Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-04, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. oktober 2006síða 28

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 191 - 4. oktober 2006 bilar SAMBAND magnus gunnarsson maggi@sosialurin.fo tlf 341800 fax 341801 Á altjóða bila­fram­ sýningini í Paris sýna Peugeot ein villan konseptbil. Talan er um 908 RC við 5,5 litur V12 HDI turbo dieselmotori við 700 hk og tveimum sótfiltrum Bilar Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Tey flestu eru ivaleyst samd um, at hesin Peugeot 908 RC sær út av nøkrum. Sannleikin er, at hann bæði sær út av nøkrum og er nakað. Við V12 motori við 700 hk upp á tvørs, framman fyri bakaksulin, og automatiseraðum 6-trins girkassa, hevur bilinum eina toppferð upp á yvir 300 km/t. Bilurin hevur 20” hjól framman og 21” aftan. Peugeot eru kendir fyri sítt logo við eini leyvu í, og designið skal minna um eina liggjandi leyvu. Designið hava Peugeot sjálvir staðið fyri. For­ rút­urin er sera stórur og gongur langt aftur á takið fyri at geva føraranum gott útsýni. Í kabinuni er alt leður, træpanelir og polerað aluminium. Ivasamt er um júst hesin bilurin verður fram­leiddur. Hann er mest gjørdur fyri at vísa, hvussu vit kunnu vænta, at Peugeot bilarnir koma at síggja út í framtíðini. Peugeot 908 RC: Liggjandi leyva við 300 km/t Peugeot 908 RC. Designið minnir um eina liggjandi leyvu. Hurðahandtøkini eru fjald Úr hesum vinklinum sæst, at motorurin situr aftan Peugeot 908 innan. Bilurin er sera framkomin í allar mátar Designið skal minna um eina liggjandi leyvu Alt takið glas. Forrúturin og takið ganga í eitt