Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-05, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. oktober 2006síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 tíðindi Nr. 192 - 5. oktober 2006 útlond SAMBAND árni joensen fartekst@mail.dk tlf 341800 – Norðurkorea má velja - kjarnorkuvápn ella eina framtíð, tí bæði fær landið ikki amerikanski varauttanríkisráðharrin Stutt sagt Flogskipararnir á tí lítla amerikanska flog­far­ inum, sum stoytti sam­an við eitt brasilskt ferða­ mannaflogfar í síðstu viku, verða møguliga skuldsettir fyri dráp. Brasilska flog­ farið datt niður, og øll tey 155, sum við vóru, lótu lív. Tað lítla flogfarið neyðlendi í øllum góðum. Teir báðir amerikonsku flogskipararnir eru fram­ vegis í Brasil, og teir sleppa ikki haðani, tí mynd­ugleikarnir hava tikið passið frá teimum. Løgregluovastin, Geraldo Pereira, sigur við AFP, at løgreglan hevur fingið boð um at kanna, um teir báðir flogskipararnir viku frá galdandi lógum undan sjálvum samanstoytinum. Amerikanska flogfarið, sum var á veg til høvuðs­ staðin Brasilia við sjey ferða­fólkum, fleyg í 37.000 fóta hædd, men fekk boð um at fara niður í 36.000 fóta hædd. Spurningurin er, um flogskipararnir ikki hoyrdu ella ikki gjørdu eftir boðunum við tí úrsliti, at tey bæði flogførini bóru við hvørt annað. Fyri fyrstu ferð í fleiri ár eru nú vónir um, at endi kann fáast á tí drúgv­asta borgarakrígnum í Suður­ amerika. Í hvussu er hava stjórnin hjá Álv­aro Uribe, forseta og upp­ reistrarrørslan FARC játtað at koma til samskifta, og sum tað fyrsta stigið tingast teir nú um at lata fangar hjá hvør øðrum leysar, skrivar spanska blaðið El Pais. Spania, Frakland og Sveis hava teir seinastu tíggju mánaðarnar roynt at fáa partarnar at samráðast um at enda borgarakríggið, og londini eru væl nøgd við, at stjórnin og FARC eru sinnað at lata fangar leysar. Í fyrsta umfari skal FARC hava játtað at lata 59 burturflutt fólk leys aftur fyri 500 uppreistrarmenn, sum kolombiski herurin hevur tikið. Álvaro Uribe, sum varð afturvaldur á forseta­val­ inum í mai, hevur fyrr sýtt fyri at tingast við ta vinstrasinnaðu upp­reistr­ arrørsluna, og undir val­ stríðnum tá segði hann, at talan bleiv ikki um nakrar tingingar, fyrr enn FARC hevði lagt vápnini. Men hann hevur broytt hugsan, og nú sigur hann seg vera sinnaðan at hitta leiðaran í FARC, skrivar El Pais. Tann 1. oktober byrjaði veiði­tíðin hjá norskum hummarabátum, men bæði fiskimenninir og fiski­ frøðingarnir kæra seg, at hummarastovnurin er sera illa fyri. Fiskifrøðingarnir siga, at tann norski hummarin er komin í vanda, eftir at tann amerikanski hummarin, sum er væl størri enn tann norski, er vorðin alt meiri vanligur í Noregi. Í fjør fingu fiskimenninir fleiri amerikanskar humm­ arar í rúsurnar, og fiski­ frøðingarnir vænta, at teir fara at fáa uppaftur fleiri í ár. Fleiri norðmenn innflyta livandi amerikanskar humm­arar, og í summum førum verða teir settir í rús­ ur, áðrenn teir verða tiknir. Men vanlukkutíð hendir tað javnan, at hummararnir sleppa úr rúsunum, og tað kann vera sera óheppið. Eitt er, at tann amerikanski hummarin er størri og sterkari enn tann evropeiski, men verri er, at hann hevur eitt slag av bakterium í sær, sum eru lívshættisligar fyri tann evropeiska hummaran, sigur Ann Lisbeth Agnalt á norsku fiskirannsóknarstovuni við Aftenposten. Hon mælir myndugleikunum til at seta forboð fyri at innflyta amerikanskar hummarar. Hummarastríð í Noregi Verða kanska skuldsettir fyri dráp Samráðingar í Kolombia Avstralski rennarin Peter Norman vann silvur á olympisku leikunum í Meksiko í 1968, men tað var heiðursmerkja­ handanin, sum gjørd­ist søgulig, og sum gjørdi hann til ein søguligan silvurvinnara Peter Norman kom á mál í 200 metra renningini við tíðini 20,06 sekund, sum enn tann dag í dag er avstralskt met. Tað var kortini ikki nóg mikið til at vinna. Fremstur á mál var amerikanarin Tommie Smith, og nummar trý var John Carlos, ið eisini var amerikanari. Felags fyri teir báðar am­erikanararnar var, at teir vóru svartir. Í USA var stríðið fyri rættindunum hjá teimum svørtu í hæddini, og tá teir tríggir tóku ímóti heiðursmerkjunum, valdu teir at gera vart við tað. Smith og Carlos høvdu svartan handska á aðrari hondini, og tá lagið til amerikanska tjóðsangin rungaði á olympiska leikvøllinum í Meksiko býi, lyftu teir hond­ina við handskanum og knýttu nevan. Vanligt er, at ítróttarfólkini hyggja at flagginum í hesari løtu, men Smith og Carlos gjørdu tað øvugta. Høgrumegin á sigurs­ pallinum stóð Peter Norman, og fyri at vísa sín samhuga við hinum báðum og teimum svørtu í USA, hevði hann sett stríðsmerki teirra á bringuna. – Øll eiga at hava somu rættindi. Øll eru fødd til somu rættindi og skulu hava somu viðferð, segði hann seinni. Í gjár bleiv kunngjørt, at Peter Norman var deyður av einum hjartatilburði. Tann kendi silvurvinnarin var 64 ára gamal, nú hann doyði. – Norðurkorea noyð­ ist at velja, um landið vil hava eina framtíð ella kjarnorkuvápn. Talan verður ikki um bæði, sigur USA Síðani Norðurkorea fyri nøkrum døgum síðani boðaði frá, at landið fyrireikar seg til eina kjarnorkuroyndar­ spreinging, hevur stórt diplomatiskt virksemi verið í Fjareystri og á ST- høvuðsborgini í New York. Japan og Suðurkorea hava gjørt greitt, at tey fara ikki at góðtaka, at Norðurkorea roynir eina kjarnokrubumbu, og amerikanskir talsmenn eru sera hvassorðaðir. – Norðurkorea noyðist at velja, um landið vil hava kjarnorkuvápn ella eina fram­tíð, tí talan verður ikki um bæði, sigur amerikanski varauttanríkisráðharrin Christ­opher Hill. Hann vil ikki siga, hvat USA ætlar sær at gera við málið, men USA fer ikki at bíða, til Norðurkorea hevur fingið sær kjarnorkuvápn, sigur hann við AP. Í New York roynir am­er­ ikanski ST-sendiharrin, John Bolton, at fáa trygdarráðið at semjast um neyðug stig. Í gjár hevði ráðið fund um ta spentu støðuna, og sambært bretska sendiharranum, Emyr Jones Parry, samdist ráðið um at lata ein ser­ frøðingabólk gera eitt til­ mæli um, hvørji stig ST eigur at taka. Amerikanarar hava kært seg um, at Russland og Kina vilja ikki fordøma Norð­ur­ korea og tess ætlanir, men russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov, sigur við Reut­ers, at Russland kann als ikki góðtaka eina norðurkoreanska kjarnorku­ royndarspreinging. Kines­ ika stjórnin avsannar eis­ ini, at hon skal hava ver­ið ov afturhaldandi í sín­um atfinningum at norður­ koreansku ætlanini. Norðurkoreanar sjálvir hava ikki sagt eitt orð um tey nógvu mótmælini. Norðurkorea fær knívin á barkan Silvurvinnarin deyður Søguliga myndin frá olympisku leikunum í Meksiko í 1968