mikudagur 4. oktober 2006síða 17
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
[ Nr. 191 - 4. oktober 2006 ]
Dagfinn skal døma finaluna
Fótbóltssambandið hevur gjørt av, at Dagfinn Olsen úr
Rituvík skal døma finaluna í kappingini um Løgmanssteypið.
Finalan millum KÍ og B36 verður spæld á Tórsvølli
leygardagin 14. oktober.
Dagfinn hevur dømt í fremstu føroysku deildini í fleiri
ár, og hann hevur eisini verið formaður í felagnum hjá
dómarum. Sambært skipanini hjá FSF umboðar hann NSÍ
sum dómari.
Hjálpardómarar í finaluni verða Dan og Edvard Højgaard,
og fjórði dómari verður Páll Augustinussen.
Óli verður ikki við í Fraklandi
Óli Johannesen gav í gjár avboð til landsdystin hjá Føroyum
móti Frakandi mikudagin í næstu viku. Undan hesum var
greitt, at Óli ikki fekk verið við móti Litava á Tórsvølli
leygardagin, tí hann er leikbannaður til tann dystin. Nú
hevur Óli fingið skaða, og hann verður ikki klárur til dystin
í Fraklandi. Tí stendur greitt, at metmaðurin á landsliðnum
heldur ikki verður við, tá føroyska landsliðið fer til Fraklands,
og tað er uttan iva dyggur smeitur hja Jógvani Martin Olsen,
landsliðsvenjara.
Fyrsta føroyska judofelagið verður sett á stovn i Havn
í 1971.
Tvey ár seinni verður annað judofelagið stovnað.
Hesaferð eru tað klaksvíkingar, sum fara í gongd við
judo.
Í 1981 verða tvey nýggj judofeløg sett á stovn, nevnliga
Sunda Judofelag og Vága Judofelag. Í samband við, at
tað nú eru fleiri enn trý judofeløg í landinum, ber til
at seta eitt sersamband á stovn undir Ítróttasamband
Føroya. Ein mánað eftir at Sunda Judofelag er stovnað,
verður Judosamband Føroya sett á stovn.
Í árunum eftir at Judosambandið er sett á stovn, verða
tvey nýggj feløg stovnað: Kollafjarðar Judofelag og
Vágs Judofelag.
Hesi nýggju feløgini høvdu tó ikki langa livitíð, og
nøkur ár seinni vóru aftur bert trý feløg í landinum,
eftir at Vága Judofelag, Kollafjarðar Judofelag og Vágs
Judefelag máttu gevast við sínum virksemi.
Hóast Judosambandið vísti sín áhuga, so eydnaðist
ikki at fáa judo við á fyrstu Oyggjaleikirnar á Isle of
Man og Guernsey, men á leikunum í Føroyum í 1989
eydnaðist tað.
Judo gjørdist ein fastur partur av Oyggjaleikunum
fram til leikirnar í 1995, og Føroyar fingu frálík úrslt
við fleiri medaljum. Hæddarpunktið kom, tá Føroyar
á leikunum í 1995 vunnu gull í liðkappingini.
Síðani 1995 hevur judo ikki verið partur av Oyggja
leikunum, og í tíðini eftir 1995 er Klaksvíkar Judofelag
eisini givið við sínum virksemi.
12 ár skuldu ganga, áðrenn judo aftur bleiv tikið við í
oyggjaleikaskránna. Næsta summar er judo á skránni
á Rhodos, og hetta verður vónandi árið, tá judo aftur
skal fáa lív lagað í Føroyum. Judo er harafturat sett
á skránna til leikirnar á Álandi í 2009. Í 2011 verða
leikirnar á Isle og Wight, og her var judo partur av
leikunum í 1993, seinast leikirnir vóru á Isle of Wight.
Í hesum sambandi vónar Judosambandið, at judo
ítróttin fer at fáa fleiri luttakarar í Føroyum, og at
onkur av givnu judofeløgunum fer at fáa gongd á
sítt virksemi aftur.
FAKTA UM JUDO Í FØROYUM
Nýggjar tíðir fyri
judo í Føroyum
Nú standa so nýggjar
avbjóðingar fyri framman
hjá føroysku judofeløgunum
og hjá Judosambandinum.
Judo er aftur ein partur av
Oyggjaleikunum, og her
hava føroyingar vónir um at
fáa góð úrslit, sigur Sofus.
– Vit arbeiða við at fáa
eitt sterkt og breitt lið við
til Rhodos. Ætlanin er at
fáa tveir judarar í hvørjum
vektflokki við til leikirnar,
tí her eru nógvir góðir ungir
judarar í landinum. Fleiri av
eldru íðkarunum, sum vóru
við at manna liðið á leik
unum í 1995, eru givnir, og
hetta gevur pláss fyri yngri
kreftum.
Ein stórur trupulleiki er tó
í føroyskum judo. Kvinnu
síðan er ov veik, og har
eru alt ov fáir kvinnuligir
íðkarar, ásannar formaðurin
í Judosambandinum.
– Trupulleikin hjá okkum
til Oyggjaleikirnar á Rhodos
er uttan iva kvinnusíðan. Tað
eru alt ov fáar kvinnur, sum
íðka judo, og tí er støðið eisini
lægri, enn tað kundi verið. Eg
vóni, at oyggjaleikaluttøkan
fer at broyta hetta, og at
kvinnurnar eftir leikirnar
á Rhodos fara at fáa størri
áhuga fyri judo.
Judo skal gerast fastur
táttur á leikunum
Tað er tó ikki bert hjá
kvinnunum, at støðið kundi
verið hægri. Støðið á mann
fólkasíðuni er eisini lækkað.
Grundin til hetta er, at teir
royndu íðkararnir, sum
hava verið við í 10-15 ár,
eru givnir, og at tað nú eru
yngru menninir, sum skulu
taka yvir. Hetta er Sofus
eisini klárur yvir.
– Støðið á føroyskari judo
er lækkað munandi síðani
1995, tá vit fingu okkara
besta úrslit á leikunum. Jud
arar sum Búgvi Poulsen,
Sam Vang og Ingi á Tórgarði
eru ikki við longur, og
hetta er sjálvandi við til at
lækka støðið. Men yngru
judararnir eru eisini góðir,
og teir fara heilt víst at fáa
onkra medalju. Ætlanin er
annars, at fleiri av ungu
judarunum ikki skulu vera
á toppinum fyrrenn til leik
irnar á Álandi í 2009, tí er
Rhodos eitt royndarár hjá
fleiri av judarunum.
Sofus Johannesen legg
ur afturat, at tað hevur
alstóran týdning fyri judo,
at tað verður fastur partur av
Oyggjaleikunum. Tí hevur
Judosambandið tosað við
onnur Judosambond, og
tey eru blivin samd um
at senda nógvar judarar
avstað, fyri at fáa eina so
góða judokapping á Rhodos
sum møguligt. Hetta verður
gjørt, fyri at judo skal fáa
betri møguleikar at gerast
fastur partur av leikunum.
Verður kappingin á Rhodos
væleydnað, so er ikki óhugs
andi, at aðrir vertir fara at
taka judo við til leikirnar.
At enda sigur Sofus
seg vóna, at hetta verður
byrjanin til eitt nýtt og gott
tíðarskeið fyri føroyska
judo. Hann vónar, at fleiri
føroyingar fara at fáa eyguni
upp fyri judo, ikki minst
kvinnurnar.
– Næsta summar eru 12 ár liðin, síðani judo seinast
var partur av Oyggjaleikunum, so tað vóru eini
gleðiboð fyri Judosambandið, tá vit fingu at vita, at
judo aftur bleiv partur av Oyggjaleikunum á Rhodos,
sigur formaðurin í Judosambandinum, Sofus D.
Johannesen
Í samband við at Judofelag Føroya fylti 25
ár, nýtti felagið høvi at heiðra nøkrum teirra,
sum hava gjørt eitt gott arbeiði innan judo
í Føroyum. Heisr tríggir blivu heiðraðir
leygardagin: Johannes Johannesen, formaður
og venjari hjá Sunda Judofelag í meira enn
25 ár, Jan Günther, formaður og venjari hjá
Havnar Judofelag í eitt mannaminni, og Sven
Nørspang, ið stovnaði judo í Føroyum