mikudagur 4. oktober 2006síða 25
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Joey Moe
til Føroyar
Konsert
Rókur Jákupsson Jakobsen
(rokur@sosialurin.fo)
Um vit skulu royna at lýsa
Joey Moe, sum kundi ein
freistast at siga, at talan er
um tann danska Justin
Timberlake. Joey er ein
vakur ungur maður, hann
syngur ein bleytan, nú tím-
ans tóna, og dansar sum
ein sannur entertainari. At
síggja og hoyra til, er hann
ein totalur poppari. Lagið
»Flip it (like a DJ)« er rættur
dreingjareyvspoppur, sum
vit kenna hann úr USA.
Sostatt kann føroyski ung-
dómurin (kanska serliga
genturnar) gleða seg til eina
fríska og øðrvísi konsert,
enn vit eru von við her
heima.
Hóast bara 20 ára gamal, er
Joey longu eitt stórt navn í
Danmark. Hann hevur
arbeitt miðvíst við dreymi-
num um at liva av at syngja
popp í 10 ár. Tá ið Joey var
10 ár broyttist lív hansara.
Tá hoyrdi hann dreingja-
bólkin »Backstreet Boys«
fyri fyrstu ferð, og tá var
ongin vegur aftur. Joey visti
tá, at hann skuldi verða
sangari.
Hann stovnaði bólkin
»No thing Special«, og hóast
hesin bólkur ikki gjørdist
nøkur risa succes, var tað í
hesum bólki, at Joey veru-
liga menti seg sum sangara
og dansara. Hann brúkti
hvørja einastu fríløtu uppá
at syngja og dansa, og
úrslitið er har eftir. Og tað
hoyrist, at hesin maðurin
tekur popptónleikin í álvara.
Tónleikaslagið verður av
Joey sjálvum lýst sum
heitur (hot) R´n´B tónleikur.
At Joey telist millum tey
stóru í Danmark er ongin
loyna. Joey Moe hevur m.a.
hita upp fyri Johnny Deluxe
á konsertferð teirra í fjør, og
tað er ikki hvørjum manni
beskorið. Hetta var enntá
áðrenn fyrsta fløgan
MoeTown kom út í mars í
ár. MoeTown hevur fingið
sera góða móttøku í
Danmark.
Ein tilvildarligur dagur á
Ráðhúsplássinum
Ein dagin gekk unglingin
Joey Moe á Ráðhúsplássi-
num í Keypmannahavn. Har
møtti hann tveimum harr-
um, sum eita Jon og Jules.
Hesir báðir eru betur kendir
sum Nic og Jay. Joey gav
teimum sína demoplátu, og
eitt korter seinni ringdi teir,
og søgdu at teir vildu gera
tónleik saman við honum.
Nic og Jay hava sítt egna
produsarafelag, sum teir
rópa Nexusmusic, og er
hetta felag forkunnugt í
Danmark. Hendan dagin
byrjaði ferðin hjá Joey Moe
upp ímóti stjørnunum.
Tann 6. mars í ár kom úr -
slitið. Fløgan “MoeTown”
varð útgivin, og ummælarar
og almeningurin hava tikið
sera væl ímóti henni.
Hóast Joey er ein stjørna í
heimlandinum, er hann
eyðmjúkur og vil ikki leypa
framav.
– Eg dugi at syngja, dansa
og spæla klaver. Sostatt
kann eg geva eitt heilstoypt
show, tá eg spæli mín
tónleik. Men eg eri ikki
heimsins besti, sigur hann
lítillátin
Joey Moe er tónleikur
Joey er ættaður úr Hawaii,
men er uppvaksin á Amager
í Keypmannahavn. Joey
sigur við www.tjeck.dk, at
hansara alskur til tónleikin
er sera stórur, líkasum hann
hevur verið tað í fleiri ættar-
lið í Moe familjuni.
– Eg eri uppvaksin í einum
tónlistarligum umhvørvi.
Mamma mín er ein dugna-
lig songkvinna, og tónleikur
hevur altíð verið ein partur
av mær, sigur Joey við
www.tjeck.dk
Mamma Joey, Lupe Moe, er
ein kend songkvinna í Dan-
mark. Hon hevur sungið
saman við teimum flestu
tónleikarum í Danmark, og
hevur saman við systur síni,
verið millum tær mest um -
bidnu sangarum í Danmark.
Og danir hava tikið tónleikin
hjá Joey Moe til sín. Fyrsta
stakfløgan “Flip it (like a DJ)
gjørdi um seg á donsku hit -
listunum síðsta vetur, og alt
bendir á, at framferðin
heldur áfram. Saman við
Nic og Jay, hevur Joey
skapt eina nútímans fløgu,
sum hevur eina góða
breidd. Har eru skjót dansi-
løg á fløguni, og eisini eru
inniligar balladur at finna á
henni.
Joey Moe verður at hoyra
fríggjakvøldið í Eclipse í
Havn og leygarkvøldið í
Mentunarhúsinum í Fugla-
firði. Úr Fuglafirði verður
sagt, at bussar koyra úr
Havn og Klaksvík til kon sert-
ina.
Á Portal.fo undir Kykmyndir
liggja tvey sjónbandaløg hjá
Joey
Heitasta navnið í donskum R´n´B
tónleiki spælir komandi vikuskiftið
í Eclipse í Havn og Mentanarhúsinum
í Fuglafirði. Talan er um ein ungan
mann, sum avgjørt gongur einari
bjartari framtíð í møti.