hósdagur 5. oktober 2006síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 192 - 5. oktober 2006
9
tíðindi
Fyrireikararnir greiða
í tíðindaskrivi frá
nýggja tiltakinum,
sum skal avloysa Prix
Føroyar kappingina
ATLANTIC MUSIC
EVENT
Heini S. Kristiansen
heinik@sosialurin.fo
– Sum kunnugt verður
einki Prix Føroyar í 2007.
Norðurlandahúsið, sum er
norðurlendskur stovnur, hev
ur tí valt at hugsa nýtt, og ætla
vit at gera eitt norðurlenskt
tiltak ístaðin. Vit hava ætlanir
um at eitt nýtt ”koncept”
undir heitinum ”A.M.E.
Føroyar” (Atlantic Music
Event). Hetta verður eitt slag
av einari norðurlendskari
“showcase” sum einki hevur
við kapping at gera.
Vit hava eisini ætlanir um
at skipa fyri líknandi A.M.E.
átøkum í Íslandi, Danmark,
London, New York o.s.fr.
A.M.E. Føroyar 2007
– Vit vilja skapa umstøður hjá
tónleikarum og fyriskiparum
at vísa, hvat føroyingar og
aðrir norðurlendingar hava
at bjóða á tónlistaøkinum.
Endamálið er sostatt at
skapa enn størri áhuga
fyri føroyskum- og norður
lendskum tónleiki í Føroyum
og uttanlanda. Hetta skuldi
so ført við sær meira fokus
á norðurlendskum tónleik
og vónandi størri sølu. Í
hesum sambandi fara vit at
bjóða teimum, sum skipa
fyri music.expo í Danmark,
Finnlandi, Svøríki og øðrum
Norðurlondum at halda fyri
lestrar um úrslit og royndir
frá slíkum arbeiði.
Vit ynskja eisini at sam
starva við føroyskar festi
valfyrireikarar, konsert
fyriskiparar og fløguútgevarar
og onnur, ið eru áhugað í
at verða við í hesum átaki.
Møguleiki verður fyri at at
seta upp framsýningarbásar
o.a. í Norðurlandahúsinum.
Eisini ynskja vit at menna
samstarvið, vit hava við
útlendskar
festivalar,
útgevarar, umboðsfólk og
onnur eisini uttanfyri Norður
lond.
Hervið gerst A.M.E.
Føroyar ein konsert- og
framsýningarpallur bæði fyri
føroyingar og útlendingar og
kann verða við til at savna
føroyskar og norðurlendskar
kreftir.
Sum nakað nýtt verður
eisini skipað fyri einari
sangskrivarakapping. Hetta
merkir at føroyskir bólkar og
einstaklingar kunnu senda
inn eina demo til AME-Før
oyar. Besta upptøkan vinnur
studiotíð fyri 50.000. kr.
Meira verður at frætta um
reglur og tíðarfreistir seinni,
skriva fyrireikararnir í tíð
indaskrivi.
Atlantic Music Event
skal vera avloysarin
hjá prixnum.
Fyrireikararnir
vóna, at áhugin fyri
tiltakinum verður
stórur, hóast tað ikki
verður ein kapping
eins og Prix Føroyar
ATLANTIC MUSIC
EVENT
Heini S. Kristiansen
heinik@sosialurin.fo
Í dag klokkan 10 var
tíðindafundur,
har
ið
fyrireikararnir av AME
greiddu frá tiltakinum.
Fróði Vestergaard greiðir
frá, at tiltakið kann vera ein
sýnisgluggi hjá føroysku
tónleikarum. Hann vónar,
at nógv vilja taka hond um
rundanum tiltakið. Tað er
brúk fyri fólki, sum vilja
hýsa gestunum, og um teir
útlendsku gestirnir verða
væl móttiknir í Føroyum,
kunnu vit eisini vænta okk
um eina góða móttøku, tá
ið føroyskir tónleikarar fara
uttanlanda.
Feløgini sum standa aftan
fyri tiltakið eru m.a. TUTL,
3-arin, Grót, FUT og fleiri.
Flestu av føroysku tón
leikafestivalunum í Føroyum
hava longu boðað frá, at
teir stuðla tiltakinum. Hetta
verður sostatt eitt slag av
avloysara fyri Prix Føroyar
finaluna, ið plagdi at verða
í Norðurlandahúsinum í
apríl mánað. Fyriskipararnir
fara eisini at royna at fáa
útlendskar gestir til Før
oyar hetta vikuskiftið,
millum annað umboð fyri
festivalar, útgevarar og
onnur. Ætlanin er at hava
konsertir, fyrilestrar og tílíkt
vikuskiftið 13. og 14 apríl
2007 í Norðurlandahúsinum.
GBOB
vinnarin
2006
verður bjóðaður at luttaka
og fleiri onnur, millum
annað tey, sum eru vald at
hava útgivið bestu fløguna
í 2006. Eisini verða nýggir
spennandi norðurlendskir
bólkar við á AME-Føroyar.
Ætlanin er at tilsamans 12
bólkar fara at framføra hetta
vikuskiftið, bæði føroyskir
og norðurlendskir. Sum nak
að nýtt fáa allir føroyskir
bólkar møguleika at senda
inn eina demoupptøku og
latin verður ein virðisløn,
sum er ein fløguupptøku við
besta bólkinum
Útlendingar
koma at lurta
AME hevur ikki fingið
nakran høvuðsstuðul, men
fyrireikararnir vænta ikki,
at tað verður nakar trupul
leiki.
Fróði Vestergaard vónar,
at tað koma fleiri útlendingar
hendanvegin at lurta eftir
tónleikinum.
– Nakrir av monnunum
frá festivalunum og plátu
feløgunum, sum hava verið
her fyrr til Prix kappingarnar,
koma aftur hendan vegin.
Eisini skulu vit til ein festi
val í London, har ið vit
ætla at vera úti um okkum.
Vónandi fáa vit onkran at
koma hendanvegin, sigur
Fróði.
Fróði er spentur upp á
tiltakið, og hann heldur,
at tað kann vera við til at
marknaðarføra føroyskan
tónleik úti í heimi.
– Hetta er jú eitt norður
lendskt tiltak, so tað røkkur
út um landoddarnar, sigur
Fróði at enda.
AME ein norðurlendskur sýnisgluggi
AME - eitt konsept
Dánial Hoydal greiddi frá operuni, sum verður framførd í Norðurlandahúsinum, á tíðindafundi í Norðurlandahúsinum í morgun.
Har varð greitt frá AME, nýggju heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum og operuni. Talan er um fyrstu føroysku operuna. Tað
er stórur áhugi frá útlendskum tíðindafólkum og operuserfrøðingum, sum koma hendanvegin at ummæla. Leikhús kring heimin
hava longu spurt seg fyri um nýggju operuna. Dánial hevur skrivað tekstin til operuna
Mynd: Jens Kr. Vang
Norðurlandahúsið
nýggja heimasíðu
Starvsfólkini í Norðurlandahúsinum
vilja fegin røkka út um landoddarnar við
húsinum. Tey vilja fegin gera teirra vøru
altjóða seljandi. Gunvør Nolsøe hevur gjørt
nýggju heimasíðuna, og fólk eru væl nøgd
við hana. Hon varð løgd út í staðin fyri tí
gomlu í morgun. - Nýggja síðan er vera
væl skipað og hevur róligt design. Hon er
pen og kunnandi, segði Gunvør.
- heinik
Gunvør Nolsøe vísir nýggju heimasíðuna hjá Norðurlandahúsinum fram. Gunvør hevur ment
nýggju heimasíðuna. - Hon skal hjálpa Norðurlandahúsinum at røkka út í heim, segði hon