hósdagur 5. oktober 2006síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 192 - 5. oktober 2006
tíðindi
Játtanin til at
framleiða undir
vísingartilfar átti
í minsta lagi at
verið tvífaldað,
sigur Helena Dam á
Neystabø, stjóri fyri
Skúlabókagrunnin.
Eitt nú fer ein fjórð
ingur av árligu
játtanini til at fram
leiða lærubøkur til
eina lærugrein hjá
einum floksstigi
Skúlamál
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Tíverri mugu vit næstan
hvønn dag takka nei til áheit
anir frá lærarum og øðrum,
sum hava hug og førleika
til at framleiða dygdargott
undirvísingartilfar, tí játt
anin røkkur ikki til alt
tað, sum vantar, sigur
Helena Dam á Neystabø.
Og hon vísir á, hvussu
kostnaðarmikið tað er at
framleiða undirvísingar
tilfar til fólkaskúlan.
- Um vit taka til dømis
nýggju bókina til enskt í 4.
flokki, sum varð framleidd í
sambandi við, at lærugreinin
nú byrjar fyrr, so kostar hon
eina millión at framleiða.
Hetta er sostatt nærum ein
fjórðingur av árligu játtanini
til
Skúlabókagrunnin,
sum fer til eina lærugrein
á einum floksstigi. Og so
skulu vit minnast til, at allar
lærubókaskipanirnar eiga
at verða endurnýggjaðar
áttanda til tíggjunda hvørt
ár, sigur Helena Dam á
Neystabø.
Játtanin verið støðug
Og hon vísir á, at játtanin
hevur ligið støðugt um
4,5 milliónir í mong ár,
uttan at verða regulerað,
men at játtanin í ár er økt
við einari millión til ein
undirvísingarportal, sum
Skúlabókagrunnurin ger,
og hetta fegnast hon um.
- Men kortini er í veru
leikanum talan um, at økið
sum heild hevur verið fyri
einari lækking í mong ár,
tá hugsað verður um, at
útreiðslurnar til lønir og
umsiting eru hækkaðar, sig
ur Helena Dam á Neysta
bø. Og hon greiðir frá, at
undan kreppuni var játtanin
lutfalsliga hægri, og er
ongantíð komin upp á tað
støðið aftur.
- Skúlarnir ynskja sjálv
sagt at hava ávísar skipanir
av bókum, og krøvini til
tilfarið hækka á hvørjum
ári. Í dag er ein lærubók
ikki bara ein lærubók, men
skal vera næmingalagað,
soleiðis at tann bókliga sterki
næmingurin fær avbjóð
ingar, og at tann bókliga
veiki næmingurin eisini fær
avbjóðingar. Harumframt
eru krøv til litir, myndir
og at bókin er pedagogiskt
hugsað, umframt at eyka
tilfar fæst, so sum kopiørk,
uppgávuhefti og á netin
um, sigur stjórin á Skúla
bókagrunninum.
Gera cost-
benefit ætlan
Um tilfar og skipanir skal
verða endurnýggjað átt
anda ella tíggjunda hvørt
ár, er í minsta lagi neyðugt
at tvífalda játtanina til
Skúlabókagrunnin.
- Vit kundu til dømis gjørt
eina cost-benefit ætlan
yvir, hvussu nógva læring
tað kastar av sær at nýta
heimagjørt og tilvildarligt
undirvísingartilfar.
Tí
spurningurin er, um tað
ikki hevði kastað lutfalsliga
nógv meira læring av sær,
at allir lærararnir, sum
brúka lutfalsliga nógva tíð
til at framleiða tilfar og at
hugsa læring meginpartin
av
fyrireikingartíðina,
høvdu liðugt seymað tilfar,
ið er lagað til floksstigið og
førleikan hjá næmingunum,
greiðir stjórin frá.
- Tað átti at verið sett
nøkur yvirskipað politisk
mál um, at alt tilfar skal
endurnýggjast til dømis
tíggjunda hvørt ár. Eins
og at vit nú hava sett sum
mál, at øll, sum hava hug
og evnir, skulu fáa eina
miðnámsútbúgving, sigur
Helena.
Nýggjur portalur
Stovnurin er í løtuni far
in undir at gera ein undir
vísingarportal, sum næm
ingar, lærarar og foreldur
kunnu nýta.
- Vit hava tikið stig til at
framleiða teldutøkt tilfar á
netinum, tí tað hevur verið
ein stórur vansi, at millum
lítið og einki er at finna
á netinum um Føroyar
og føroysk viðurskifti, tá
næmingar leita upplýsingar
fram, sigur Helena Dam
á Neystabø, sum fegnast
um, at játtanin í fíggjar
lógaruppskotinum er hækk
að við einari millión til júst
hesa verkætlan, umframt
eina hálva millión frá
kommununum.
- Ein tílíkur portalur skal
vera væl skipaður, men tað
krevur, at vit hava í øllum
førum tvey starvsfólk, sum
fáast við at fóðra hann
við tilfarið, so har altíð
hevur nakað nýtt, kreativt
og alternativt at bjóða, og
fyri at skapa eina ávísan
dynamikk millum brúkara
og portalin, sigur Helena,
sum eisini heldur, at ein
portalur á netinum kann
vera við til at styrkja sam
skiftið millum foreldur
og børn, tí har er mangt
forkunnugt og áhugavert,
sum tey kunnu leita fram
í felag.
Noyðast at raðfesta
Um stjórin í Skúlabóka
grunninum skal raðfesta,
hvørji øki hava størstan
tørv á tilfari, sigur hon, at
tey eru so mong, og at ilt er
at taka dagar í millum.
- Men í fyrsta lagi hevði
eg raðfest føroysk lesitil
far til miðdeildina í fólka
skúlanum. Síðani hevði eg
framleitt tilfar til vitanar
lærugreinirnar landalæru,
lívfrøði, søgu og samtíð.
Triðja økið, sum eg hevði
raðfest, hevði verið tilfar
til miðnámsskúlarnar, og
so hevði eg eisini raðfest
eftirútbúgving av lærarum
hægri, so teir kundu lært at
gagnnýtt tilfarið betur, sigur
Helena Dam á Neystabø.
Lítil virðing
Og Helena greiðir frá, um
úrslitið av Pisa-kanningini,
har tað er komið fram, at
føroyskir næmingar duga
sera illa at lesa og greiða
torskildan
føroyskan
tekst, og førleikarnir inn
an náttúru og tøkni eru
vánaligir.
Harumframt
vísir Pisa-kanningin, at
samstarvið millum føroysk
børn og foreldur teirra er
sera vánaligt, umframt at
samstarvið millum heim
og skúla kundi verið nógv
betur.
Helena heldur tað verða
løgið, at vánaliga Pisa-
úslitið ikki verður tikið í
størri álvara, og hon væntar
ikki, at úrslitið verður øðr
vísi næstu fer.
- Vit eiga at vísa næm
ingunum og samfelagnum
størri virðing, við at fáa tíðar
hóskandi undirvísingartilfar.
Eg frykti, at annars er vandi
fyri, at vit mugu fara yvir til
útlendsk tilfar aftur. Og vit
kunnu ikki halda fram við
at krevja av lærarunum, at
teir skulu framleiða tilfarið
sjálvir, tí krøvini til teir harðna
alla tíðina á øllum øðrum
økjum eisini, sigur Helena
Dam á Neystabø, sum eisin
vil vera við, at tað eru fá fólk,
sum hava undirvísingartilfar
sum hjartabarn, men kortini
hava øll fólk sterkar kenslur
og meiningar um skúla og
bøkur.
Undirvísingartilfar:
Tvífaldið játtanina!
um Skúlabókagrunnin
Sambært lógini skipar landsstýrismaðurin fyri og hevur
ábyrgdina av almennu útgávuni av undirvísingarmiðlum
til undirvísingarverkið. Almenna útgávan av
undirvísingarmiðlum er skipað í stovni undir landinum.
Endamálið við útgávuni er at útvega fjølbroyttar
undirvísingarmiðlar, sum málsliga, námsfrøðiliga og
fakliga eru í samsvari við regluverk og lesiætlanir í
undirvísingarverkinum.
Játtanin hevur seinastu árini ligið um 4,5 milliónir, og
er hon hækkað við 1 mió. kr. frá landinum og 0,5 mió.
kr. frá kommununum í fíggjarlógaruppskotinum fyri
2007. Ætlanin við hesi hækking er at seta á stovn ein
undirvísingarportal á alnótini við undirvísingartilfari og
øðrum kunnandi tilfari. Verkætlanin er galdandi í trý ár.
FAKTA
Tað átti at verið sett nøkur
yvirskipað politisk mál um, at
alt tilfar skal endurnýggjast
til dømis tíggjunda hvørt
ár, sigur Helena Dam á
Neystabø, stjóri í Føroya
Skúlabókagrunni.
Umleið 236 milliónir
verða nýttar til
læraralønir árliga
Skotið verður upp,
at nýta 5,6 milliónir
til Skúlabókagrunnin
í 2007.
FAKTA
Minnist tú? Bøkur, sum enn verða
nýttar í einum stórum skúla í Havn