hósdagur 5. oktober 2006síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 192 - 5. oktober 2006
tíðindi
Listafólk lata dyrnar upp í Müllers pakkhúsi
Framsýningin er eitt sam
starv millum framsýning
arbólkin Dyr, ið er mynd
aður av Titu Vinther, Ast
rid Andreasen og Guðrið
Poulsen og tey trý lista
fólkini Maritu Nattestad,
Oggi Lamhauge og Tum
mas Jákup Thomsen.
– Vit kalla tað Opnar
dyr, tí vit eru opnar fyri
samstarvi við onnur lista
fólk, serliga nú so nógv er
vorðið smekkað við dyrn
um í listaheiminum í sein
astuni, siga Guðrið Poulsen
og Tita Vinther.
Oggi Lamhauge hevur
gjørt eitt listaverk, sum er
100 oyru, stoypt í gipsi,
sum eru sett fast á stál
plátur.
– Hetta eru oyru hjá
blindum fólki. Tey blindu
hava ofta sera góð oyru, og
á onkran hátt eru oyruni
teirra sjón, greiðir Oggi
Lamhauge frá.
Hann fer at hanga plát
urnar upp undir loftið sum
eina súlu, og tær fara eisini
at koma niður á gólvið og
liggja í fýra ættir.
– Eg havi valt at gera
listaverkið úr gipsi og stáli.
Gipsið er hvítt og viðbrekið,
og stálið er hart og kalt. Á
henda hátt er tað ein mót
setningur í tilfarinum á
listaverkinum.
Eitt annað áhugavert
listaverk á framsýningini
er verkið “Fram yvir lívsins
hav” hjá Titu Vinther. Lista
verkið er fýra segl, ið eru
vovin av menniskjahári.
– Mær hevur altíð dámt
væl segl, og mær dámar
væl sangin “Eg sigli fram
yvir lívsins hav.” Hugskotið
aftanfyri listaverkið, er at
tað skal vera lívsins hav, og
tá helt eg, at tilfarið mátti
vera fólkahár, greiðir Tita
frá.
Hárið til listaverkið hev
ur hon fingið frá hárfríðk
anarstovum í øllum landi
num, og tilfarið til seglini
var 12 kilo av hári, sum
Tita hevur spunnið til
garn.
– Tað eru fýra segl, og
uppsetingin ger, at seglini
kundu passa til eitt far. Eg
havi ikki gjørt seglini so
tey skulu svara til eitt ávíst
slag av skipi, tey skulu vera
til lívsins far. Framsýningin
letur upp leygardagin 7.
oktober kl. 16, tá Tóri
Restorff Jacobsen fer at
spæla brot úr cello-suitu
eftir Bach. Framsýningin
er opin til 22. oktober.
Leygardagin letur
listaframsýningin
Opnar dyr upp í
Müllers pakkhúsi. Á
framsýningini verða
millum annað oyru
hjá blindum og segl
úr menniskjahári
Mentan
Ella Larsen
ella@sosialurin.fo
Oggi Lamhauge hevur gjørt eitt listaverk av 100 oyrum hjá blindum fólki
Mynd: Jens Kr. Vang
Tita Vinther hevur vovið fýra segl av menniskjahári
Mynd: Jens Kr. Vang
Tað var nógv fólk til hand
ils í Klaksvík leygardagin,
tá ókeypis var at koyra
ígjøgnum Norðoyatunnilin.
Úr Klaksvíkar handils
felagi siga tey, at tað gekk
sera væl og tað vóru sera
nógv fólk í býnum allan
dagin.
– Longu tá vit opnaðu kl.
10 var nógv fólk, og har var
fult av fólki líka til kl. 23,
tá vit lótu aftur, sigur
Bjørghild Magnusson, ið er
formaður í Klaksvíkar
handilsfelagi.
Fleiri handilsfólk tosaðu
um, at tað var sum beint
upp til jóla. Tað var bíðirøð
í handlunum allan dagin,
tey vóru noydd at vera fleiri
fólk til arbeiðis enn van
ligt, og tey meta seg eisini
hava selt líka nógv, sum tey
plaga at selja til jóla.
Ta fyrstu vikuna Norð
oyatunnilin var opin, var
eisini ókeypis at koyra
ígjøgnum hann, og tá høv
du handlarnir í Klaksvík
leingi opið alla vikuna. Tá
vóru eisini nógv fólk til
handils, men av tí at handl
arnir høvdu leingi opið í
eina heila viku, tyktist tað,
sum at fólk høvdu minni
skund tá, siga tey úr Klaks
víkar handilsfelagi.
Úr Klaksvíkar handils
felagi meta tey, at tað í
øllum førum vóru líka nógv
fólk til handils leygardagin,
sum tað vóru fyrstu vikuna
tunnilin var opin.
Sera nógvir bilar vóru
eisini í býnum í Klaksvík
leygardagin. Men løgreglan
í Klaksvík sigur, at teir
merktu einki til nakran
ferðslu ruðuleika. Heldur
ikki var nakar trupulleiki
at fáa bilin settan frá sær.
– Tað hevur víst seg, at
vera nógv betri við park
eringini, enn vit væntaðu
áðrenn tunnilin læt upp.
Vit høvdu roknað við, at tað
onkuntíð fór at vera trupult
at seta bilin frá sær, men
soleiðis hevur tað ikki
verið, sigur vakthavandi á
løgreglustøðini í Klaksvík.
Handlarnir í Klaksvík
høvdu úr at gera
leygardagin, tá
ókeypis var at koyra
ígjøgnum Norðoya
tunnilin, men av
løgreglustøðini siga
tey at tað var sera
friðarligt
Handilslív
Ella Larsen
ella@sosialurin.fo
Síðsta leygardag var ókeyp
is at koyra ígjøgnum Norð
oyatunnilin.
Hetta er fyrstu ferð at tað
var ókeypis at koyra ígjøg
num tunnilin, síðan fyrstu
vikuna eftir at tunnilin lat
upp, og nógv fólk nýtti
møguleikan at fara ein túr
til Klaksvíkar. Koyrast
kundi ókeypis frá kl. 6
leygarmorgunin 30. sep
tember til kl. 6 sunnumorg
unin 1. oktober.
6700 bilar fóru ígjøgnum
tunnilin hetta samdøgrið.
Hetta er væl meir enn tað
vanliga, í miðal koyra 1600
bilar ígjøgnum tunnilin um
samdøgrið.
Fólk tosaði um, at har
vóru næstan líka nógvir
bilar, sum tá tunnilin læt
upp. Men so nógvir bilar
vóru hóast alt ikki.
Leygardagin 29. apríl, tá
tunnilin lat upp, koyrdu
5250 bilar ígjøgnum tunn
ilin, og dagin eftir var talið
12550.
Næstu ferð ókeypis verð
ur at koyra ígjøgnum undir
sjóvartunnlarnar, verður
sunnudagin 10. desember
tá Vágatunnilin verður 4
ár.
- ella
Nógvir bilar ókeypis gjøgnum Norðoyatunnilin
Sum á jólum í Klaksvík