hósdagur 5. oktober 2006síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 192 - 5. oktober 2006
27
tíðindi
Altment koma tíð
indini ikki út fyrr
enn seinnapartin í
dag, men tað skuldi
verið púrasta vist.
Bogi Hansen fær í
dag Norðurlendsku
umhvørvisvirðis
lønina, sum er
350.000 krónur
Virðisløn
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Seinnapartin í dag skuldi
avdúkast, hvør skuldi fáa
umhvørvisvirðislønina
hjá Norðurlandaráðnum.
Almennu boðini um hetta
vórðu ikki váttað fyrr enn
eftir evstamark okkara, og
tað tyikist púra víst, at tað
verður Bogi Hansen, sum
fær virðislønina. Nakað sum
varð meira ella minni váttað
av Løgtingsins røðarapalli,
har Hergir Nielsen stafðesti
veruleikan. Sjálvur vil Bogi
Hansen ikki gera nakrar
sum helst viðmerkingar
til tíðindini, men frá væl
vitandi keldum hava vit tó
frætt, at hetta er rætt.
Orsøkin til, at Bogi
varð innstillaður til virðis
lønina var drúgva gransk
ingararbeiði hansara innan
veðurlagsbroytingar. Longu
við innstillingini gjørdi
Norðurlandaráðið greitt,
at heiðurslønin í ár skuldi
latast einum einstaklingini
ella felagsskapi, sum við
kanningum yvir eitt longri
tíðarskeið hevur gjørt vart
við veðurlagsbroytingar,
ella sum eru komin við
loysnum um at minka um
umhvørvisskaðilig árin ella
lekar.
Og tað er eingin ivi um,
at Bogi lýkur treytirnar í
hesum. Seinastu 20 árini
hevur hann støðugt verið
partur av granskingini
og kjakinum um, hvørjar
avleiðingar
sonevnda
vakstrarhúseffektin
tað
kann fáa fyri umhvørvið.
Serstakliga hevur hetta
verið gjørt við atliti til
Golf-streymin, sum er so
týdningarmikil fyri føroyska
umhvørvið og búskapin.
Seinnapartin í dag verður
hátíðarhald í Nótatúni,
har Bogi Hansen verður
útnevndur professari, og
væntast kann tí, at løtan
verður eyka hátíðarlig, nú
Norðurlendska umhvørvis
virðislønin eisini stendur á
skránni.
Bogi Hansen fekk norðurlendsku
virðislønina
Sum skilst, so verður tað váttað seinnapartin í dag, at Bogi Hansen fær umhvørvisvirðislønina
hjá Norðurlandaráðnum
Fantast-
iskt
Beint undan
evstamarki
okkara fingu vit
orð á Jóan Paula
Joensen, rektara
á Fróðskapar
setrinum, sum
fegnaðist um
tíðindini
Virðisløn
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
– Tað gleðir meg, um
Bogi Hansen hevur fingið
hesa viðurkenning. Hann
er ein altjóða viðurkendur
granskari og er millum 5
teir bestu á sínum øki um
okkara leiðir. Tað er ein
stórur heiður fyri bæði
Fiskirannsóknarstovuna
og Fróðskaparsetrið, um
tað er satt, at Bogi fær
umhvørvisvirðislønina
sigur Jóan Pauli Joensen,
rektari á Fróðskaparsetri
Føroya
í
stuttari
viðmerking. Um so er,
at hald er í tíðindunum,
er hetta fyrstu ferð, at
føroyingar fær hesa
mætu
norðurlendsku
virðislønina.