hósdagur 5. oktober 2006síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 192 - 5. oktober 2006
tíðindi
Tá Wacken Open Air
fer av bakkastokki
í august komandi
ár, verður tað m.a.
við tónunum av
Orminum Langa,
festivalurin kunnger
á heimasíðu síni, at
Týr er á skránni fyri
komandi ár.
Tónleikur
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Týr spældu í gjárkvøldið
síðstu konsertina á fyrru
konsertferð síni í heyst,
fyri einum fullsettum rokk
klubba í Keypmannahavn.
Konsert ferðin hevur m.a
fevnt um 18 konsertir í
Týsklandi, ið má metast
sum størsti marknaðurin
fyri tungmálm. At bólkurin
byrjar at fóta sær á hesum
sera stóra marknaði er
júst vorðið enn greiðari, tí
heimsins størsti tungmálms
festivalur Wacken Open
Air hevur boðað frá, at Týr
verða á skránni hjá Festi
valinum komandi ár.
Wacken Open Air hev
ur verið hildin fyrst í
august seinastu 15 árini
og festivalurin er støðugt
vaksin, soleiðis at í ár spældu
57 tungmálmsbólkar fyri
teimum 60.000 gestunum.
Wacken Open Air kann
sostatt kalla seg heimsins
størsta tungmálmsfestival.
Tá fólk tóku stig til fyrsta
Wacken Open Air í lítlu
bygdini Wacken í Slesvíg-
Holstein í 1990, var tað eing
in sum hevði roknað við,
at hetta skuldi gerast ein
risa festivalur. Fyrsta árið
var talan um seks rættiliga
ókendar týskar tungmálms
bólkar, men longu í 1993
vóru størri nøvn á skránni. Í
1998 var festivalurin vaksin
til tann størsta av sínum slag,
og síðan hevur vøksturin
verið støðugur.
- Í Wacken búgva beint
undir 2000 fólk, so tá festi
valurin er, verður fólkatalið
30 faldað í nakrar dagar.
Men festivalurin er tiltikin
friðarligur, eitt slag av symbi
osu millum harðar tónar og
friðarligan atburð, greiðir
týski Føroyavinurin og tón
leikafjepparin Arne List frá.
Higartil eru hesi nøvn al
mannakunngjørd á Wacke
Open Air 2007: Blind
Guardian, Grave Digger,
Haggard,
Immortal,
In
Flames, Kampfar, Moon
spell, Rage, Samael, Saxon,
Schandmaul, Stratovarius,
Therion og Tyr.
Á seinnu konsertferð
síni, ið verður í november
spælir Týr 11 konsertir í
Týsklandi, og her verður
ríkur møguleiki at vinna
enn fleiri týskar tungmálms
fjepparar.
kelda: Wikipedia.org
Á tíðindafundið í
morgin árini fer
Norðurlandahúsið
og samstarvsfelagar
tess at kunna um
Atlantic Music Event
– Føroyar, tiltakið,
ið kemur ístaðin
fyri Prix Føroyar og
sum m.a. lutar eina
fløguupptøku til
besta bólkin.
Tónleikur
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Tá fyriskipararnir av av
gjørdu at sleppa Prix Før
oyum, varð sagt, at Norð
urlandahúsið arbeiddi við
aðrari ætlan í staðin fyri
Prix Føroyar finaluna.
Á tíðindafundi í morgin
verður tiltakið lagt fram.
Tað skilst, at Norður
landahúsið, saman við tón
leikafeløgum, føroyskum
festivalum, útgevarum o.ø.
hevur tikið stig gera eitt
nýtt tónleikatiltak Atlantic
Music Event – Føroyar.
Feløgini sum standa
aftan fyri tiltakið eru
m.a. TUTL, 3-arin, Grót,
FUT og fleiri onnur.
Norðurlandahúsið sigur,
at flestu av føroysku tón
leikafestivalunum longu
hava boðað frá, at teir
stuðla tiltakinum, ið verður
eitt slag av avloysara fyri
Prix Føroyar finaluna, ið
plagdi at verða í Norð
urlandahúsinum í apríl
mánað.
Fyrireikarnir
fara
eins og til Prix Føroyar
finaluna at royna at fáa
útlendskar gestir til Før
oyar hetta
vikuskiftið,
m.a. festivalar, útgevarar
og onnur. Ætlanin er at
hava konsertir, fyrilestrar
og annað vikuskiftið 13.
og 14 apríl 2007 í Norð
urlandahúsinum. Millum
onnur fer føroyski vinn
arin av Global Battle Of
The Bands 2006. Eisini
verður bólkurin, ið hevur
er valdur at hava útgivið
bestu fløgu bjóðaður lut
tøku.
Tilsamans er ætlanin,
at 12 bólkar framføra í
Norðurlandahúsinum
hetta vikuskiftið. Millum
hesar verða eisini nýggir
spennandi norðurlendskir
bólkar.
Sum nakað nýtt fáa
allir
føroyskir
bólkar
møguleika at senda inn
eina demoupptøku. Virðis
løn verður so latin til
besta bólkin, hendan er
ein fløguupptøku.
Tónleikur
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Ársins føroyska fløga 2005
Morning Dew hjá Høgna
Lisberg verður nú givin út í
Danmark, á plátufelagnum
Sonet Records, ið nýtir
útbreiðslunetið
hjá
Universal
Records
og
allar møguleikarnar fyri
alnetsølu, ið Universal
hevur ment.
Høgni Lisberg skrivaði
ígjárkvøldið undir sáttmála
um útbreiðslu í Danmark
av,
fløguni
ið
vann
planetina fyri bestu útgávu
á Planet Awards í ár, við
plátufelagið Sonet Records,
ið er ein partur av Universal
Denmark.
Hetta merkir, at fløgan
Morning Dew verður send
út á danska marknaðin,
við hesum plátufelagnum
í rygginum. Hetta letur
sjálvandi nógvar dyr upp.
Tí hóast Sonet Records ikki
varð endurstovnað fyrr enn
í juni í ár, so hevur felagið
pondus.
Í 60’unum og 70’unum var
Sonet Records eitt tað mest
týdningarmikla plátufelagið
á danska marknaðinum,
men síðan datt felagið
niðurfyri. Tað var ikki
fyrr enn í ár, at Universal
tók stig til at endurstovna
søguliga felagið. Nýggja
Sonet Records er ætla
at vera eitt alternativ til
Universal, eitt slag av
indiefelagi,
ið
arbeiðir
óheft av móðurfelagnum.
Men
sum
samstundis
nýtir
útbreiðslunetið
hjá Universal og allar
møguleikarnar
fyri
alnetsølu, ið Universal
hevur ment.
Grundhugsjónin er at
bjóða tónleikarunum nógv
meira skapandi frælsi enn
vanligt er í plátufeløgum.
Tónleikarar og plátufelag
skulu
kunna
hyggja
hvør annan í eyguni, og
tónleikurin skal vera í
miðdeplinum. Hjá Sonet
Records fáa tónleikarar
møguleika at velja millum
nógvar ymiskar tænastur
frá Sonet Records, eitt nú
sum Høgni nú hevur fingið,
útbreiðslusáttmála,
ella
útgávusáttmála, umboðan,
miðlavenjing, hjálp við
at gera sjónbandaløg og
mangt annað.
Frammanundan
hevur
Høgni Lisberg sáttmála við
TUTL, ið er galdandi fyri
Føroyar og við Rough Trade,
ið er eitt stórt útgávufelag
sum virkar í øllum Europa.
Avtalan hjá Høgna er tó
einans galdandi í Hollandi,
Belgia og Luksemborg.
Høgni hevur júst gjørt
sáttmála
við
nýggjan
umboðsmann. Talan er um
danan Jesper Kemp, ið
m.a. hevði rættiliga nógv at
gera við gamla bólkin hjá
Høgna, Clickhaze.
Í næstum skal Høgni
luttaka á víðagitna Airwaves
festivalinum í Reykjavík.
Nýggja og hamskifta
AME tiltakið, sum
norðurlandahúsið
skipar fyri í næsta
ár, í samstarvi við
umboð fyri tón
leikalívið í Føroyum,
er sambært Jón Tyril
eitt framstig
Tónleikur
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
AME
Føroyar
hevur
longu nú bjóðað komandi
vinnaranum av føroysku
GBOB kappingini, at
spæla tá ið tiltakið fer av
bakkastokki í apríl næsta
ár, og hetta fegnast Jón
Tyril stjóri í G! Music,
sum m.a. skipar fyri
GBOB kappingni og G!
Festivalinum.
- At Norðurlandahúsið
stuðlar GBOB kappingini
fíggjarliga og hevur valt
at bjóða føroyska vinn
aranum við til stóra sýnis
gluggatiltakið
í
apríl
mánaða er at gleðast um.
Vit hava skotið upp, at
Norðurlandahúsið savnar
allar kreftir til eitt nýtt
og endurnýggjað sýnis
gluggatilak og fær flest
møguligar partar við í
eitt samstarv um tiltakið,
greiðir Jón Tyril frá.
- Avgerðin at umskipa
AME og taka umboð
fyri størsta partin av før
oyskum tónleikalívi við
í planleggingina er sera
skilagóð. At NLH eisini
velur at arbeiða saman
við GBOB og stuðla tí
eru týðilig tekin um góða
samstarvsviljan og dirvið
til at hugsa nýtt og at laga
seg til broyttar umstøður
hjá Norðurlandahúsinum,
heldur Jón Tyril.
- Eg haldi vit fáa bæði
eina betri kapping OG
eitt betri sýnisgluggatiltak
í
Norðurlandahúsinum
við at allir partar arbeiða
saman, stutt sagt fáa vit
bæði posa og sekk til
føroyskt tónleikalív, og
tað er fremsta málið við
tiltøkum av hesum slag,
sigur Jón Tyril.
Týr á heimsins størsta
tungmálms festivali
Høgni Lisberg fingið útbreiðslusáttmála
við danskt útgávufelag
Høgni Lisberg býr í Danmark,
og hevur spælt nokkso fitt har,
nú verður nýggjasta fløgan
hjá Høgna send út á danska
marknaðin
Wacken
Open Air
savnaði
í fjør
60.000
málms
fjepparar
Týr gerst í hesum døgum eitt
alt størri navn millum týskar
málmsfjeppar
mynd: Bárður Eklund
AME – Føroyar
verður í apríl
G! Music fegnast um
hamskifta AME tiltakið