hósdagur 5. oktober 2006síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 192 - 5. oktober 2006
Tað mundi koma óvart á mong, sum tíðliga í
morgun settu seg í bilin at koyra til arbeiðis, í
skúla ella á dagstovn við smábørnunum, at fyrstu
tekinini til veturin vóru sjónlig. Serstakliga hjá
teimum, ið búgva ovarlaga, merktist kuldin væl.
Og tað er so ikki minst í slíkum føri, at vit eiga at
vanda okkum meira og koyra eftir umstøðunum.
Men fyri summi kemur henda sníkjandi hálkan,
ið oftani ikki sæst, sera óvart á. Tú hevur rætt
og slætt ikki hugsað um hálku, nú tað hevur
regnað nærum hvønn dag hesa seinastu tíðina,
og veðrið hevur verið so lýtt. Tað gav at bíta,
tá ein bilur, helst av hálku, fór rættiliga illa á
landsvegnum við Hvalvík. Og hann er helst bara
ein av mongum, sum er tikin á bóli seinastu nátt
ella snimma á morgni.
Hetta er sum so einki nýtt. Tað endurtekur seg
aftur á hvørjum ári, tá kuldi og hálka taka ræðið
á vegunum. Bilførararnir eru rætt og slætt ikki
andaliga ”gieraðir” til hesa knappligu broyting í
koyrilíkindunum.
Spurningurin er, um til ber at koma hesum til
lívs ella í hvussu er at minka um óhappini, sum
standast av knappliga broytta veðurlagnum. Eitt
av fyrstu boðunum, sum allir bilførarar skulu
halda seg til, er at koyra eftir umstøðunum. Men
tá hetta er ein so stórur trupulleiki, tá hálkan
sníkir seg út á vegirnar, so áttu vit at kunna
roynt betri at fyribyrgt hesum óhappum. Og her
kemur so upplýsing og aftur upplýsing inn í
myndina. Tá vit ferðast í útlondum finnast har
góðar upplýsandi tænastur umvegis útvarpið,
sum siga frá og ávara um vandar í ferðluni, eitt
nú tá hálka er. Hetta er eisini nakað, sum vit í
Føroyum áttu at hugsað meira um. Hvussu hetta
skal gerast kunnu tað helst vera nógvar meiningar
um. Men tað kundi verið sum samstarv millum
Ráðið fyri Ferðslutrygd, almenna útvarpið og t.d.
tær fyritøkur, sum gjalda í dýrum dómum fyri
mongu skaðarnar í ferðsluni, sum eitt nú koma í
kjalarvørrinum á broytingum í veðurlagnum, her
mest hálku.
Enn er veturin ikki komin, men hann nærkast og
hví ikki til ta tíð royna eina ella aðra kunningar
tænastu til bilførarar longu frá tíðliga á morgni.
Nú almenna útvarpið er farið at senda alt sam
døgrið átti tað eisini at borið til at brúkt tað til
ferðsluupplýsing. Her er víst nakað at hugsa um.
Sosialurin
Hálka og ferðsluupplýsing
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo
Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo
Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðslan
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
SAMBAND
eirikur lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Starvsnevndin í Javnaðarflokkinum fordømir ta jagstran
og tann ágang, sum í alt størri mun verður framdur ímóti
samkyndum í okkara samfelag. Vit taka frástøðu frá
valdsnýtsluni og niðrandi atburðinum, ið tykist vinda
uppá seg.
Tryggjar lóggávan ikki á nøktandi hátt allar borgarar,
so má hon broytast.
Tórshavn 4. oktobur 2006
Starvsnevnd Javnaðarfloksins
Seinastu tíðina hava nøkur
lesarabrøv í almennu før
oysku
tíðindabløðunum
verið frá persónum, ið vilja
vera dulnevndir.
Hetta er ein gongd, ið má
steðgast!
Sum lesari av báðum
teimum stóru føroysku tíð
indabløðunum, Dimmu og
Sosialinum, kemur fyri, at
mann dettur fram á okkurt
áhugavert lesarabræv.
Oftast er tað yvirskriftin,
ið fangar, og tí setist ein at
lesa brævið.
Sum ein situr og grevur
seg
ígjøgnum
brævið,
verður mann meir og meir
áhugaður í hesum, tí ofta
vísir tað seg, at nógv er væl
skrivað.
Eg sigi ikki her, at eg
eri samdur í øllum sjónar
miðum og hugsanum, ið
hesir parttíðar skribentar
seta fram, men alíkavæl er
tað ofta stuttligt og áhuga
vert at lesa og síggja,
hvussu ymisk vit øll eru,
og
hvussu
nógvar
og
ymiskar meiningar okkara
nú einaferð eru.
Komin
til
endan
á
brævinum økist spenning
urin yvir, hvør hesin illi
føroyingurin er. Men har
verður mann ofta skuffaður!
Tíverri má sigast!
Tað vísur seg, at rákið
er farið tann vegin, at fólk
ikki longur tora at siga,
hvørji tey eru! Tey tora at
spilla nógv út í almennu
miðlunum, men tey tora
ikki at seta sítt navn við
sína hugsan. Tey vilja held
ur goyma seg aftan fyri eitt
dulnavn, sum eingin kennir
tey við. Hví rákið er blivið
so, er ikki gott at vita,
men hetta er eitt mál, ið
er keðiligt, og sum bløðini
burdu kunnað tikið sær av.
Eftir míni meting skuldu
øll dulnevnd lesarabrøv
blivið kasseraði og koyrd í
skrellispannina!
Eg kann taka nøkur ein
støk dømir fram fyri at
undirbyggja argumentini í
hesum stutta skrivi:
Dimmalætting nr. 185.
26. sep 2006: Har nevnir
ein seg “komandi útiseti”.
Hesin komandi útisetin
bønar ein útiseta um IKKI at
flyta heimaftur til Føroyar!
Hann sigur, at hetta er eitt
ræðuligt stað at búgva í!
Hann leggur kristin undir
at vera fundamentalistar, og
hann sigur, at politikarar
skoyna sær við tínari
atkvøðu!
Hetta er alt rættuliga
ógvuslig skriving, og eg
haldi ikki, at tað er rætt,
at viðkomandi skal sleppa
at framseta slíkar ákærur
uttan at siga, hvør hann er!
Eitt annað dømi úr sama
blaði:
Ein,
ið
nevnir
seg
“Skattaborgari á Sandi”
leggur hart út eftir Sands
bygdaráð og serliga býgdar
ráðsmanninum
Páll
á
Reynatúgvu.
Vikomandi
høvundur er ónøgdur við
arbeiðið og arbeiðsmátan
hjá Sands bygdarráði.
Hetta er so eisini í lagi,
tí ein og hvør hevur rætt
at vísa sína ónøgd, og ein
SKAL ikki vera nøgdur við
alt, men alíkavæl haldi eg,
at Skattaborgarin á Sandi
skal siga, hvør hann er.
Hetta
lesarabræv
er,
sum (næstan) øll onnur les
arabrøv, hugsanir og stað
festingar, sum ein einstakur
persónur stendur fyri. Tí
burdi Skattaborgarin á Sandi
sagt, hvør hann er, soleiðis
at allar misskiljingar verða
burturbeindar. “Skattaborg
ari á Sandi” er eitt rættuliga
breitt hugtak!
So líkamikið um ein er
nøgdur ella ikki, nøgdur ella
stuðlar Páll á Reynatúgvu
ella ikki, so haldi eg, at
mann skal tora at seta navn
sítt við meining sína!
Nú situr tann, ið lesur
hetta kanska við eini kenslu
av, at hetta lesarabræv
kanska ikki hevur nakað við
almenna kjakið ella dags
skránna at gera, men hóast
alt haldi eg, at hetta hevur
týdning. Vit liva í einum
demokratiskum samfelag,
har vit njóta gott av fleiri
frælsum, men alíkavæl
skulu hesi frælsi ikki mis
nýtast til at leypa á fólk
uttan at tora at standa fram!
Hevur tú eina meining, sum
tú vil rópa hart við, kom so
fram í ljósið og rópa hana!
Ikki goyma teg!
Til seinast vil eg koma við
eini áheitan til miðlarnar
um ikki at lata dulnevnd
lesarabrøv og dulnevndar
meiningar koma alt ov
nógv fram! Hetta er ikki
gott fyri nakað, tí aloftast
verður lagt á persónar
og samkomur og annað í
dulnevndum brøvum. Tey,
ið rakt verða sleppa ikki
at verja seg, tí tey vita ikki
hvønn tey skulu venda sær
til fyri at tala sína søk!
-------
Viðmerking frá
Sosialinum
Vit á Sosialinum eru so
púra samd við Sólviti í tí
hann sigur um dulnevnd
lesarabrøv
í
føroysku
bløðunum. Vilja tó vísa
á, at Sosialurin tann 24.
mai 1997 gjørdi av, at dul
nevnd
lesararbrøv
ikki
hava innivist í Sosialinum
– og tað hava tey ikki havt
síðani!
Okkara royndir hesi sløku
10 árini eru, at hetta stig
hevur lyft kjakið úr tí dýki,
sum dulnevnd lesarabrøv
í mannaminni hava ført
kjakið út í.
Vit fegnast, tá aðrir miðlar
gera okkum tað eftir.
Eirikur Lindenskov,
blaðstjóri
Kom fram í ljósið!
Sólvit
Nolsøe
Yvirlýsing:
Javnaðarflokkurin fordømir ágang móti samkyndum