hósdagur 5. oktober 2006síða 5
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 192 - 5. oktober 2006
5
tíðindi
- Mátingar vísa, at tá
ið ferðslan er mest, er
fimm ferðir so nógv
av vandamiklum gassi
í Hvalbiartunlinum,
sum loyvt er í Noregi
Hvalbiartunnilin
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Tað kann vera hættisligt
og í ringasta føri kann tað
vera lívshættisligt at koyra
ígjøgnum Hvalbiartunnilin.
Tað vísa kanningar, sum
Bygdaráðið í Hvalba hevur
gjørt.
Hvalbiar Bygdaráð hev
ur havt serfrøðingar at
kanna umstøðurnar í Hval
biartunlinum. Og úrslitið
av teimum kanningunum er
skakandi.
– Tunnilin lýkur ikki fleiri
av teimum trygdarkrøvum,
sum í dag verða settir til tunl
ar og og tað setir fleiri fólk
enn neyðugt í eina hættisliga
støðu varð upplýst, tá ið
bygdaráðið umrøddi støðuna
á bygdaráðsfundi herfyri.
Men tunnilin er ikki bara
ein trygdartrupulleiki.
Hann er eisini so lágur,
at nógvir vinnubilar fáa
als ikki brúkt hann og tað
er ein stórur meinbogi fyri
kappingarførið hjá vinnu
lívinum í Hvalba.
Hetta hevur nú ført við
sær, at bygdaráðið í Hvalba
hevur heitt á politikarar um
at bøta um Hvalbiartunnilin
sum skjótast.
Nógv trygdarkrøv
sett til viks
Fyri at stuðla uppundir
áheitanina um at fáa tunn
ilin
dagførdan,
hevur
Hvalbiar Bygdaráð heitt á
serfrøðingar í tunlum um at
kanna tunnilin.
Ùrslitið av teimum kann
ingum er, at í Hvalbiartunl
inum eru fleiri trygdarkrøv
sett til viks.
Hvalbiartunnilin er tann
fyrsti í landinum og hann
varð gjørdur fyri yvir 40 árum
síðani. Men síðani hann var
gjørdur, eru trygdarkrøvini
til tunlar nógv økt, men her
hevur Hvalbiartunnilin ikki
fylgt við.
Ì hesum sambandi eru
mátingar gjørdar av, hvussu
stórt útlátið av gassi frá
bilunum er í tunlinum.
– Úrslitið av teimum
mátingunum vísir, at tá ið
nøgdin av vandamiklum
gassi í tunlinum mest, er
heili fimm ferðir so gass í
tunlinum sum norskir mynd
ugleikar góðtaka.
– Tá ið nógv ferðsla er í
sambandi við grind, fótbólt,
siglingina hjá Smyrli, bingo
ella aðrar hendingar og
onnur tiltøk, hendir tað seg
javnan at steðgur kemur í
ferðsluna í tunlinum og tá
er tað heilsuskaðiligt, og í
ringasta føri lívshættisligt, at
vera inni í tunlinum í longri
tíð.
Skerjir kappingarførið
hjá vinnuni
Men tað eru ikki bara
trygdarviðurskiftini sum
gera, at Hvalbingar vilja
hava ábøtur á tunlinum.
Hvalbiartunnilin er so
lágur, at nógvir vanligir
vinnubilar fáa ikki brúkt
hann og tað er eitt stórt
bakkast fyri vinnulívið í
Hvalba.
Og tað er ikki sørt av
virksemi í bygdini, men tað
hevur torførar umstøður,
sum er.
Eitt stórt flakavirkið er í
bygdini og tað arbeiddi yvir
4000 tons í fjørð.
– Men flutningurin av fiski
til og frá virkinum má fara
fram í serbygdum bilum,
tí vanligir bilar sleppa ikki
ígjøgnum tunnilin.
– Tá ið virkið í Hvalba
keypir fisk aðrastaðni frá,
má hann fyrst umskipast
á Tvøroyri, áðrenn hann
kann koyrast til Hvalbiar í
serbygdum lastbilum. Og
keypa virki aðrastaðni í
landinum fisk frá bátum,
sum avreiða í Hvalba, má
fiskurin eisini fyrst koyrast í
serbygdum bilum úr Hvalba
til Tvøroyrar og har má hann
so aftur umskipast í aðrar
bilar.
Sama skilið er, tá ið
virkaður fiskur frá flaka
virkinum í Hvalba skal
avskipast. Fyri tað mesta er
talan um fesk fløk, sum fara
av landinum við Norrønu.
Men flutningsvognarnir
hjá Norrønu sleppa ikki
ígjøgnum tunnilin og tí
mugu fløkini fyrst koyrast
á Tvøroyri í serbygdum bil
um og so mugu tey aftur
umskipast í vognarnar hjá
Norrønu.
– Hetta førir við sær, at
flakavirkið í Hvalba hevur
stórar útreiðslur, sum onnur
virki ikki hava. Men tað
førir eisini við sær, virkið
missur framleiðslutíð og
alt tað er eitt stórt bakkast
fyri kappingarførið hjá virk
inum.
Sama støðan er hjá tanga
bilum, betongbilum og
aðrastaðni, har tørvur er á
tungum flutningi.
Nýggjur tunnil
besta loysnin
Bygdaráðið í Hvalba sigur,
at tað eru tveir mátar at loysa
trupulleikan upp á.
Antin kann tunnilin víðk
ast og nútímansgerast, ella
kann ein nýggjur tunnil
gerast.
At víðka tunnilin kostar
einar 150 milliónir vísa
útrokningar, sum tunnilskøn
hava gjørt. Tað fer at taka eitt
ár, men tað fer samstundis
at tarnað ferðsluna ógvuliga
illa.
Ein nýggjur tunnil fer
at kosta 160-210 milliónir
krónur, alt eftir, hvar hann
verður lagdur og tað fer at
taka hálvtannað til tvey ár.
Men verður hann lagdur
niðri í dalinum, er linjufør
ingin nógv betri og tað hevði
verið ein stórur fyrimunur
fyri samferðsluna ímillum
Suðuroy og meginøkið í
framtíðini.
Og tá slepst eisini undan
Kolavegnum, sum er vanda
mikið vegastrekki, bæði til
kava og vind, men eisini til
omanlop.
Mangl
andi
trygdar-
krøv
í Hvalbiar
tunlinum
Serfrøðingar,
sum hava kannað
Hvalbiartunnilin
vísa á hesi
trygdarkrøvini,
sum
Hvalbiartunnilin
ikki lýkur:
– Hann hevur ongi ljós og
merkingin er vánalig.
– Hann hevur onga
ventilatión.
– Hann hevur hvørki tele
fon, útgerð til eldsløkking,
mátitól til gass, mátitól
til sýni, hann hevur ongi
vendipláss og hann hevur
hvørki neyðsamband, far
telefonsamband ella radio
samband.
– Ongin vatnrenna er í
norðara enda í tunlinum,
so í frosti er vegurin sera
hálur langt inn í tunn
ilin, samstundis sum
krapt sving er í vegnum
beint uttanfyri tunnilin.
Somuleiðis hanga stórar
glerpípur undan loftinum
og tað er til stóran vanda
fyri bilar og ferðandi.
– Gjøgnumtrekkurin
er vánaligur og tí verður
nógv gass og vánaligt sýni
í tunlinum, tá ið ferðslan
er nógv.
– Tunnilin er merktur
av, at hann er ikki røktur
nóg væl.
– Vegurin til tunnilin
hvalbiarmegin setir seg
ójavnt tí nógvastaðni er
tilfarið so vánaligt, sam
stundis sum omanlop og
vindur er til vanda fyri
ferðsluna.
– Kemur eldur í ein bil
inni í tunlinum, er ongin
útgerð at stýra roykinum
og ongin útgerð at sløkkja
eldin við.
– Tað er heldur ongin
møguleiki at boða frá
eldinum og tað er ongin
útgerð sum forðar øðrum
bilum at koyra inn í
tunnilin.
Hvalbiartunnilin fullur
av vandamiklum gassi
Hvalbiartunnilin lýkur ikki fleiri av teimum trygdarkrøvum, sum verða sett til tunlar í dag og í vissum førum er tað heilsuskaðiligt, og onkuntíð eisini lívshættisligt,
at koyra ígjøgnum hann, vísa kanningar, sum bygdaráðið í Hvalba hevur gjørt