Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-04, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. oktober 2006síða 24

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Gestir hava seinastu árini spælt heyst konsertir í Keypmanna- havn. Í fjør og fyrra árið var tað í sambandi við AME tiltøkini og pallurin var Vega. Men í ár var tað ovasta hæddin á Norður Bryggj uni, ið var karmur um Gestir, ið vitjaðu leygarkvøldið. Hóast Gestir í ár vóru einsamallir á spæliskránni, so var rættiliga fitt av fólki savnað á gamla pakkhusloftinum. Stólarøðini, ið vanliga geva rúminum ein eitt sindur stirvnan dám vóru burtur, og í staðin stóðu stólar úti við veggin, nøkur borð stóðu mitt í rúminum, og annars var gólvið tómt framman fyri pallin. Um ætlanin var at skapa eina standi konsert, so miseydnaðist tað. Tí fólk setti seg beint á gólvið. Men til hesa konsertina tyktist hetta hóskandi og stólarøðini høvdu verið ov reglulig til heitu og inniligu upplivingina, ið konsertin gjørdist TVEIR SAMLEIKAR Konsertin var býtt í tvey sett. Eg skilti á trummuleikaranum Jógvan Andreas á Brúnni, at hetta var ikki upprunaliga ætlan- in hjá bólkinum, men at fyrireik- ararnir høvdu kravt, at teir høvdu ein steðg. Hvussu er og ikki, so tyktist steðgurin sera hóskandi, og settini tyktust eisini at hava hvør sín samleika. Í fyrra settinum spældu strúk- ararnir Angelika og Tóri ein stór- an leiklut, løgini vóru sum heild heldur friðarligari enn løgini í seinna setto. Tað var merkisvert hvussu væl bólkurin spældi. Hetta vísti veruliga tí stóru menningina Gestir eru farin í gjøgnum, bæði hvør tónleikari í sær og sum bólkur, hetta síðan bólkurin kom fram á føroyska tónleikapallinum. KNÚT TRAÐKAÐI Í KARAKTER Strúkararnir lyftu løgini og gjørdu tey uppaftur meira innilig. Men bólkurin vísti eisini, at hann dugdi at larma hetta kom til sjóndar í larmuttum pettum, t.d í Úr undirgrundini, ið var tað fyrsta lagið, har Knút Háberg Eysturstein traðkaði ordiliga í karakter, sum vit eru von at síggja hann í eitt nú Marius. Hetta skal ikki síggjast sum kritikkur av spælinum hjá Knúti, ið var gott alt kvøldið, men í Marius er man farin at vænta øgiliga nógv av honum, og í pørtum av konsertini leygar- kvøldið, tyktist hansara leiklutur ikki eins týdningarmikil sum í Marius. Strúkararnir stjólu eitt sindur av hansar toru. Men so í øðrum løgum var Knút sera markantur. Hetta var t.d. gald- andi í Úr undirgrundini og í fyrra parti av seinna setti, tá strúk ar- arnir ikki vóru við. Konsertin fekk eina løtu ein eitt sindur punkk- endan dám, og Gestir rokkaðu væl og virðiliga. STERKT SEINNA SETT Øll løgini í seinna setti stóðu sterk, nevnast kunnu løg sum Hvørt Fótafet, Synd, Heimloysi, ið vóru sera sterk, og tú sat við eini kenslu av, at í larmutta rokki- num eru Gestir bestir. Tá strúkar- arnir komu við aftur í seinnu helvt av øðrum setti, sluppu vit endiliga at uppliva strúkararnar villar í villu pettunum, hetta hevði eg saknað í støðum. Tó so, henda uppliving gjørdist ikki optimal. Ljóðmaðurin, ið annars gjørdi eitt gott arbeiðið alt kvøld- ið, gloymdi hvørja ferð at skrúva strúkararnar harðari frá, tá hini ljóðførini fóru at larma, og tí druknaði spæli hjá Angeliku og Tóra fleiri ferðir í larminum. Konsertin endaði við eini sera góðari útgávu av Burtur frá Toftunum, áðrenn ein rokkútgáva av Døgg varð spæld sum eyka- lag. Fyrra sett var endað við eini friðarligari útgávu av Døgg, ið Ólavur og strúkararnir spældu einsamøll. Men í eykalagnum varð lagið rokkað, sum ongantíð áður. Tað var inniligt og ógvisligt, og tú vart ikki í iva um, at hetta var endin á konsertini, eitt veru- ligt brak. Tað taldi tí ikki upp fyri konsertupplivingina, at Ólavur lat seg klappa inn aftur á pallin enn einaferð, har hann framførdi eitt av sínum gomlu løgum. STÓRT FJØLBROYTNI Samanumtikið var konsertin sera fjølbroytt. Hon skiftið millum tað inniliga, tað gandakenda og tað ógvilisliga og larmanandi og Gestir meistraðu alt. Visuelt er bólkurin vorðin nógv meira úteftir vendur, og tú verður nú drigin við sum áskoð- ari. Á konsertini leygarkvøldið koyrdi filmur á lørifti aftan fyri bólkin. Hesin riggaði í støðum væl, men tyktist í stóran mun ikki at hava so nógv uppá seg. Ummæli Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Gestir á bryggjuni Konsertin við Gestum á Norður Bryggjuni í Keypmannahavn gjørdist ein innilig og heit útferð í ymiskar partar av rokkinum. Í støðum riggaðu filmklippini aftan fyri bólkin væl mynd: Símun Jóannesarson Strúkararnir lyftu ljóðmyndina og skaptu stemning mynd: Símun Jóannesarson Mitt í rúminum vóru borð sett upp, har áhoyarin kundi sita og njóta okkurt drekkandi mynd: Símun Jóannesarson Á hugnaliga pakkhúsloftinum spældu Gestir eina inniliga konsert mynd: Símun Jóannesarson