Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-04, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. oktober 2006síða 22

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Eg standi og baksist við at fáa skitnu klæðini inn í vaski maski- nuna á einum vallaraheimi mitt í Los Angeles. Brádliga kemur ein onnur genta inn í lítla vaski rúmið. Hon hevur somuleiðis í hyggju at læna vaskimaskinuna: – Hi, where are you from? heilsar hon blídliga. – I’m from the Faroe Islands, sigi eg og geri meg til reiðar at greiða henni frá, hvar ókendu og smáu oyggjarnar liggja. – Nei, er tað sannheit... Eru tykor úr Fyrjun? sigur hon á suðuroyarmáli. Vit sessast á gólvið og fella í prát, meðan vit bíða eftir klæð- unum. Frances er hálvur føroyingur. Mamma hennara er úr Føroyum, og pápin er íri. Hóast Frances bert hevur búð í Føroyum í gott ár, tosar hon flótandi føroyskt. Tá hon búði í Føroyum, búði hon í Vági, og eg hoyri alt fyri eitt, at Suðuroyggin veruliga hevur sett sín dám á hennara málsliga fram- burð. Frances tykist at vera glað um at hava hitt onkran úr Føroyum. Hon er ikki smæðin, men sigur fegin sína lívssøgu. Fyri fýra árum síðan flutti Frances til New York fyri at stremba eftir vælkenda ameri- kanska dreyminum – møgu- leikanum at gerast víðagitin – sum sjónleikari: – Tá eg var yngri, dansaði eg ballet á Kongaliga Leikhúsinum í Keypmannahavn. Har eggjaðu tey mær til at fara til Amerika. Eg so gjørdi, greiðir Frances frá og rembir sær á gólvinum. Mamma Frances, Elin Nolsøe, gjørdi av at stuðla dóttrini og valdi at siga starvið frá sær, selja húsini í Danmark og flyta til New York saman við Frances: – Eg noyddist veruliga at byrja á botninum í New York. Tað var sera hart fíggjarliga, kropsliga og sálarliga. Í byrjanini angraði eg á ein hátt, at eg var farin. Alt var so ómetaliga stórt og tómt. Eg græt, svav illa um næturnar og spurdi ofta meg sjálva: Er tað veruliga vert at ofra so nógv fyri at røkka dreyminum? Men í dag eri eg vís í, at eg havi valt rætt, sigur Frances. Hon leggur afturat, at uttan mammu sína hevði hon ikki megnað mótburðin og óvissuna, sum fyltu tilveruna í New York. Í New York byrjaði Frances á einum sjónleikaraskúla. Skúlin var sera dýrur, og eftir eina tíð noyddist hon at gevast: – Skúlin var góður, men har slapp eg ikki at gera film, og pengarnir vóru næstan uppi, so eg fór heldur á ein annan skúla. Har lærdi eg at dansa hipp hopp og at gera film, sigur Frances, sum treivst væl á nýggja skúla- num: – Eg var har í tvey ár, lærdi ótrú- liga nógv og slapp somuleiðis at – Mítt mál er at spæla skemtifi lm saman við Jack Nicholson, sigur 20-ára gamla Frances Nolsøe o’Hara, sum seinastu fýra árini hevur búð í USA og ætlar sær at gerast kend fi lmsstjørna Samrøða Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo Myndir: Sissal Poulsen Fer eftir amerikanska dreyminum 20-ára gamla Frances Nolsøe o’Hara: – b s s e s g s v a e s H m m s Í e v n – s p e H o s n – l