Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-05, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. oktober 2006síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 192 - 5. oktober 2006 13 Min sorg Min sorg er en kvinde så marmor bleg, hun står på de stormbare strande. Hun hører stormenes vilde leg, og dans på de fjeldstore lande. Da flagrer i hvirlene nattmørke hår, og lynet fra øjnene lue: hvor længe endnu skal I, håbløse år, som hungrige orme mig suge? Stå op, blege ven, fra den våde grav, og syng om de visnende urte, og dans du med mig over sukkende hav, til vi forsvinder i tågen langt borte. Da skal du mig synge så troldslig et digt som dværgen i fjeldene græder, som følget i kløfterne klager, ligt da stormenes vinter lader. Da skal du mig spille så troldslig en sang som nordlande stormens kalden, da ravnen så højt op i bjerget hang over manden, fra bjerget var falden.  - - - Min sorg er en kvinde så isende kold, et marmorblegt ansigt at skue, en spåkone Der fra en forsvunden old- tid fra kommende oldtid vil bude. Christian Fróði Djurhuus oversættelse Landsfelag Pensjónista / Sigvald Kristiansen boðar frá: At tað bert eru: 73.089 kr. eftir til støk og 119.571 kr. til hjún, og at skatturin er 25%. Tá tað eru: Ávikavist 93.546 og 152.104 kr. eftir, og skatturin er ávikavist 8,8 og 7,5%. Ein veruleikaflýggjan hjá Landsfelag Pensjónista (Sigvald), sum ikki tænur endamáli pensjónista! Veitingar til fólkapensjónistar: Fólkapensjón, ArbeiðsmarknaðarEftirlømarGrunnurin (AME-gr) og viðbót til ávísar pensjónistar. Sambært kunngerð nr.138 frá 13.desember 2005 um almannaveitingar fyri árið 2006, fáa fólkapensjónistar niðanfyri-standandi upphæddir og skattur av hesum upphæddum, sambært galdandi skattalóg. Sí talvu 1 Av eini brutto-veiting fyri støk, skal skattur álíknast av 47.244 krónum. Kommunu- og kirkjuskattaprosentið er ikki eins í kommununum. Í hesi útrokning verður 20% nýtt. Sí talvu 2 Stakir fólkapensjónistar: Grundupphædd 50.028,00 ikki skattskyldug Viðbót 33.024,00 skattskyldugt 33.024,00 Ávís viðbót 5.340,00 ikki skattskyldug AME-gr. 14.220,00 skattskyldugt 14.220,00 Veitingar íalt: 102.612,00 47.244,00 skulu skattast Kommunuskattur: Skattskyldug inntøka 47.244 Botnfrádráttur 24.000 Útrokningargrundarlag 23.244 20% skattur 4649 í kommunu- & kirkjuskatti Landsskattur: Av 24.000 0% 0 Av restini 19% 4.416 4.416 í landsskatti 4.416 9.065 Skattur íalt Skattur 8,84% av veitingini Eftir verður 102.612 - 9.065 = 93.546 Hjún: Grundupphædd 79.512,00 ikki skattskyldug Viðbót 51.120,00 skattskyldugt 51.120,00 Ávís viðbót 5.340,00 ikki skattskyldug AME-gr. eitingar íalt: 28.440,00 skattskyldugt 28.440,00 164.412,00 79.560,00 skulu skattast, men hvør sær Kommunuskattur, hvør: Skattskyldug inntøka 39.780 Botnfrádráttur 24.000 Útrokningargrundarlag 15.780 20% skattur 3156 í kommunu- & kirkjuskatti Landsskattur: Av 24.000 0% 0 Av restini 19% 2.998 2.998 í landsskatti 2.998 6.154 Skattur íalt, hvør av hjúninum Skattur: 7,49% Eftir verður: 164.412 - 12.308 = 152.104 ella 76.072 til hvørt av hjúninum. Pensjónir Talva 1 Talva 2 Ditleif Eldevig Viðmerkingar til oddagrein týsdagin 3.10.06 um ”Motor­ súkklur”. Tað virkar ótrúligt, at odda­greinin í einum so­­ kallaðum “seriøsum” blað sum Dimmalætting, skal vera fullur í vill­leiðandi upp­­lýs­­ing­um og bein­leiðis heila­spuna. Dimma skrivar: Flest allar motorsúkklur eru gjørd­ar til at kunna koyra meira enn 80 km/t. Fakta: Nærum øll akfør yvirhøvur eru gjørd til at kunna koyra meir enn 80 km/t. Dimma skrivar: Avgjald­ ið er lutfalsliga nógv lægri fyri motorsúkklur enn fyri bilar. Fakta: Avgjaldið á bil­ um verður roknað av upp­ runavirðinum, 50% av teim­ um fyrstu 70.000 og 75% av restini, (hetta vil í einum minni/meðal bili geva eitt avgjald uppá 50%) Avgjaldið á motor­súkkl­ um verður somu­leið­is rokn­ að eftir upp­runa­virðinu­m, og er tað 50%. T.v.s. at ongin munur er á avgjaldinum, tá ið netto-prísurin er minni enn 70.000 kr., og tað er hann á flestu motorsúkklum, ið seldar verða í Føroyum. Dimma skrivar: At inn­­flutningurin av motor­ súkklum er fleirfaldaður síð­ani avgjaldið lækkaði 01-01-2006. Fakta: At í 2004 vórðu 6 nýggjar og 95 brúktar motorsúkklur skrásettar, meðan tað í 2005 vóru sera fáar motorsúkklur skrá­settar, tí fólk vistu, at av­gjaldið møguliga fór at lækka. Í 2006 eru 237 nýggjar og 19 brúktar motorsúkklur skrásettar, og tá ið talan faktiskt er um innflutning fyri 2 ár, so er tað ikki nógv meira enn vanligi inn­ flutningurin hevur verið. Tó er ein týðilig broyting, og er tað, at tað í dag nærum bert verða skrásettar nýggjar motorsúkklur, sum eisini var ætlanin við at lækka avgjaldið. Eg vil heita á skrivaran av oddagreinini í framtíð­ ini at gera eitt betri kann­ ingararbeiði, áðrenn upp­ lýsingar vera slongdir út, sum einki hald eru í. Men um ætlanin er at nærkast støðinum á donsk­ um slaturbløðum, har enda­ málið bert er at finna uppá okkurt sum selur nøkur eyka bløð, uttan at hugsa so nógv um, hvat er sann­ heit ella lygn, so er hetta møguliga mátin. Villeiðandi oddagrein í Dimmu um motorsúkklur Niels Kári Nielsen Skattalættin fær aft­ur ákoyringar. Men veru­ leikin er, at allir løntakarar rinda toppskatt, áðrenn vit vita av, um skattastigin ongantíð verður dag­førd­ ur. Tað er neyvan ætlanin við okkara progressivu skattaskipan. Í sambandi við at fíggj­ arlógaruppskotið fyri 2007 er lagt fram fyri almenning­ in, er skattareformurin aft­ ur vorðin kjakevni. Fyrst hoyrdist formaðurin í Bú­skaparráðnum siga, at skatta­lætti kann ikki sam­ einast við tálman av ovur­ hitaðum búskapi. Síðani hoyr­ist formaðurin í Sjálv­ stýrisflokkinum eisini finn­ ast at skattalættanum og mælir heldur til at avtaka oljuavgjaldið. Men atfinningarnar tykj­ ast at vera í so knappar í vendingini. Okkara progressivi skatta­ stigi ger, at lágar inntøkur rinda lægri skattaprosent enn høgar inntøkur. Ein rindar toppskatt av seinast vunnu krónunum, tá árliga inntøkan fer upp um tað mark, sum er ásett fyri hægsta skattaprosent. Í 2006 er hetta hámark 205.000 krónur. Í Dan­ mark, heimlandinum hjá formanninum í Búskapar­ ráðnum, er markið fyri toppskatt 318.700 krónur! Tað er eingin loyna, at ein vanlig arbeiðaraløn liggur sera tætt at markinum fyri føroyskan toppskatt og fer helst upp um uttan yvirtíðararbeiði. Velur arbeiðarin at arbeiða eitt sind­ur yvir, so verður øll yvir­tíðin skattað við hægsta skatta­prosenti, sum í løtuni er 34% fyri lands­skatt + komm­unu­skatt um­framt onnur almenn/sosial gjøld. Tað er lítið huga­ligt hjá arbeiðs­manninum ella vaski­ konuni at stríðast nakrar eyka tímar um kvøldið, um meiri enn helvtin av teimum eyka vunnu krónunum enda hjá skattafaðir. Og tað er júst hetta, sum skattalættin fer at broyta. Við skattalættanum fer at bera til hjá lág- og miðalløntum at arbeiða yvir, uttan at verða bumbað í skatti, men av tí at fjøldin av føroyskum lønmóttakarum liggur í hesum inntøkubólki, so slepst ikki undan, at lætt­ in kostar pengar fyri lands­ kassan. Men tað er betur at dag­ føra skattastigan eitt sindur nú, so hann fylgir við lønar­ vøkstrinum annars, enn at blíva við at bíða til skatta­ skipanin er so afturúrsigld, at hon als ikki tænir sínum progressiva endamáli long­ ur. So kunnu vit tað sama seta proportional-skatt í gildi yvir allan kambin. Hvar er tá sosiala rættvísið? Og skatturin ... Hilmar Simonsen viðmerkingar