Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-05, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. oktober 2006síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 192 - 5. oktober 2006 11 Sláturhús sum fornminni Hví skulu vit í Føroyum vera so oldnordisk, tá tað snýr seg um dráp av seyði? Í degi og viku 2. okt. varð víst, hvussu menn drupu seyð, har bleiv framhevað, at her drupu teir upp á tann gamla mátan, sum um tað var í lagi. Hvussu gamal skal mátin vera? Skulu vit aftur í miðøldina ella longur aftur, har byrsan ikki var uppfunnin? Fyri umleið 30 árum síðani segði táverandi djóra­ læknin, Dánjal Bærentsen, at í dag er tað ongin sum stingur. Allir skjóta. Soleiðis at skilja, at í dag eru allir so skilagóðir og vilja drepa á skjótasta hátt. Og nú í dag 2006 letur tað til at vera í lagi at drepa, sum teir gjørdu í fornum tíðum. Sjónvarpsfilmurin varð gjørdur, uttan at nakar setti nakran spurning. Frá pálítiligari keldu vita vit, at á eini útoyggj drupu tey seyð við at skjóta. Hetta er fyri minst 80 árum síðani og líka til denna dag. Hvussu gamal er tann “gamli” mátin? Er so ikki betri at spyrja, hvussu primitiv eiga vit at sleppa at vera í hesum landi? Í sjónvarpssendingini blivu vit forskánaði fyri at síggja nógv blóð, vit sóu bert, hvussu pent og ruddiligt har sá út. Skjótt gekk tað fyri seg, professionelt arbeiði, og seyðurin var ikki niðurbundin. Tøkk fyri tað. Allir eru minni enn so professionellir, og tað kann tó ikki tykjast annað enn óhugnaligt at hugsa sær, at tilkomnir, og má man rokna við væl at sær komnir menn, fyri at halda tað oldnordiska í hevd, óátalaðir og óstraffaðir læra synir sýnar at drepa seyð við at stinga. Einaferð skal vera tann fyrsta, og so kunnu teir standa har og prika og smástinga, meðan teir leita eftir tí rætta staðnum. Ímynda tær tað? Nei, ikki er tað nakað at reypa sær av, at man drepur seyð uppá tann gamla mátan. Tá eitt lamb verður dripið við at verða stungið, so svímar tað fyrst av blóðmangul, og at enda doyr tað. Einaferð fekk Djóraverndarfelagið boð um ein mann, sum ikki dugdi at stinga, men gjørdi tað alíkavæl. Hevði sjónvarpið víst tað, so hevði alt Føroyaland verið á gosi, og tað hevði straks blivið forboðið at stungið seyð. Nú er bikarið fult! Sum tvingaður lisensgjaldari til Útvarp Føroya, vil eg mótmæla, at ein dag og dagliga í næstan hvørji tíðindasending, verður bombarderaður við homo­seksuellari propaganda. Eg taki fult undir við skrivi- og talufrælsi. Tað er í lagi at informera. Men tað er alstórur munur á at informera og at indoktrinera, og neyvan nakar ivi kann verða um, at tað er tað seinra, ið útvarpið ger, og tað í ólukku mát. Útvarpið eigur at verða ein neutralur og objektivur stovnur, ið skal tæna og upplýsa borgaran og verja og styrkja føroyska mentan. Har átti einki lobbyvirksemi at funnist. Men tíverri hevur hetta fyribrigdið verið at hoyrt, meir ella minni áhaldandi, frá einaferð seinasta summ­ ar, og tykist nú aftur at vaksa í intensiteti. At mentamálaráðharri Føroya, Jógvan á Lakjuni, sum hægsti ábyrgdarhavandi av stovninum, kann standa modell til slíkt, er mær ófatuligt. Ella er tað veruliga so, at hetta fer fram við signing landsstýrisins fyri at fremja visjónsætlanina – at »kultivera føroyingin« til at møta alheimsgeringini? Tað vil eg vísa lesarunum á í nøkrum fylgjandi greina­stubbum um væl­ ferðarpolitisku upp­rað­ festingarnar í fíggjar­ lógar­lógar­upp­skotinum fyri 2007 Tá vit í vár fóru undir arbeiðið við fíggjarlógini fyri komandi ár, gjørdu vit av í landsstýrinum, at nú tá afturgongdin sýntist at venda til viðrák skuldi tað síggjast aftur í nøkrum góðum vælferðarpolitiskum uppraðfestingum. Tað gleðir meg, at vit hava fingið rúm fyri einum stórum parti av hesum raðfestingum fyri tí góða samfelagnum, serliga við øktu játtanunum á al­manna- og heilsuøkinum. Tað fari eg at vísa á í nøkrum greinastubbum, har høvuðsøkini verða hesi: 1) Familjupolitisk átøk: 10,2 mió. kr. 2) Heilsuverk og heilsuátøk: 9,1 - 3) Pensjonistar og eldraøkið: 13,6 - 4) Rúmligur arbeiðsmarknaður: 2,2 - 5) Sosialpolitiskar íløgur: 5,6 - Hetta eru tilsamans 41 mió. kr. Og hetta eru rein­ ar uppraðfestingar – tvs. at øll tølini sum standa í yvirlitinum er tað, sum vit leggja omaná, til nýggj framtøk, aftaná at peng­ ar eru settir av til lønar­ hækkingar og aðrar neyð­ ugar hækkingar í rakstrin­ um. partur: Familjupolitisk átøk Her snýr tað seg ikki um at hækka onkra onkra einstaka veiting, men heldur at hugsa um viðurskiftini hjá barna­familjunum, har høv­ uðs­denturin verður lagd­ ur á truplar umstøður hjá veikum familjum. Tey ítøkiligi familju­polit­ isku átøkini á fíggjarlógini eru hesi: Haraftrat koma hesi familju­ politisku átøkini uttan fyri fíggjarlógina: Lóggáva um rætt hjá tímaløntum at vera heima hjá sjúkum barni Barsilsgjald til ung undir útbúgving Nýggj lóg um felags foreldrarætt Fleksibul barsilsskipan yvir 12 mánaðir Innihaldið í familju­ politisku raðfestingunum Eg vil við fáum orðum royna at lýsa, hvat hesi mál snúgva seg um. Haraftrat er lesarin altíð vælkomin at seta seg í samband við Almanna- og heilsumálaráðið á tlf. 30 40 50 og spyrja seg fyri. Barnaískoytið: Sam­stund­ is sum barnafrádrátturin í skattinum verður lagdur um til ein barnastuðul sum eitt kontant útgjald, kunnu forsyrgjarar – stakir ella pør - við eini húsarhaldsinntøku undir eitt vist mark søkja um eitt ískoyti til barna­ stuðulin. Henda upphæddin er fyri hálvt ár – í 2008 skal upphæddin minst upp 8 mió. kr.. Lutaíbúðafeløg: Avsetta upphæddin er til gjald fyri ser­frøð­inga­hjálp til at gjøg­num­føra ein bústaðar­ politisk­an refom í hesi ting­­set­uni, sum skal skapa lógar­grundar­lag fyri luta­ íbúðafeløgum, serliga ætlað til láginntøkubólkar sum ung, smábarnafamiljur og vardar íbúðir til eldri og til fólk við serligum tørvi. Stuðlar til børn: Størri fíggjarlig og sosialpeda­ gogisk orka skal setast av til familjur við børnum, sum ikki kunnu verða í vanligu kommunalu dagstovnunum, so sum fjølbrekaði børn og onnur. Heilsufrøðiskipanin, ið vitjar í heiminum hjá smá­ barnafamiljunum og fylgir børnunum í skúlanum, skal styrkjast við 2 heilsu­ frøðingum. Í 2008 skal hon aftur styrkjast við 2 aftrat. Familju- og ungdóms­ til­boð: Barnafor­sorgin skal kunna veita betri til­ boð til børn og ung hjá veikum familjum, á Barna­ heiminum og á barna- og ungdómsstovninum Slóðin. Barna- og ungdóms­ psyki­atri: Nú verður settur skjøtil á at uppbyggja eina serliga barna- og ung­ dómspsykiatriska deild. Upp­hæddin skal eisini økj­ ast munandi í 2008. Ráðgevandi toymið fyri ungar kvinnur - er tilboð um ráðgeving fyri ungar kvinnur, sum umhugsa ella hava fingið fosturtøku, fyri barna­konur og stakar uppi­ haldarar, sum liva undir trupl­um umstøðum og hava tørv á stuðli. Upphæddin er fyri hálvt ár og skal upp í 1 mió. í 2008. Sorgbólkurin Berin er fyri børn og vaksin sum hava mist. Við hesum skal bólk­ urin fáa eina fasta ár­liga upphædd á fíggjar­lógini til stuðul til sjálvbodna virk­ semið. Heima hjá sjúkum børn­ um: eins og hjá al­ment sett­um skal eisini við lóg­ gávu tryggjast tíma­lønt­ um endurgjald fyri at vera heima barnsins 1. og møgu­ liga eisini annan sjúkadag. – 12) eru alt familjupolitisk mál hjá øðrum landsstýris­ monnum. Eg skal í nøkrum komandi greinastubbum halda áfram við raðfestingunum á heilsuøkinum, eldra­øki­ num og rúmliga arbeiðs­ marknaðinum. Jonna Justinussen Djóra­verndar­ felagið Egin Henriksen Tað góða samfelagið hevur hægstu raðfesting á fíggjarlógini landsstýrismaður Hans Pauli Strøm Barnaískoyti til familjur við truplum korum 3,8 mió. kr. Lóggáva um lutaíbúðafeløg, ráðgeving 0,4 - Stuðlar til familjur við fjølbrekaðum børnum 2,2 - Heilsutænastur f. børn og ung, í heimi og skúla 0.8 - Stovnstilboð til børn og ung hjá veikum familjum 1,6 - Uppbygging av barna- og ungdómspsykiatri 0,8 - Ráðgevandi toymi fyri ungar kvinnur 0,5 - Berin, sorgbólkur fyri børn og vaksin 0,1 - Íalt 10,2 - Bygdafólkið í Hesti og Koltri ynskir betri ferða­ samband, tí hetta er ein fyritreyt fyri, at fólk verða búgvandi á oyggjunum Sum víst verður á í sam­ gonguskjalinum, so hevur eitt væl útbygt og væl virk­andi samferðslukervi al­stóran týdning fyri trivn­ aðin í útjaðaranum og fyri vinnu og trivnað í landinum sum heild. Tí verður heitt á lands­stýris­ mannin í innlendismálum og Strandfaraskip Landsins um at bera so í bandi, at fólk í Hesti og Koltri fáa betri ferðasamband. Ferðasambandið til og úr Hesti Í løtuni er ferðasambandið vánaligt, hóast tað bara tek­ ur eitt korter at sigla millum Hest og Gomlurætt. Tá ferðast verður úr Hesti klokkan 17.15, mugu ferðafólkini bíða í Skopun í ein tíma, áðrenn tey kunnu sleppa víðari, og báturin er ikki á Gomlurætt fyrr enn klokkan 19, tá nógv tiltøk longu eru byrjað. Tí náa hestfólk ikki tiltøkini til tíðina. Heldur ikki sleppa tey heimaftur seinni um kvøldið, tí tá er eingin túrur. Bygdarfólkið í Hesti ynsk­ ir, at beinleiðis rutusamband verður seinnapartin hvønn dag úr Hesti til Gomlurætt, umframt tilkallitúrar um kvøldið. Á henda hátt kunnu fólk verða búgvandi í Hesti, uttan at skula frásiga sær tey tilboð, sum eru í miðstaðarøkinum, so sum kvøldskúla og ymiskt tiltøk. Hetta áttið at latið seg gjørt, tí sum skilst, so dýrkar hetta bara við oljuni. Manningin á Teistanum er til arbeiðis allíkavæl. Ferðasambandið til og úr Koltri Einasta samband til Koltur í dag er tyrlan, ið flýgur ein túr mikudag, fríggjadag og sunnudag. Í juni, juli og august er mánadagur aftrat. Skulu ferðabólk aftur og fram sama dag, má farast vestur í Vágar. Soleiðis sum tyrluflutningurin er nú, er tyrlan ógvuliga avmarkað og ikki so væl hóskandi til ferðafólkafluting út í Koltur. Í Koltri verður stórur dent­ur lagdur á at menna ferðavinnuna. Fyri at hetta skal eydnast, má skip sigla til Kolturs, har ferðafólk kunnu koma aftur og fram sama dag. Tilkallitúrar kundu verið tvær ella tríggj­ ar ferðir um vikuna. Samferðslan og ferðavinnan Sum víst verður á í álitinum um ferðavinnupolitik, hev­ ur samferðslumøguleik­ in av­ger­andi týdning fyri ferða­vinnu­vøkstur uttan fyri miðstaðarøkið. Tey vitj­ andi noyðast at laga seg eftir, nær slepst til og frá oyggjunum. At betra um samferðslumøguleikarnar hev­ur tí stóran týdning fyri bæði íbúgvarnar á oyggj­ unum og ferða­vinn­una. Strandfaraskip Landsins er við sínum landsumfat­ andi flutningskervi kjarn­in í innanlands ferða­fólka­ flutninginum, og hevur ein sera týðandi leiklut fyri ferðavinnuna sum heild og fyri økismenningina. Tí er reglusemi, kunning og tænastustøði stovnsins sera týdningarmikið. Heitt verður tí á Løgtingið, Innlendismálaráðið og Strand­faraskip Landsins um at betra um samferðsluna til og úr Hesti og Koltri og at seta pening av til endamálið. Ferðasamband til Hestur og Koltur borgarstjóri Heðin Mortensen viðmerkingar