Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-05, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. oktober 2006síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 192 - 5. oktober 2006 Sig mær, hvat ólukkan fyri­ gongur í Føroyum. Hatta var púrasta óhoyrt, tá vit vóru ung og búðu heima. Ikki at tad var burtur úr spennandi hjá teimum samkyndu, men tey fingu frið til at vera til, stórt sæð á sama hátt sum øll onnur. Vit skulu aftur til 70`ini. Tá vóru eingir politikarir, íð hættaðu sær at happa nakran sum helst, tí tá høvdu vit ”øll” onnur mælt ímóti. Hákonjuktutrur var, upp­ rørslutíðin markeraði seg av álvara móti -Det bestående samfund- Blomsurbørnini høvdu eitt mál: PEACE LOVE AND UNDERSTANDING. Í øllum grannalondunum og eisini her niðri í Dan­ mark hevur tað borið frukt, meðan tað í Føroyum stag­ neraði,og nú er tað totalt kúvent. Trupulleikin er, at teir kristnu  funda­mental­istar­ nir vóru bodnir við í tað politiska lívið í Føroyum., og hvør tramin hevur skyldina í tí? Ja, tað má so vera teir politikarir, sum ganga inn fyri hugsunarhátti kristnu fundamentalistana. Føroyingar halda seg vera so kristiligar, men næstan eingin er so ókristiligur, sum akkurát føroyingar. Um nakað helviti er til, so MÁ tað vera har, teir kristnu fundamentalistarnir enda. Eg eri vaksin upp við, at tað ikki er loyvt nøkrum, fyriuttan Guði, at døma onnur. Og í Guðs eygum eru vit øll líka, óansæð kyn, húðarlit, politiskan yvir­bevísning og sexuellan rætning. Tað er góð siðing. Eitt tekin um, at tú veruliga elskar næsta tín sum sjálvan teg. Samtíðis kunnu vit eisini hervið avleiða, at teir kristnu fundamentalistarnir ikki elska seg sjálvan. Tí vit vita frá sálarfrøðini, at um tú ikki hevur lært at elska teg sjálvan, so ert tú heldur ikki førur fyri at elska onnur. So teir elska als ikki onnur, tíðansheldur tey samkyndu. Alt hatta tvætlið sum teir kristnu fundamentalistarnir royna at billa øllum inn, nevniliga at teir halda tað vera so synd í teim­ um samkyndu, og tí vilja teir so fegin hjálpa teim­um á røttu leið, hoyrir onga­ staðni heima. Vit skriva 2006. Nú mugu teir hava turt uppá. Teir kristnu funda­mentalistarnir hava bert eitt í heysinum, og tað er pengar og veldi, og veldi og pengar. Tey bæði tingini hanga ónoktiliga saman. Og teir fáa bæði tingini forerandi kvit og frit frá øllum teimum ið ikki mótmæla, ikki tíma/orka at seta spurnartekin við teirra møsn.   Eitt gamalt orð sigur at: ”den som tier, han sam­ tykker” Og tað sum hendir er jú, at hvørja ferð teir fáa loyvi til at framseta teirra. sjónarmið, óviðmerkt, við bíbliuni í hond, har teir hvørja ferð sitera bíbliuna, eisini tá tað snýr seg um politisk sjónarmið, og onn­ ur heilt vanlig mál, sum í veruleikanum einki hava við bíbliuna at gera, ja so fáa teir ein fót innum afturat. Tað verði seg spurn­ ingar um rúsdrekka, rakstur, fólkaskúlan, mentan í heila tikið, og nú eisini um samkynd hava loyvið til at luttaka, les liva, í tí føroyska samfelagnum.Teir hava eisin longu stóra ávirkan á føroyskt vinnulív. Pengar, ræði, ræði, peng­ ar. Og so hvørt sum teir fáa meir og meir ræði, ja so deila teir tað út til tey, sum hava somu hugsan sum teir. Ikki til ein og hvønn, nei, nei og slett ikki til ein samkyndan. Er nakar, sum kennir ein økonomisk ikki væl fyri kristnan fundamentalist? Vit eru nógv, íð minnast gulu songbókina frá 1977 citat: ”minnst til, um tú vilt á tann himmalska veg,. at ríkidømi er alt” Í meðan blíva tey, sum eru við minnilutan hildin niðri, ja og í dag eisini traðkað á. Tví skammið tykkum har uppi. Hvør hevur givið teim­ um kristnu fundamental­ istunum rætt til at døma onnur. Hevur Guð nækrantíð biði teir, framum øll hini, um at hjálpa sær við at tulka bíbliuna á ein heilt ávísan hátt? Ella hava teir bara tikið sær tann rættin. Ja, eg spyrji bara? Eru nakrir aðrir sam­ felagsbólkar, íð eru líka so fordømandi sum teir kristnu fundamentalistarnir? Altso fyriuttan allir hinir religiøsu fundamentalistarnir eis­ ini. Nei. -Jú forrestin. Tað skuldi líka verið teir við nazistiskum tanka­ gangi,sum heldur ikki kunnu geva rúm fyri menniskjum ið síggja annarleiðis út, og/ ella tonkja annarleiðis. Og eg má viðurkenna , at eg dugi ikki at síggja, at tann eini bólkurin er betri enn hin. Allir bólkarnir svína minnilutabólkarnir til. Hví er tað so akkurát, at eg komi inn á hetta evn­ið í samband við, at fleiri samkynd, her í sein­ astuni, eru yvirfallin í Før­oyum? Jú, teir kristnu fundamentalistarnir in­dok­ tri­nera tann meiniga mannin og harvið eisini ungdómin, sum so tekur stig til ógerðir, eitt nú, at samkynd blíva bukað av í býnum.Og at tey blíva trúða í teirra egna heimi. Og ungdómurin er og verður framtíðin. Tí verða føroyingar noyddir til at mót­mæla NÚ. Tit ungu í Føroyum noyðast at innsíggja, at tit gera tað skitna arbeiði fyri politikarnir. Bæði fyri teir kristnu fundamentalistarnir og fyri teir politikarir, sum hava somu hugsan sum teir. Tit straffa tey samkyndu. Tad er Hitler jugend om igen. Politikkarnir tora ikki sjálvir at gera tað, tí so blíva teir jú straffaðir. Men global kemi er bara soleiðis innrættað, at alt tað góða tú ger her í lívinum, kemur aftur til tín. Men tað ger alt tað ónda altso eisini. Á ein ella annan hátt kemur tað syngjandi tilbakar, antin sum nakað stórt og gott, ella sum ein syngjandi lúsingur. So óstraffaðir verða teir so ikki – politikkarnir Føroyingar vaknið upp, og markeri tykkum, sláði í borðið, gangi kravgongu, ”kvalið” teir kristnu funda­ mentalistarnir, rópa hinir politikarnir upp, um ikki annað, so vel tey røttu fólk­ ini inn á ting. stilla krøv um, at líkastilla øll menniskju. Veljið fólk á ting sum vilja føroyingum, øllum føroyingum, tað besta av tí besta. Út við Jantelógini, út við gamlari, skerdari, stillstandandi hugsan og inn vid sunnum sjálvbjargnum hugsunnarhátti. Eitt gamalt orð sigur at: ”Den som tier, han sam­ tykker” Eitt gott hugskot er kanska at lesa  ”Øje for øje” eftir Egon Clausen, tí tað er tann vegin tað gongur í Føroyum. Um ikki annað, so fær ein sær eitt rimmar grin yvir, hvussu ymiskar religiónir, eitt nú kristindómurin, hava út­viklað seg ígjøgnum tíð­ irnar, og hvussu avbera korruptir fundamentalistar í heila tikið eru. Og tá hon er lisin, so vænti eg, at nógvir føroyingar 1) fara at síggja komikkin í, at teir kristnu fundamentalistarnir í Før­ oyum yvirhøvur hava fingið tilluska sær so nógva megi 2)fara at velja annarleiðis inn á ting, enn higartil. Meeeen nú kann tað verða, at bókin blívur bann­ lýst í Føroyum, hvør veit? 1. januar í ár var avgjaldið fyri motorsúkklur sett niður. Hettar hevur havt nógv kjak við sær í fjølmiðlunum. Ráðið fyri Ferðslutrygd hevur eina nulloysn sum mál, also at eingin skal doyggja í ferðsluni og nevna teir nú møguleikan at seta eitt hægri aldursmark fyri at fáa koyrikort til motorsúkklu t. d. 25 ár. Eg havi í hesum sambandi hug at nevna ymiskt, sum eg haldi kann hava størri týdning og sum eg haldi alt ov oftani verður gloymt - ella kanska skavað útyvir. 1. Um vit als ongar van­lukkur skulu hava, so noyðast vit at hava forboð fyri allari ferðslu. Hettar er sjálvsagt ikki gjørligt, og noyðast vit tí heldur at hugsa um, hvussu vit fáa so fáar vanlukkur sum gjørligt, og hvussu vit kunnu minka um skaðan tá ólukkan hóast alt hendir. 2. Tað er syrgiligt hvørja­ ferð ein vanlukka hend­ ir, og eru vit tá skjót at hugsa um strangari lógir og kanska forboð - MEN tað er frammvegis ikki loyvt at koyra meira enn 80 km/t, at koyra ávirkaður av rúsdrekka ella øðrum rúsevnum, at koyra motor­ súkklu ella prutl uttan hjálm og ei heldur er loyvt at koyra uttan koyrikort. Tá ið deyðsvanlukkur henda her hjá okkum, er ofta eitt ella fleiri av hesum galdandi. 3. Bæði bilar og motor­ súkklur í dag eru munandi tryggari enn fyri t. d. 10-15 árum síðani. Í dag hava vit ABS-bremsur, ASP (antispinn), Airbag, SIPS og hvat hesar skipanir ann­ ars eita. Avgjøldini vóru sett niður fyri at fáa tey gomlu ótryggu akførini út og nýggjari og betri inn. MEN alt hetta nyttar sjálvandi einki, um vit ikki nýta trygdarbelti, hjálm, trygdarklæði og vanligt vit og skil. 4. Ynski hjá okkum øllum er vælsaktans at fyribyrgja, at vaksin og børn fáa skaða í ferðsluni. Eg eri fullgreiður yvir, at løgreglan hevur sera avmarkaðar pen­inga­ upphæddir at arbeiða við og als ikki klárar at verða alla staðnis. Tískil er neyðugt at velja (prioritera). Tað er sjálvandi ikki loyvt at koyra meira enn 80 km/t i tunnlunum, men har eru eingi børn, vegirnir eru góð­ ir og sýnið gott. Haraftur ímóti er sera umráðandi at koyrt verður varliga forbí skúlar/barnagarðar og í íbúð­arøkjum - børn spæla alla staðnis!!! Eg meini, at tað hevði verið skilabetri at løgreglan fekk bremsað ferðsluni har og samstundis fekk steðgað øllum hesum prutlunum, sum koyra topp­tunaði til langt út á næt­ur­nar. Tey ungu sum koyra prutl eru til stóran ampa fyri bæði seg sjálvi og onnur (umframt at tey halda ein øgiligan gang, um tey eru tunaði). Tey fólkini sum gera veg­ irnar og arbeiða frammvið vegunum mugu vit eisini ansa serliga væl eftir. MEN um vit skulu hava virðing fyri skeltunum (arbeiði, 60 km/t, 40 km/t), so mugu hesi skeltini flytast, tá ar­beitt ikki verður - alt ov oftani verður hettar ikki gjørt. 5. Seyður. Eg ivist ikki í, at seyðurin er orsøk til nógvar ólukkur. Seyðurin má og skal vekk av veg­un­ um. Í øðrum londum er tað eigarin sum hevur skyldu til at hava djórini innihegnaði, og hevur eigarin ábyrgdina um hettar ikki eydnast. Tað má eisini bera til her. 6. Bilverja manglar á ein­um stórum parti av veg­ unum. Hettar er sjálvandi sera kostnaðarmikið, men má hettar verða eitt mál, sum strembað verður ímóti, um vit skulu gera okkum vónir um at nærkast eini nulloysn. 7. Í grannalondunum hjá okkum er koyrikortið til motorsúkklu sundur­grein­ að. Vit kunnu eisini hava eina skipan, so tað t. d. í mesta lagi er loyvt at hava 35 hk til førarin er 25 ár. Eg meini, at um vit skulu koma til eina góða loysn, so er neyðugt at vit øll gera okkara part av arbeiðinum Vit eru oftani skjót at koma við uppskotum um, hvat onnur skulu gera, MEN hvat kunnu vit sjálvi gera? Eg meini, at um vit hava virðing fyri og halda galdandi lógir - m. a. brúka hjálm, trygdarbelti, seta børnini í barnastól, halda ferðmarkið (tað er heldur ikki rætt at koyra 50-60 har 80 er loyvt) og annars brúka vanligt vit og skil, so er komið væl ávegis eini nulloysn. Føroyingar: slódbrótið! Elin Egholm Rossander Motorsúkklir og nulloysn 470 Eiði Villads Bøgesvang Góð ráð eru, um tú ilsk­ ast, at brúka øðini posi­ tivt, t. d. skapandi (og sam­bart tíðindaflutningi fjøl­miðlanna seinastu vikurnar skuldi ivaleyst verið at tykist við á teim økjum, tygum fyri trimum árum síðani fingu litið upp í hendur frá Løgtinginum at røkja). Sagt verður um tað at yvirdríva, at tað fremur “forstáilsi”. Men tað kann eisini lættliga skaða trú­ virði! Bill Justinussen var landsstýrismaður í 18 og ikki 24 mánaðir, sum tygun boða lesarum Sosialsins - men tað vita tygun óiv­ að. Um hesa tíðina Bill var landsstýrismaður, er mær sagt, enntá av Løg­ tingsins røðarapalli og tað meira enn eina ferð, at málini vóru mong, ið Bill og hansara virkisfýsna starvsfólk í familju- og heilsumálaráðnum loystu úr lagdi. Nøkur teirra vóru um at verða klár at leggja fyri løgtingið, men ósemja millum stóru lands­ stýrisflokkanir forðaðu hes­ um - val varð útskrivað. Tá var lag á manni at fara til verka - luturin gjørdist tygara, Hans Pauli Strøm, at heysta tað, Bill og hans­ ara høvdu hugsað, fyri­ skipað og virkað. Hvør hevur borið hesi tíðindi? Jú keldan er hin sama, sum í Sosialinum mánakvøldið bítur frá sær - Hans Pauli Strøm, núverandi lands­ stýrismaður í almanna- og heilsumálum! Góði Hans Pauli! Fell ikki í grøv løgmans - at halda at øll hava misskilt alt. So leingi fólkaræðið er, hava vit øll tann forrætt at kunna úttala okkum til fjølmiðlanar, tá vit verða spurd. So gjørdi eg, tá blaðmaður Sosialsins ringdi til mín mikukvøldið. Eg svaraði, hann skrivaði. At tað øsir teg, er hamiligt, men vónandi til at liva við. Alt tað besta Viðmerking til Hans Paula Strøm, landsstýrismann Jenis av Rana viðmerkingar