Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-04, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. oktober 2006síða 23

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 gera nógv ymiskt modell arbeiði, sigur hon. Men lívið í New York var fram- vegis hart, og hóast Frances arbeiddi dúgliga dag sum nátt og menti seg nógv, varð dreymurin ikki veruleiki. Eg fekk niðurlag eftir niðurlag. Eg var til fleiri ‘auditions’, sendi modellmyndir inn til eini hundrað ‘bureau’ og fekk fleiri smáarbeiði. Men New York er ein lorta býur. Øll eru øgiliga egoistisk og leggja lítið í onnur enn seg sjálv. Heldur ikki eru ‘bureauini’ bangin fyri at lúgva og sápla teg niður, hóast tú hevur góð evni, sigur Frances, sum varð snýtt fyri fleiri túsund dollarar hetta tíðarskeiðið: – Tað var ikki, fyrr enn eg sjálv – uttan ein ‘ manager’ ella eitt ‘bureau’ – royndi at finna mær arbeiði, at eydnan var við mær. Eg legði fleiri myndir út á alnetið, og tær góvu úrslit, leggur hon dent á. Telefonin hjá Frances kimaði, og hon fekk fleiri uppgávur og kon- taktir. Men enn kundi Frances ikki liva av sínum arbeiði: – Tú kanst gott vera ein framúr góður sjónleikari ella modell, men um tú ikki hevur røttu kon- taktirnar, eru tú lítið verd í hesi vinnuni. Álítandi keldur hava greitt mær frá, at Tom Cruise og Keanu Reeves saman við øðrum kendum stjørnum ikki høvdu rokkið toppin, um tey frá barns- beini ikki høvdu røttu kontakt ir- nar, sigur Frances, sum fyri hálv- um ári síðan tó var sera heppin og hitti – sum hon sjálv sigur – ein góðan og effektivan films- stjóra, sum bað hana heldur koma til Los Angeles: – Ikki fyrr enn eg kom til L.A., havi eg veruliga sligið ígjøgnum. Eg havi gjørt ein stuttfilm, og filmsstjórin hevur stórar ætlanir við mær. Í kvøld skulu vit nevni- liga út at eta saman við fleiri øðrum filmsstjórum. Uha, eg eri spent! – Mítt mál er at kunna liva sum sjónleikari, men eg ætli mær tó ikki at siga ja takk og amen til alt. Hin vegin er mítt ynski at sleppa at spæla ein skemtifilm saman við Jack Nicholson. Hóast tað verður trupult at røkka hes- um ynski, fari eg veruliga at stremba eftir tí. Eg skal, eg vil og eg megni tað, sigur Frances og situr eina løtu og hugleiðir um, hvat hon skal fara í, nú hon skal út at eta á fínari gourmet mat- stovu við kendum filmsstjórum: – Eg fari í ein svartan kjóla, mín- ar Jennifer Lopez skógvar og ein hvítan klædningsjakka. Eisini fari eg at seta hárið upp, sigur hon og flennir hjartaliga. Vaskimaskinan er liðug, og vit leggja hálvvátu klæðini saman. Frances skundar sær upp á kam- ar ið at gera seg til reiðar. Ein tíma seinni kemur hon rennandi oman trappurnar: – Nú eri eg klár. Riggar taskan? spyr h on. Eg játti og smílist aftur til henn- ara. Hon gevur mær eitt lítið klemm: – Á, sum eg eri fegin um at síggja onkran føroying aftur. Eg havi ongan sæð, síðan eg kom til USA, sigur hon at enda og fer av stað. Eg fylgi henni við eygunum eftir Hollywood Boulevard. Hon gongur á ‘The Walk of Fame’ – gøtan, har tey kendu hava fingið teirra navn skrivað á eina stjørnu. Hvør veit... Kanska Frances Nolsøe o’Hara einaferð fer at standa á eini stjørnu...? Frances veittrar eftir einum gulum hýruvogni. Hon setir seg aftan og fer koyrandi av stað. Í skýmingini gongur leiðin til Beverly Hills.