara Hans Petur Djurhuus Selatrað andaðist og var jarðaður. Takk til Jógvan Fríðriksson prest fyri góð og troystarrík orð. Takk til sjúkrasystrarnar á G4, sum vóru so góðar við hann. Takk til kirkjutænarar, sangarar og gravarar. Takk fyri blómur, kransar og peningagávur til Selatraðar kirkju og tit øll, ið á ymiskan hátt hjálptu til við jarðarferðini og ervinum. Og takk til tykkum øll, ið fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað Vegna tey avvarðandi Klara, Anfinn, Jørgin, Kristbjørg, Súnheðin, Marjun, Jónsvein og Hans Krisjan 95 ára føðingardagur Hósdagin 5. oktober verður Andreas Hammer, báta­smiður, Runavík, 95 ár. Føðingardagurin verður hildin í Sjócafeini leygardagin 7. oktober. Vælkomst verður frá kl. 19.00. 90 ára føðingardagur Hósdagin 5. oktober verður Annefía Hansen, Saks­un, nú búsitandi á Ellisheiminum í Tórshavn, 90 ár. Tey, ið vilja heilsa upp á Annufíu, eru vælkomin á Ellisheimið millum kl. 16.00–19.00. 80 ára føðingardagur Tórsdagin, 5. oktober, fyllir fyrrv. sýslumaður, Ejler Djurhuus, Trongisvágur, 80 ár. 85 ára føðingardagur Mikudagin 4. oktober fyllir Kristian Rasmussen, Skála, 85 ár. Opið hús verður í tilhaldinum á Eldrasambýlinum Vesturskin á Toftum frá kl. 16.00 til kl. 20.00, har øll eru hjartaliga vælkomin. 75 ára føðingardagur Tann 6. oktober verður Steingrím Samuelsen, Sevmýri, 75 ár. Dagurin verður hildin leygardagin 7. oktober á Gistingar­hús­ inum í Øravík kl. 19.00. Tey, ið vilja gleða Steingrím við at koma, verða biðin at siga frá áðrenn 1. oktober á tlf. 371166. 70 ára føðingardagur Fríggjadagin 6. oktober fyllir Svend Olsen, Rosenhøj 44, 2650 Hvidovre, 70 ár. Ì morgin, 5. oktober, verður Mourits Joensen, Skopun, 70 ár. Hann er burturstaddur 60 ára føðingardagar 8. oktober fyllir Martin Fjallstein, leiðari í Føroyahúsinum í Keypmannahavn 60 ár. Dagurin verður hildin saman inn­ bodnum tann 6. oktober í Føroyahúsinum, Vesterbrogade 17A. Tann 11. oktober verður Bergfinn Joensen, Søldarfjørður 60 ár. Dagurin verður hildin leygardagin 14. oktober kl. 19.00 í Sjókaféini í Runavík. Tey ið vilja gleða Bergfinn við at koma, verða biðin um at siga frá áðrenn mánadagin 9. oktober, á telefon 441656 ella 261900. 50 ára føðingardagur Sunnudagin tann 30. juli høvdu Kristin og Poul Juul Michelsen, Froðba 50 ára føðingardag. Føðingardagurin verður hildin í ítróttarhøllini í Trongisvági leygardagin 14. oktobur 2006 kl. 19.00. Tey, ið vilja gleða okkum við at koma, verða biðin um at siga frá á tlf. 371254 ella 372351 áðrenn 9. oktobur 2006. Krúndiamantbrúdleyp Mikudagin 4. oktober, kunnu hjúnini Astrid og Jógvan Gerðalíð halda teirra krúndiamantbrúdleyp. Vælkomin í Betesda kl. 18.00. www.sosialurin.fo