mikudagur 4. oktober 2006síða 27
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
tíðindi
Nr. 191 - 4. oktober 2006
útlond
SAMBAND
árni joensen
fartekst@mail.dk
tlf 341800
Stutt sagt
– Hetta hjálpir ikki einum flokki, ið sigur seg verja tey
kristnu virðini
konservativur stovnsleiðari í USA
Minst eitt fólk doyði, tá
eitt ómannað flogfar hjá
ES-herdeildunum í Kongo
datt niður í høvuðsstaðnum
Kinshasa í gjár.
Nógv fólk í Kongo
vilja hava teir evropeisku
hermenninar av landinum,
og tilburðurin í gjár bøtti
ikki um umdømið hjá
hermonnunum. Tá flog
farið var dottið niður,
komu fleiri hundrað fólk
saman nærhendis van
lukkustaðnum. Tey róptu
ókvæmisorð eftir her
monnunum og kravdu, at
teir fóru úr Kongo alt fyri
eitt, skrivar AFP.
Talsmenn hjá ES-her
monnunum siga seg ikki
vita, hví tað ómannaða
flogfarið datt niður. Hetta
er annað flogfarið, sum
deildirnar hava mist í
Kongo. Tað fyrra varð
skotið niður í juli.
ES-hermenninir
og
hermenn hjá ST eru komnir
til Kongo at tryggja lóg og
landaskil upp undir seinna
umfar av forsetavalinum,
sum verður seinni í mán
aðinum. Valið er tað fyrsta
har av sínum slaghi í meiri
enn 40 ár.
Ómannað flogfar datt niður
Amerikanska stjórnin hev
ur gjørt av, at Guatemala
skal sleppa undan at rinda
pengar, sum landið skyldar
amerikanska ríkiskassanum.
Tilboðið er kortini ikki
ókeypis, tí USA krevur,
at Guatemala skal brúka
160 milliónir krónur til
umhvørvisvernd afturfyri.
Umboð fyri tær báðar
stjórnirnar hava í seinastuni
tingast um eina avtalu,
sum hevur fingið heitið
„skuld fyri umhvørvi“.
Amerikanarar hava kravt,
at myndugleikarnir í
Guatemala skulu seta fleiri
umhvørvisverndartiltøk
í verk í fýra landspørtum
tey næstu 15 árini, og tað
hevur stjórnin í Guatemala
nú játtað at gera, skrivar
AP.
– Nógvur tropiskur regn
skógur er í teimum fýra
landspørtunum, og hann skal
verjast, segði amerikanski
samráðingarleiðarin, Peter
Seligmann, tá avtalan bleiv
undirskrivað. Hann helt, at
avtalan kann vera fyrimynd
fyri onnur lond, tí hon er
eitt gott dømi um, hvussu
umhvørvisvernd
kann
fremjast í verki, helt hann.
Strika skuld fyri umhvørvið
„A.P. Møller og Hustru
Chastine
Mc-Kinney
Møllers fond til almene
formaal“ ella Almue
fonden, sum hann vanliga
verður róptur, er nógv tann
størsti grunnurin í Danmark,
og fleiri eru tey, sum hava
fingið gagn av pengum úr
grunninum. Tann størsta
gávan, sum grunnurin
nakrantíð hevur latið, er
tað nýggja operahúsið í
Keypmannahavn, sum kost
aði 2,6 milliardir krónur.
Nú er líkt til, at grunnurin
fer at lata fleiri stórar gávur í
framtíðini, skrivar Berlingske
Tidende. Grunnurin hevur
eisini nóg mikið at lata
av. Hann eigur 40 prosent
av partabrøvunum í fyri
tøkuni A.P. Møller-Mærsk,
og við dagsins kursum eru
tey meiri enn 90 milliardir
krónur verd, skrivar blaðið.
– Operahúsið var nakað
fyri seg, men tey seinastu
árini hevur grunnurin latið
fleiri aðrar stórar gávur til
ymsar verkætlanir, og tað
er einki at ivast í, at hetta
fer at halda fram, sigur
stjórin í grunninum, Ove
Hornby, við Berlingske
Tidende.
Fleiri gávur frá Mærsk
Almuefonden hjá A.P.
Møller fer ætlandi at lata
fleiri stórar gávur í komandi
árum
Ótespiligu teldu
brøvini hjá Mark
Foley kunnu kosta
republikanarunum
meirilutan í Umboðs
mannatinginum og
Senatinum
Í síðstu viku viðgekk
republikanski politikarin
Mark Foley, at hann hevði
sent ørindadreingjunum
í Kongressini teldubrøv
við seksuellum innihaldi.
Samstundis boðaði hann
frá, at hann tók seg úr
umboðsmannatinginum.
Men tann demokratiska
andstøðan luktar blóð, tí í
næsta mánað verður val, og
sexgølan kann lættliga hava
við sær, at republikanararnir
missa meirilutan bæði í
Umboðsmannatinginum og
Senatinum.
Tað hevur ikki bøtt
um støðuna hjá republ
ikanarunum, at formaður teirra
í Umboðsmannatinginum,
Dennis Hastert, hevur við
gingið, at hann visti um tey
ótespiligu teldubrøvini hjá
floksfelaganum fyri fleiri
mánaðum síðani, og at hann
einki gjørdi við málið. Nú
krevja demokratarnir, at
hann skal leggja frá sær, men
Dennis Hastert hevur valt at
seta hart ímóti hørðum.
-Eg fari ongan veg, segði
hann í gjár.
Harður ágangur
Politiskir eygleiðarar í
Washington siga, at rep
ublikanski flokkurin kann
lættliga tapa valið tann 7.
november. Flokkurin hevur
verið fyri hørðum ágangi í
seinastuni. Fyrst kunngjørdu
fregnartænasturnar, at tað
gongur als ikki so væl í
Irak, sum stjórnin vil vera
við, og í vikuni kom tann
kendi rithøvundurin Bob
Woodwaad við enn einar av
sínum avdúkandi bókum.
Hesaferð loeggur hann
George W. Bush, forseta
og stjórnina undir at dylja
sannleikan um Irak fyri
amerikanska
fólkinum.
Oman á hetta koma so teldu
brøvini hjá Mark Foley og
tað, at Dennis Hastert visti
um tey uttan at rætta hond
frá síðu.
Eygleiðarar siga, at
tann stóri spurningurin
er, hvat teir evangeliskt
kristnu kjarnuveljararnir
hjá republikanarunum siga
um avdúkingarnar. Velja
fleiri teirra at sita við hús
valdagin fyri at vísa sína
misnøgd, kann tað kosta
republikanarunum dýrt.
- Hetta hjálpir ikki einum
flokki, sum sigur seg verja
tey kristnu virðini, sigur
formaðurin í konservativa
felagsskapinum
Family
Research Council við The
Washington Post.
Joy Gaylord, sum var
ráðgevi hjá fyrrverandi rep
ublikanska leiðaranum Newt
Gingrich, sigur, at Foley-
gølan kann lættliga tryggja
demokratunum sigurin tann
7. november.
FBI kannar málið
Samveldisløgreglan FBI
kunngjørdi í gjár, at hon er
farin undir at kanna málið
um teldubrøvini hjá Mark
Foley. Í fyrsta lagi skulu
løgreglumenninir
lesa
teldubrøvini, og síðani fara
teir at avhoyra dreingirnar,
sum fingu tey. Tann yngsti
er 16 ára gamal. Mark Foley
verður væntandi eisini
avhoyrdur.
Sjónvarpið ABC hevur
longu almannakunngjørt
innihaldið í nøkrum av teldu
brøvunum hjá Foley. Í einum
teirra spyr Foley ein av
teimum ungu dreingjunum,
um teir báðir ikki skulu
hittast aftan á arbeiðstíð.
Sakførarin hjá Mark Foley
segði í gjár, at politikarin
hevði havt trupulleikar við
rúsdrekka, og at hann hevði
verið ávirkaður, tá hann
skrivaði teldubrøvini. Men
fólk, sum hava arbeitt saman
við Mark Foley, siga við
amerikonsku bløðini, at tey
hava ongantíð havt varhugan
av, at hann drakk.
Sex-gølan í Kongressini
kann kosta Bush dýrt
-Eg vamlist og eri sera
vónbrotin, sigur George
W. Bush, forseti, um
avdúkingarnar
Demokratarnir krevja, at Dennis Hastert skal leggja frá sær sum formaður í
Umboðsmannatinginum, tí hann visti um teldubrøvini uttan at rætta hond frá síðu