Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-05, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. oktober 2006síða 15

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 192 - 5. oktober 2006 15 tíðindi Bogi Jacobsen, stjóri í P/F Týggjará, sum eigur sílaalingina á Kaldbaksfiðri, heldur, at teir hóast alt sluppu ógvuliga væl, nú alistøðin við 800.000 sílum púra óvæntað varð rakt av eitrandi algum Aling Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo – Tað sá ikki gott út mána­ morgunin, tá ið vit gjørdust varugir við, at okkurt var áfatt við fiskinum í ali­ ringunum. Ja, eg vil siga, at støðan sá rættiliga álvarslig út. Samanum tikið mugu vit siga, at vit sluppu við skrekkinum, sigur Bogi Ja­cob­sen, stjóri í P/F Týggj­ ará, sum er alifelagið, ið alir síl á Kaldbaksfirði. So skjótt, teir fingu stað­ fest, at talan var um algur, sum gjørdu um seg, fóru teir beinanvegin mána­morg­ unin undir at flyta allar aliringarnar longu út á Kald­ baksfjørð. - Nú er støðan undir eftir­ liti, og fiskurin hevur tað gott og trívst væl. Men heilt við skrekkinum sluppu teir ikki. Góð hjálp Týsmorgunin í hesi vikuni, tá ið Sosialurin tosaði við Boga Jacobsen, høvdu teir ikki fult tamarhald á støðuni, tí øll orkan var farin til at sleipa ringarnar longur út á fjørðin. Tískil høvdu teir heldur ikki nakra veruliga ábending um, hvussu stórt fellið hevði verið. - Tað er ikki smávegis arbeiði at flyta 12 aliringar. Teir skulu loysast, sleipast og nýggjar fortoyningar skulu leggjast longur úti á fjørðinum. Bogi sigur, at teir høvdu alibátin Víking til hjálpar, og somuleiðis vóru teir beina­samir at koma við Brimli at hjálpa til. - Tað, at vit fingu so stóra hjálp til sleiping, gjørdi, at vit sjálvir kundu fáast við at leggja nýggjar fortoyningar og gera klárt til ringarnar longur úti á fjørðinum. Hann sigur, at týsmorgun vóru teir lidnir at flyta ring­ arnar, sum eru átta í tali umframt eitt stálanlegg við fýra ringum. Mistu 24,5 tons Longu mánamorgunin visti Bogi Jacobsen, at fiskur var deyður í aliringunum, men eitt samdøgur seinni, tá ið Sosialurin frætti um tilburðin, høvdu teir ikki fingið fulla greiða á, hvussu nógvur fiskur var farin fyri skeyti. - Tað vísir seg, at vit hava mist eini 3-4% av fiskinum, sum er deyður av eitrandi algunum, sigur stjórin. Bogi vísir á, at felagið hevur havt eini 800.000 síl á Kaldbaksfirði, sum liggja um 800 gram til eitt kilo hvørt. Hetta gevur umleið 700 tons av fiski. Siga vit, at fellið hevur verið 3,5%, svarar tað til, at eini 24,5 tons av fiski er deytt í aliringunum á Kaldbaksfirði. - Vit vistu slett ikki, hvat hetta fór at enda við, og tí halda vit, at vit sluppu væl, tá ið tað nú einaferð bleiv, sum tað bleiv. Ja, eg vil endurtaka, at vit sluppu við skrekkinum, sum hann tekur til. Óvæntaðar algur Bogi sigur, at teir ikki høvdu væntað at fingið trupulleikar við algum á Kaldbaksfirði – og so slett ikki so seint á heystinum. - Mær vitandi hevur Kald­­baksfjørður ikki áður verið fongdur við eitrandi algum, sum vit annars hava sæð á Lopransfiðri, Trongisvágsfirði og á Skála­ fjørðinum. Stjórin hevur skilt á teim­um, sum hava kannað algurnar, at hetta er sama slag av algum, sum miðskeiðis í nítiárunum gjørdu um seg á Skálafjørðinum. - Eg havi eisini skilt, at tað er eiturið, sum algurnar bera, ið doyvir – og drepur – fiskin, sigur hann. Tað er ikki soleiðis, at fiskurin kvalist, tí algurnar seta seg í táknirnar, men hann doyr beinleiðis av eitrinum, sigur hann. Liggjandi úti á Stjórin í P/F Týggjará sig­ ur, at aliringarnir nú liggja undir syðra landinum á Kald­baksfirði, suður úr bygd­ini. - Eg vænti, at ringarnir nú verða liggjandi úti á, so hetta ikki endurtekur seg. Tað hava vit líka sum avgjørt. Hann vísir á, at hetta kanska verður eitt sindur óhøgligari – og kanska eitt sindur tvassutari onkuntíð, tá ið uppgangur er, men hann heldur ikki, at hetta verður nakar trupulleiki. - Úti á fjørðinum er betri útskifting, og eg trúgvi ikki, at vit kunnu fáa somu trupulleikar, har ringarnir nú liggja, sigur Bogi Jacob­ sen at enda. Eitrandi algurnar gjørdu av við 24,5 tons av fiski Bogi Jacobsen, stjóri í P/F Týggjará, sum hevur aling á Kald­ baks­firði, er eis­ini stjóri í P/F Funn­ings­ laks, sum hevur aling á Funningsfirði, har teir eru í holt við at taka síl Aling Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tað er Havsbrún í Fugla­ firði, sum er størsti part­ eigari í P/F Týggjará, ið hevur sílaalingina á Kald­ baksfirði. Men Havsbrún eigur eisini ein stóran part av P/F Funningslaks, sum hevur sílaaling á Funn­ ingsfirði. Stjóri í báðum feløgunum er Bogi Jacobsen. Lítið hevur verið at hoyrt um, hvussu gongur í ali­vinn­ uni, síðan ein stórur partur av vinnuni fór fyri bakka. Tað hevur nevniliga ging­ ið væl hjá teimum, sum ala í dag, og líkt er til, at vinnan er við at fóta sær aftur á einum tryggari og betri grundarlagi enn áður. 2700 tons P/F Funningslaks hevur havt 900.000 síl gangandi á Funningsfirði í hálvt annað ár, og síðan í juni mánaða í ár hava teir tikið síl til sláturs. Sílini hjá felagnum á Funn­ingsfirði liggja um 4 kilo hvørt, og soleiðis svarar rúgvan av fiski, sum hevur gingið og gongur í ringunum har norðuri, til eini 2.700 tons. Sílini hjá P/F Funnings­ laks skulu øll takast til jólar. Alt arbeiði fer fram á virkinum, Viking Seafood, á Strondum, har Brandur Jacobsen skipar fyri arbeiði og sølu. Taka 2700 tons av sílum til jólar Á virkinum, Viking Seafood á Strondum, hava tey havt úr at gera síðan í juni, tá ið tey fóru undir at taka sílini, sum P/F Funningslaks hevur á Funningsfirði Mynd: Vilmund Jacobsen Aliringarnir hjá P/F Týggjará liggja nú longur úti á Kaldbaksfirði, og ætlanin er, at teir skulu vera liggnandi har úti Mynd: Vilmund Jacobsen Eini 24,5 tons av sílum eru deyð av eitrandi algum á Kaldbaks­firði. Nú ringarnir liggja longri úti á fjørðinum, hevur fiskurin tað gott