Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-05, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. oktober 2006síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 192 - 5. oktober 2006 7 tíðindi Enn dugir eingin at siga, nær ætlaði undirsjóvartunnilin til Sandoynna kemur. Hetta forðar kortini ikki Skopunar kommunu í at fyrireika seg uppá eina sanna innrás av fólki. Nógv ynskja nevniliga at búseta seg her, og tí verður í løtuni gjørt klárt til sløk 40 grundøki Bygdamenning Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Skopun: - Eingin orsøk er at sita hendur í favn og bert bíða eftir undirsjóvar­ tunlinum. - Vit mugu fyrireika okk­ um uppá hann og uppá tey krøvini, sum hann fer at seta okkum. Her má okkurt henda! Nøkurlunda soleiðis tyk­ ist støðan at hava verið í bygdarráðnum í Skopun, nú fólk og myndugleikar av álvara vóru farnir at tosa um fast samband við meginlandið. Eitt úrslit av hesum fram­skygni sæst týðiligur far­vegur eftir í bygdini í dag. Norðarlaga í bygdini eru menn nevniliga í ferð við eina rættiliga stóra og umfatandi útstykking í hesi bygdini sum í dag telur beint undir 500 fólk. Onkur vil kanska halda at her verður tikið ov rívan til. Men so er ikki, sambært borgarstjóranum Gerhardi Lognberg: - Vit hava í roynd og veru nóg mikið av umsóknum til øll hesi grundøkini, sigur hann við Sosialin. Ikki kann tí sigast annað enn, at bygdin í framtíðini fer at mennast og vaksa enn meiri. Samstundis við hetta eru longu og verða gjørd arbeið­ir fyri at bøta um umstøðurnar hjá barnagarð­ inum og skúlan­um í bygd­ ini. Positivar avleiðingar Norðarlaga í bygdini eru áður framdar stórar útstykk­ ingar. Her sær ein í dag hópin av sethúsum sum eitt úrslit av hesi menningini av bygdini. Nú stendur næsta stigið fyri í hesum sambandi, - eitt stig har bygdarráðið veruliga ynskir at standa tilbúgvið til tær positivu avleiðingarnar og tí av­leidda virkseminum av fasta sam­ bandinum við um­heimin. Henda útstykkingin verð­ ur í roynd og veru gjørd í tveimum: Onnur við 25 økjum og hin seinna við 12 økjum. Íalt verður tí talan um 37 økir, har fólk kunnu seta búgv í í framtíðini. - Í løtuni gera vit tey 25 fyrstu klár. Tey seinastu 12 liggja omanfyri vegin, og har er ikki so nógv at gera við tilbúgvingini, sigur Ger­ hard. Draga fólk til bygdina Fyri Gerhard og hinar lim­ irnar í bygdarráðnum hevur tað havt alstóran týdning at vera fyrireikað uppá fram­ tíðina. - Vit vita, at undir­sjóvar­ tunnilin ikki er langt burtur. Og her er tað neyðugt hjá okkum at vera uppá forkant við menningina. - Við hesi útstykkingini vóna vit tí at kunna draga so nógv fólk aftur til bygd­ ina sum yvirhøvur gjør­ ligt. Soleiðis kunnu vit verða enn fleiri at lyfta tær uppgávur sum eru í bygd­ ini, sigur hann ikki sørt bjartskygdur. Nógv teirra, sum hava ætlanir um at búseta seg her í Skopun, eru fólk sum eru úr bygdini, ella sum á einhvønn hátt hava tilknýti til bygdina. Áður kundi ein hildið, at Sandoyggin lá meiri at kalla burtur frá meginøkinum. Men soleiðis er ikki í dag, og soleiðis verður heldur ikki í framtíðini. Tað er tí rætt sum Gerhard Lognberg sigur: - Um nøkur ár fáa vit ein undirsjóvartunnil. Og tá verða vit eisini ein partur av meginøkinum! Skopun: Stykkja út til framtíðina 12 km. langur tunnil At Skopunar kommuna er farin undir eitt so stórt stig við útstykkingini er ein fylgja av ætlanini við undirsjóvartunlinum millum Streymoy og Sand­oy. Forkanningarnar av hesi ætlanini eru longu farnar í gongd. Í summar er seismikkur skotin í Skopunarfirði, og verða úrslitini nú viðgjørd av kønum fólki. Eftir ætlan verður tunn­ilin einar 12 kilometrar langur. Samlaða pro­sjektið fer at taka eini átta ár og fer væntandi at kosta millum 600 og 800 mió. kr. Í ár eru játtaðar 5 mió. kr. til forkann­ ingar. sb. - Vit hava longu umsóknir til øll hesi 37 grundøkini, sigur Gerhard Lognberg, borgarstjóri í Skopun. Hyggur ein eftir umhvørvinum og útsýninum, so skilir ein hví so er! Mynd: Jens Kr. Vang