Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-04, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. oktober 2006síða 29

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 191 - 4. oktober 2006 29 Jeep Commander ársins 4x4 Eftir royndarkoyring í Wales í eina viku hava enskir motorjournalistar og off-road blaðið ”4X4”, ið er eitt av størstu bløðum innan sítt øki á enskum, kosið Jeep Commander sum ársins 4x4. Av 50 møguligum stigum fekk Jeep Commander 39 stig. Ein orsøk til at Jeep Commander fekk so nógv stig, var tað framkomna Quadra-Drive II systemið, verður sagt frá domsnevndini. Enskir motorjournalistar og off-road blaðið ”4X4” hava kosið Jeep Commander sum ársins 4x4 BMW hava selt rættindini til navnið Rover til Ford, hóast kinesiski bilgiganturin, Shanghai Automotive Indu­ stry Corporation (SAIC) herfyri keypti ensku MG- Rover verksmiðjuna. Rover er eitt yvir 100 ára gamalt bilmerki við langari enskari traditión. Ford hava síðan 2000, tá BMW seldu Land Rover til Ford, havt forkeypsrættin til Rover-navnið. Hvussu nógv Ford hava latið fyri Rover navnið verður ikki upplýst, men Shanghai Automotive Indu­ strial Corporation bjóðaðu 16,3 milliónir (evro) og fingu tað tó ikki. Reyni Service og Auto Service, sum umboða tilsamans sjey ymisk bilmerkir, hava gjørt samstarvsavtalu við Shellstøðina í Trongisvági um eftirlit og smærri umvælingar av teirra bilmerkjum í Suðuroy Bilasøla Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Frá 1. oktober 2006 hava bilfyritøkurnar Reyni Ser­vice og Auto Service gjørt samstarvsavtalu við Shellstøðina í Trongisvági um eftirlit og smærri um­væl­ ingar av teirra bilmerkjum í Suðuroy. Jákup Midjord í Hvalba, sum herfyri keypti ognina frá Mogens Petersen, sig­ ur, at tey eisini koma at liggja inni við tilfari sum t.d. brochurum, prísum og øðrum í hesum sambandi. Eivind av Reyni stjóri hjá Reyni Service, sigur, at avtalan við Jákup Mid­jord og Shellstøðina í Trong­ isvági fyrst og fremst er ein tænasta til teirra kundar í Suðuroy. Reyni Service og Auto Service umboða bilmerkini: Toyota, Lexus, Iveco, Opel, Peugeot, Nissan og Saab. Jákup Midjord er 37 ára gamal. Hann lærdi til bil­ mekanikara hjá Mogens Petersen og hevur arbeitt har í tilsamans 17 ár, til hann nú keypti fyritøkuna sum umfatar olju- og bensinsølu, handil og bilverkstað, bæði mekaniskt og skaða- og lakkeringsverkstað fyri øll bilmerkir. Á Shellstøðini í Trongis­ vági starvast tilsamans tíggju fólk. Shellstøðin í Trongisvági: Umboð hjá Reyni Service og Auto Service bilar Reyni Service og Auto Service gjørt samstarvsavtalu við Shellstøðina í Trongisvági um eftirlit og smærri umvælingar av teirra bilmerkjum í Suðuroy Rover-navnið selt til Ford BMW hava selt rættindini til navnið Rover til Ford, hóast kinesiski bilgiganturin, Shanghai Automotive Industry Corporation (SAIC) herfyri keypti ensku MG-Rover verksmiðjuna