hósdagur 5. oktober 2006síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 192 - 5. oktober 2006
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
magnus gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
tlf 341800 fax 341801
Kunngjørt verður fyri slekt og vinum,
at okkara kæra systir
Óluva Húsgarð
Tórshavn
ættað úr Syðrugøtu
andadist á Landssjúkrahúsinum týsdagin 3. oktober,
81 ára gomul .
Farið verður úr Landssjúkrahúskapellinum
fríggjakvøldið kl. 18.00.
Jarðarferðin verður úr Havnar kirkju
leygardagin kl. 14.00.
Familjunnar vegna
Per, Tróndur og Bjarni
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum sýndu
samkenslu, tá kæri maður, pápi, verpápi
og abbi okkara
Dánjal Jacob Johannesen
Nes
vanliga nevndur Dánjal eysturi í Líð
andaðist og var jarðaður.
Tøkk til prest, sangarar, berarar og til øll tykkum,
sum hjálptu til í samband við jarðarferðina
og ervið.
Tøkk fyri peningagávur til missiónshúsið.
Jesus signi tykkum og okkum øll.
Hertha
Símin, Torleif, Jóhan og Elsebeth við familju
Í dag, hósdagin 5. oktober, verður
Niclas Davidsen á Toftum 50 ár. Kring
landið er Niclas kendur sum formaður
í Tofta Ítróttarfelag mongu tey seinastu
árini.
Niclas er toftamaður. Foreldrini eru
Henny fødd Højgaard og ættað úr Rituvík,
og Arnhold Davidsen, sum var ættaður
av Kvíggjarheyggi á Nesi. Arnhold doyði
17. september í 2004. Børnini hjá Henny
og Arnhold eru Aloma, Hanus, Niclas,
Annika, Harda og Fróði. Hanus og Harda
búgva í Havn, Fróði býr í Saltangará, og
hini búgva á Toftum.
Barnaheimið hjá Niclasi er í
miðdeplinum í bygdini. Niclas spældi
í fjøru og haga, og tað var tíðliga, at
hann tók við ábyrgd. Hann lærdi í
smiðjuni hjá Runavíkar Mekaniska
Verkstaði, har Arni Højgaard á Toftum
var meistari. So fór hann til Havnar
at ganga í maskinmeistaraskúla. Okk
urt stutt skifti var hann til skips, men
arbeiðslívið hevur so at siga alt sum
tað er verið á landi.
Í fleiri ár arbeiddi Niclas hjá
Landsverki á Lambareiði, og síðani
uppboðssølan á Toftum sá dagsins
ljós, hevur Niclas havt ábyrgdina
av landingini, og tað hevur hann
framvegis.
Niclas róði kapp, hann var kringur
fimleikari í Støkk, og hann var við frá
tí fyrsta, tá ið toftamenn hildu seg til
at spæla fótbólt í 1972. Síðani 1982
hevur Niclas verið formaður í Tofta
Ítróttarfelag. Longu í 1973 tók hann sum
16 ára gamal við ábyrgd av fótbóltinum,
og síðani tá hevur hann kent ábyrgd fyri
ítróttarfelagnum.
Mest sum alla staðni kring landið er
tað soleiðis, at kommunurnar eiga og
reka ítróttarøkini. Soleiðis er tað ikki á
Toftum. Har eigur og rekur ítróttarfelagið
– við stuðli frá kommununi – ítróttar
økið á Svangaskarði.
Tá ið toftamenn fóru at spæla fótbólt,
var eingin vøllur á Toftum. Niclas
gekk á odda, tá ið teir fóru í holtur
við vøllin. Virksemið hevur verið
stórt á Svangaskarði. Felagið bygdi
hús, legði graslíki á vøllin, gjørdi
økið til frælsan ítrótt í sambandi við
Oyggjaleikirnar í 1989, syrgdi fyri
grasvølli við áskoðaraplássum og bygdi
í tí sambandinum nýggj hús.
Í øllum hesum hevur Niclas verið
undangongumaðurin, sum hevur nýtt
ófatuliga nógva tíð og orku upp á
ítróttarfelagið.
Niclas ger ikki nógv ella rættari einki
burturúr sær sjálvum. Men hann er
treiskur og miðvísur, sinniliga javnvágin
er góð, og hann hevur ógvuliga gott
hegni at fáast við fólk. Í Nes kommunu
hava tey staðið saman um stóru tøkini
á Svangaskarði, sum ítróttarfelagið
sjálvt ofta hevur tikið, og Niclas hevur
átt nógvar hollar stuðlar. Men tað hevði
ikki verið so stórt virksemi og byggjarí,
um tað ikki var ein, sum dugdi at síggja
og samskipaði soleiðis, at nytta fekst
burturúr evnunum og virkisfýsninum.
Niclas er giftur Sally fødd Hammer
og ættað av Toftum. Børnini eru Pól
Knút, Hansy, Arnhold og Nina. Konan
hevur bakkað hann upp í virkseminum,
sum Niclas hevur verið og er uppií, og
hann hevur eisini fingið góðan stuðul
úr barnaheiminum.
Niclas er trúgvur kirkjugangari.
Hann hevur nógvu tey seinastu árini
verið limur í kirkjuráðnum, og hann var
eldhugaður fyri at fáa Fríðrikskirkjuna
bygda,
50 ára føðingardagurin verður hildin
á Svangaskarði leygardagin klokkan 7,
har øll eru hjartaliga væl komin.
-J
Niclas Davidsen 50 ár
Dagurin í morgin
6. oktobur. Broderus. Ókent halgimenni
Leiðarin fyri Færøernes
Kommando,
Christian
Nørgaard, er av kongshús
inum heiðraður við riddara
krossinum af 1. grad av
Dannabrogsordenen. Heið
urin varð staðfestur í gjár, tá
ríkisumboðsmaðurin, Søren
Christensen, læt krossin til
Christian Nørgaard.
Tað var Christian tann 5.,
sum í 1671 stovnaði Danne
brogsordanin, men ikki
fyrr enn í 1693 varð heið
urin alment viðtikin. Eftir
franskari fyrimynd er hetta
síðani broytt, soleiðis at
heiðurin verður býttur í ymisk
stig, og verður hetta fyrst og
fremst nýtt at heiðra donskum
statsborgarum. At byrja við
kundu bara mannfólk verða
heiðrað við hesum, men
tann 10. oktober í 1951 varð
viðtikið, at konufólk eisini
kundu heiðrast.
Ríkisumboðsmaðurin – Søren Christenense – hevur handað
riddakrossin av 1. stigi til kommandør, Christian Nørgaard
Riddarakrossur
í Mjørkadali
Kunngjørt verður fyri ætt og vinum,
at kæri maður, pápi, verpápi og abbi okkara
Vilhelm Olsen
trúðboðari, (Villi gubbi)
andadist á Ellis- og Avlamisheiminum í Vágum 4.
oktober, 79 ára gamal .
Jarðarferðin verður úr Sandavágs kirkju
sunnudagin kl. 14.00.
Fyri tey avvarðandi
Herborg
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo