Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-04, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. oktober 2006síða 18

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 [ Nr. 191 - 4. oktober 2006 ] LÍF fekk ikki hol á Hvørki KÍ ella LÍF megnaðu at skora, tá 1. deildarliðini spældu landskappingardyst í Klaksvík mikukvøldið. LÍF hevði leikliga yvirvág og hevði størru málmøguleikarnar, men heimaliðið var eisini við í dystinum og hevði sínar kjansir. Í seinna hálvleiki setti LÍF trýst á og flutti nógv fólk, meðan heimaliðið lúrdi við kontraálopum. Fleiri málkjansir vóru í seinna hálvleiki, men ongantíð fór bólturin um málstrikuna. LÍF hevur verið við í stríðnum um uppflyting til Formuladeildina, men hetta stríðið var avgjørt týskvøldið, og B71 og AB eru uppflytarar. Klaksvík fingið nýtt hondbóltsfelag Í farnu viku var eitt nýtt ítróttarfelag upptikið sum limur í ÍSF. Tað var felagið Team Klaksvík, sum er eitt nýstovnað hondbóltsfelag. Felagið ætlar at hava manslið við í kappingini í vetur. Formaðurin í Team Klaksvík, Fríðin Ziskason, sigur við Norðlýsið, at høvuðsorðsøkin til, at teir fóru undir at stovna nýtt felag var, at teir ikki sleppa at spæla hondbólt í Stjørnuni. - Tað er eingin loyna at Stjørnan ikki hevur loyvt mannfólkahondbólti seinastu árini, sigur hann. Nevndin fyri nýggja felagið er mannað soleiðis: Fríðin Ziskason, formaður, Niclas Niclasen, kassameistari, Meinhardt Joensen og Kristian Andreasen. - Serliga eftir summarsteðgin hava vit spælt støðugt, og royndirnar hjá spælarunum á liðnum komu væl við í teimum avgerandi dystunum, sigur Rúni Nolsøe, spælandi venjari hjá AB Fótbóltur Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Argja Bóltfelag fer næsta ár at spæla í fremstu mans­ deildini í fótbólti fyri fyrstu ferð nakrantíð. Felagið hevur í nógv ár stremba eftir at vinna fram millum landsins fremstu feløg, og tað er nú eydnast. Hetta er aðru ferð, at høv­ uðsstaðurin hevur trý lið í fremstu deildini. Í 1977 spældu HB, B36 og Fram við í 1. deild, men tað gjørd­ ist bert til eina árið, tí Fram flutti niður aftur beinan­ vegin. Nú verður stóra takið hjá teimum, sum varða av AB, at fyrireika liðið væl til kappingina í For­ muladeildini og at fáa liðið at støðast har. FSV argaði eina løtu Týskvøldið spældi AB á heimavølli ímóti FSV2004, og tann tryggi 4-1 sig­ urin hevði við sær, at upp­ flytingin til bestu deildina var veruleiki. AB-liðið tóktist at byrja við eitt sindur nerva av týdninginum, sum dysturin hevði, men heimaliðið var tó við yvirlutan í fyrra hálv­ leiki, og tað eydnaðist eisini at gera mál. Jón Nielsen kom at standa væl fyri eftir hornasparksstøðu, og so sendi hann bóltin í málið til 1-0 til AB. FSV2004 byrjaði seinna hálvleik betur enn heima­ liðið, og gestirnir úr Vágum javnaðu AB-leiðsluna, men heimaliðið kom fyri seg aftur, og aftur var tað Jón Nielsen, sum lá fram við. Hann skoraði til bæði 2-1 og 3-1, áðrenn AB-toppskjúttin, Allan Mørkøre, staðfesti sigurin við máli til 4-1. Eftir dystin var stórur fagn­aður á Argjum, og argja­ fólk vóru komin úr øllum ættum at fylgja søguliga dystinum. Rúni ivast Tveir av stuðulsspælarun­ um hjá AB í hesum kapp­ ingarárinum hava verið All­­an Mørkøre og Rúni Nolsøe, sum eisini hevur verið venjari hjá liðnum. Teir báðir hava spælt í fremstu deild í Føroyum í nógv ár, men í ár hava teir spælt fyri AB í næstfremstu deildini, og tað hevur ver­ ið ein týðandi orsøk til, at uppflytingin gjørdist veru­ leiki. Heldur tú fram í AB? - Eg havi bíðað við avgerð­ini, men nú má eg umhugsa, um eg skal halda fram í AB. Eg dugi ikki at siga tað í løtuni, alt er opið, sigur Rúni Nolsøe. Hann heldur, at AB hevur spælt so støðugt, sum ein uppflytari má gera. - Serliga eftir summar­ steðgin hava vit spælt støð­­­ugt, og royndirnar hjá spæl­­ar­un­um á liðnum komu væl við í teimum avger­andi dystunum. Nú kenn­ist tað sera gott, at tað eydn­aðist at vinna upp­ flyting­ina. Vit hava trúð upp á tað alla tíðina, men tað kennist alíkavæl sum ein lætti, nú vit eru komnir í Formuladeildina, sigur Rúni Nolsøe. AB vann dystin ímóti FSV04 4-1, og tað var nóg mikið til at tryggja sær uppflytingina Mynd: Álvur Haraldsen Støðug avrik sendu AB í Formuladeildina Spælandi venjarin Rúni Nolsøe og toppskjúttin Allan Mørkøre fegnast um uppflytingina til bestu deildina. Nú er spurningurin, um teir báðir halda fram í AB, og tað svarið er ikki greitt enn Mynd: Álvur Haraldsen