hósdagur 5. oktober 2006síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 192 - 5. oktober 2006
ítróttur
SAMBAND
jákup mørk
jakup@sosialurin.fo
tlf 341800
Heini í
sjón
varpinum
Elite 3000 Helsingør,
sum er liðið hjá føroyska
landsliðsleikaranum
í
hondbólti,
Heini
Hanusarson,
skal
spæla
beinleiðis
á
sjónvarpsrásini 3+ í
annaðkvøld kl. 18.00.
Dysturin er ímóti TVIS/
Holstebro, sum liggur
á einum 10. plássi við
tveimum stigum fyri
fýra dystir. Liðið hjá
Heini liggur á næstaftasta
plássi við einum stigi,
men um teir vinna dystin
ímóti TVIS/Holstebro,
so
fer
Elite
3000
Helsingør framvið TVIS/
Holstebro.
-teitur
---
Agger
besti
leikarin í
september
Danin Daniel Agger
hevur av álvara fingið
fótin fyri seg í Liver
pool. Liðfelagarnir, við
haldsfólk og fjølmiðlarnir
rósa honum fyri hansara
sannførandi avrik í mið
verjuni hjá enska stór
felagnum.
Nú fær danin so enn eitt
herðaklapp. Professional
Footballer’s Association
hevur kosið hann at vera
besta leikaran í Premier
League í september.
Í grundgevingunum
verður skemtandi sagt,
at Daniel Agger livir upp
til søgurnar um, at hann
er besta útflutningsvøran
hjá Danmark síðani Carls
berg-øl.
Og fyrrverandi Liver
pool leikarin, Torben
Piechnik, er heldur ikki
seinur at rósa Agger. Við
givemefootball.com sigur
hann, at ongin ivi er um,
at Daniel Agger er ein av
mest lovandi leikarunum
í Danmark í fleiri ár.
-rwd
– Stórtapini níva ikki einans hjá viðhaldsfólkunum, men eisini hjá okkum
í hópinum. Tí hava verður tað mín áheitan til viðhaldsfólkini, um at stuðla
liðnum, tá tað fer á vøllin leygardagin
Jógvan Martin Olsen, landsliðsvenjari
Málmansveteranurin
er maðurin sum
yvirtekur lið
skiparabindið
nú greitt er, at
Óli Johannesen
ikki verður við
landsdystirnar móti
Litava og Fraklandi
LANDSLIÐIÐ
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Tað tað verður Jákup Mikk
elsen sum skal stýra liðnum
á vøllinum til landsdystirnar
leygardagin og mikudagin.
Tað kundi Jógvan Martin
Olsen fortelja Sosialinum í
morgun, eftir at landsliðið
hevði vant.
– Jákup Mikkelsen hevur
verið við so longi og hevur
nógvar royndir, so tí var
tað eitt natúrligt val, sigur
landsliðsvenjarin um valið.
Jákup Mikkelsen sjálvur
var sjálvandi glaður um,
at hann var valdur at stýra
liðnum á vøllinum, men var
sum vanligt púra róligur, tá
vit spurdu hann, hvat hann
helt um valið.
– Óli hevur gjørt tað væl
í so nógv ár, og eg síggi tað
sum eina uppgávu, at eg nú
skal lyfta liðið, sigur nýggi
liðformaðurin.
– Hetta verður eisini
eitt sindur øðrvísi nú enn
vanligt, og kann tað eisini
vera við at geva nakað
eyka til mín sjálvs, nú eg
skal hugsa meiri um liðið,
segði Jákup Mikkelsen eftir
venjingina, sum endaði stutt
fyri døgurða.
Jákup Mikkelsen liðformaður
Føroyingarnir í Rom
hava fingið nøkur
fantastiska góð úrslit.
Øll sum ein hava tey
sett persónligt mett,
og hava tey vunnið
seks heiðursmerki
– tríggjar gull, tvør
silvur og eina bronsu
SPECIAL OLYMPICS
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Special Olympics í Rom
er av og Føroyar hava
fingið nøkur framúr góð
úrslit. Ikki færri enn seks
heiðursmerki eru komin í
hús, og tí kunnu luttakararnir
við góða samvitsku njóta
endahátíðina, sum verður í
kvøld.
3 gullmedaljur
Apolonia var heiðurs
merkjaslúkurin í føroyska
hópinum. Í svimjing vann
hon gull í 50 metur firvald og
50 metur bringu, umframt at
hon eisini vann silvur saman
við Ragnvaldi í stafettini.
Ragnvaldur
sjálvur
vann eisini gull í 200 met
ur frísvimjing, og eina
silvurmedalju ognaði hann sær
eisini í 100 metur bringu.
Bronsumedaljuna fekk
Kristian Martin í kúlukasti.
Hann varð annars diskvali
fiseraður, men henda avgerð
varð tikin upp til viðgerðar
og vísti tað seg, at vera
ein skeiv avgerð, og tí var
Kristian Martin við aftur í
kappingini.
Tað fegnaðust tey í før
oyska hópinum um, og
Kristian Martin kvitteraði við
at skaffa føroyska hópinum
eina bronsumedalju, soleiðis
at liðið sleppur heim við
metalli av øllum slag.
Jógvan Martin
Olsen sigur, at tað
er givið, at teir nú
mugu vera raskari
í verjupartinum
undanfarnu dystir
nar, men at teir sjálv
sagt ikki fara at stilla
10 mans rundan um
brotsteigin at verja
LANDSLIÐIÐ
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Venjingarnar fyrrapartin
í dag góvu ikki tær stóru
ábendingarnar um, hvussu
liðið fer at síggja út, sum
skal á vøllin leygardagin.
Landsliðið vandi innlegg og
hevði eisini skotvenjingar,
og endaðu við einum dysti,
har leikararnir vóru ógvuliga
fokuseraðir og spældu við
nógvari ferð.
Liðini
sum
spældu
høvdu níggju mans hvør,
og so vardu Meinhard og
Jákup hvør sítt mál. Liðið
í vestum var mannað við
Jákup, Atla, Vagnur og Janus
í verjuni. Tað kundi sæð út
sum eitt boð upp á verjuna
leygardagin, men samstundis
spældi Fróði Benjaminsen í
miðverjuni hjá mótpartinum,
so tað kundi sæð út sum, at
landsliðsvenjarin umhugsar
møguleikan at seta Fróða í
miðverjuna.
Stuðlið liðnum
Landsliðsvenjarin kundi tó
ikki siga, hvussu liðið fer at
síggja út leygardagin.
– Vit hava sama útgangs
støði til dystin leygardagin,
sum vit hava til hvønn dyst,
og tað er at fáa eitt so gott
úrslit sum gjørligt, sigur
Jógvan Martin Olsen.
– Men tað er givið, at vit
mugu vera meiri dugnaligir
í verjupartinum enn und
anfarnu dystir, sigur lands
liðsvenjarin, sum samstundis
leggur dent á, at tað ikki
merkir, at teir fara at stilla
10 mans rundan um egnan
brotsteig at verja.
Spurdur um, hvønn leik
lut hann ætlar Mikkjal
Thomasssen skal hava, sigur
Jógvan Martin Olsen, at har
er onki avgjørt.
– Vit hava eina venjing
aftrat í morgin og tá skulu
tveir leikarar sáldast frá, so
eg fái ikki sagt nakað um
tað, sigur Jógvan Martin
Olsen, landsliðsvenjari, sum
eisini hevði eina áheitan fyri
føroysku viðhaldsfólkini.
– Stórtapini níva ikki einans
hjá viðhaldsfólkunum, men
eisini hjá okkum í hópinum.
Tí hava verður tað mín
áheitan til viðhaldsfólkini,
um at stuðla liðnum, tá tað
fer á vøllin leygardagin.å
6 heiðursmerkir í Rom
Hetta verður eitt sindur
øðrvísi nú enn vanligt, og
kann tað eisini vera við at
geva nakað eyka til mín
sjálvs, nú eg skal hugsa meiri
um liðið
Mynd: Jens Kristian Hansen
Mugu vera raskari í verjupartinum
– Vit hava eina venjing aftrat í morgin og tá skulu tveir leikarar sáldast frá, so eg fái ikki sagt
nakað um hvussu liðið fer at síggja út, sigur Jógvan Martin Olsen
Mynd: Jens Kr. Vang