mikudagur 4. oktober 2006síða 16
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 191 - 4. oktober 2006
ítróttur
SAMBAND
JÁKUP MØRK
JAKUP@sosialurin.fo
tlf 341800
JUDO
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Fitt av fólki var savnað
í Miðlahúsinum leygar
dagin til stóra móttøku,
tá Judosamband Føroya
hátíðarhelt 25 ára stovn
ingardagin. Judosambandið
vísti fram gamlar myndir
heilt afturi frá 1970’unum.
Teir vístu eisini myndir frá
góðu úrslitunum á Oyggja
leikunum á Álandi í 1991
og av leikunum á Gibraltar
í 1995.
Judo kom annars til
Føroya í 1971, tá judofelag
bleiv sett á stovn innan
felagið Bragdið. Tað vóru
teir báðir ungu danirnir Sven
Nørspang og Niels Sørensen,
sum løgdu lunnar undir
judoítróttina í Føroyum.
Eftir at judofelag var sett á
stovn í Havnini, so gekk ikki
long tíð, áðrenn klasvíkingar
eisini fingu sítt judofelag.
Tvey ár eftir stovnsetingina
av Havnar Judofelag, bleiv
Klaksvíkar Judofelag sett á
stovn.
Tað gingu heili átta ár,
áðrenn næsta judofelagið í
landinum bleiv sett á stovn.
Tá fóru tvey onnur judofeløg
í gongd við sítt virksemi,
nevniliga Sunda Judofelag
og Vága Judefelag. Í hesum
sambandi blivu fundarboð
send út til hesi fýra feløg,
tí tá trý ella fleiri feløg
eru í Føroyum innan eina
ítróttargrein, so ber til at
stovna eitt sersamband undir
Ítróttasambandi Føroya. Á
fundinum verður avgjørt
ímillum tey fýra feløgini at
stovnað Judosamband Før
oya, og í august mánaði sama
ár varð fyrsti aðalfundur
á skránni hjá Judofelag
Føroya.
Lógu framvið til
Oyggjaleikirnar
Fýra ár eftir, at Judosamband
Føroya varð sett á stovn,
byrjaðu Oyggjaleikirnir, og
formaðurin í Judosamband
Føroya, gjáarmaðurin Sofus
D. Johannesen sigur, at før
oyingar royndu, saman við
øðrum judofeløgum at fáa
judo við á fyrstu leikirnar.
– Vit lógu framvið at fáa
judo við í 1985 á Isle of Man
og í 1987 á Guernsey. Hetta
eydnaðist okkum tó ikki,
men í 1989 her í Føroyum
riggaði. Vit fingu judo við
til Oyggjaleikirnar, og hetta
var byrjanin til eitt gott
tíðarskeið fyri judoítróttina
í Føroyum.
Judo var við á Oyggjaleik
unum heilt frá 1989 og fram til
1995 á Gibraltar. Føroyingar
fingu fleiri góð úrslit. Á
Oyggjaleikunum í Føroyum
fingu føroyingar eina góða
byrjan uppá judotilveruna
á leikunum. Vit fingu fýra
gullmedaljur, eina silvur
og tvær bronsumedaljur. Á
Álandi í 1991 gekst heldur
verri, og har fingu vit bert
eina gullmedalju, fýra silvur
og tvær bronsu. So vendi
gongdin aftur, og á Isle of
Wight bleiv úrslitið tríggjar
gull, tríggjar silvur og tvær
bronsu medaljur. Á hesum
leikum fingu Føroyar m.a.
bæði silvur og bronsu í lið
kappingini, og hetta var eitt
sera flott úrslit.
Enn betri gjørdist úrslitið
á Gibraltar tvey ár seinni.
Hesaferð fingu føroyingar
tríggjar gull, tríggjar silvur og
seks bronsu medaljur, og her
fingu vit gull í liðkappingini
á fyrsta sinni. Hetta var
besta árið hjá judarunum í
Oyggjaleikahøpi, men hetta
gjørdist eisini endin á hesum
sinni.
Judo byrjaði at
detta niðurfyri
Næstu Oyggjaleikir var judo
ikki partur av leikunum, og
hetta gjørdist byrjanin til
eina ringa gongd innan judo
í Føroyum. Í tíðarskeiðnum
eftir stovnanina av Judo
samband Føroya duttu fleiri
av smærru feløgunum niður
fyri. Vága Judofelag, Vágs
Judofelag og Kollafjarðar
Judofelag vóru ikki longur
lívið lagað, og eftir at judo
hálvavegna misti oyggja
leikastatus í fleiri ár, so
mátti Klaksvíkar Judofelag
ásanna, at hetta fór ikki at
ganga. Fyri nøkrum árum
síðani máttu teir eisini gevast
við sínum virksemi. Eftir
eru nú bert tvey judofeløg,
nevniliga Havnar Judofelag
og Sunda Judofelag.
Tað sást eisini aftur
ímillum judoíðkararnar,
at judo ikki var partur av
Oyggjaleikunum í fleiri
ár. Áhugin minkaði, og
fleiri av royndu kreftunum
innan judo valdu at gevast
ella at fara til annan ítrótt.
Denturin bleiv so lagdur á
eitt gott ungdómsarbeiði, og
Sofus Johannesen heldur, at
áhugin fyri judo er stórur
millum børn og ung.
– Tað var eitt tíðarskeið,
har tað ikki sá so væl út hjá
judo í Føroyum. Fleiri feløg
duttu niður fyri, samstundis
sum vit ikki hava luttikið á
Oyggjaleikunum í fleiri ár.
Sjálvt um fleiri av royndu
kreftunum innan føroyska
judo eru givnar, so hevur
áhugin altíð verið stórur
millum børn og ung, og tí
hava vit valt at leggja stóran
dent á ungdómsarbeiðið.
Judo aftur á
oyggjaleikaskránna
Nú hevur judo verið í einum
aldudali í fleiri ár, men ljós er
fyri endan á tunlinum. Judo
verður aftur ein partur av
Oyggjaleikunum á Rhodos
næsta summar, og hetta eru
gleðiboð fyri Judosamband
Føroya, staðfestir Sofus.
– Næsta summar eru 12 ár
liðin, síðani judo seinast var
partur av Oyggjaleikunum,
so tað vóru eini gleðiboð fyri
Judosambandið, tá vit fingu
at vita, at judo aftur bleiv
partur av Oyggjaleikunum
á Rhodos. Judo verður eisini
partur av leikunum á Álandi
í 2009, og vónandi eisini á
Isle of Wight í 2011. So nú
ber veruliga til at seta nøk
ur framtíðar mál til judo
íðkarar, og hetta fer vónandi
at økja um áhugan ímillum
føroyingar aftur.
Nýggjar tíðir fyri judo
í Føroyum
– Eg havi bíðað við avgerðini, men nú má eg umhugsa,
um eg skal halda fram í AB
Rúni Nolsøe, spælandi venjari hjá nýggja Formulaliðnum
Leygardagin var stór móttøka í
Miðlahúsinum, tá Judosamband Føroya
fylti 25 ár. Judo hevur ikki verið partur
av Oyggjaleikunum síðani 1995, og tí
hevur hesin ítróttur verið í minking.
Nú standa tó nýggjar avbjóðingar fyri
framman, tí judo verður aftur við á
Oyggjaleikunum á Rhodos komandi
summar