fríggjadagur 6. oktober 2006síða 5
‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 193 - 6. oktober 2006
5
tíðindi
Fíggjarmálaráðið
og Kommunala
Arbeiðsgevarafelagið
siga tað vera
undranarvert, at
Pedagogfelagið lýsir
arbeiðssteðg, heldur
enn at koma til
samráðingarborðið.
Arbeiðsmarknaður
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Nú Føroya Pedagogfelag
hevur lýst 24 tíma verkfall,
er arbeiðsgevarasíðan komin
við nøkrum viðmerkingum.
– Vit hava verið í sam
ráðingum
við
Føroya
Pedagogfelag
síðan
í
desember í fjør og av krøv
unum frá arbeiðsgevarunum
er bara eitt eftir á borðinum,
og nú sigur felagið, at Fíggjar
málaráðið ætlar at avtaka
tænastumannasetanir, uttan
at geva sær og okkum nóg
góðar stundir til at viðgera
hesar umfatandi broytingar.
Í hesum umfari hevur felagið
vitað um kravið í 9 mánaðir,
og tá ið tað hevur verið ført
fram áður, kann tað undra,
at felagið sigur seg ikki hava
havt stundir at viðgera tað,
siga Fíggjarmálaráðið og
Kommunala Arbeiðsgevara
felagið.
Hava tosa við
politikarar
Og Fíggjarmálaráðið og
Kommunala Arbeiðsgevara
felagið vísa á, at felagið
vísir til, at vantandi viljin
hjá politikarunum at vera
við til samráðingarnar er
ein onnur grund. - Í juni sleit
felagið samráðingarnar við
hesu somu grundgeving,
og kom tá á tal við polit
ikararnar. Síðan tað hava
samráðingarnar hildið áfram
við embætisfólkum, sum
vanligt er í øllum øðrum
sáttmálasamráðingum, sigur
arbeiðsgevarasíðan.
– Felagið sigur um broyt
ingar í dagstovnalógini,
at tað metir broytingina
sum eina kollvelting innan
økið. Men Kommunala
Arbeiðsgevarafelagið sær als
ikki sær ta stóru broytingina
í nýggju dagstovnalógini.
Komið til borðið
Og
arbeiðsgevarasíðan
vísir á, at Pedagogfelagið
sigur seg hava sent uppskot
til ítøkiliga semju, sum
Fíggjarmálaráðið
og
Kommunala Arbeiðsgevara
felagið ikki hava tikið støðu
til, men bara eru komin
við burturforkláringum og
uttanumtosi.
– Tílík skriving førir ikki til
nakað gott, og tí fara vit ikki
alment at gera viðmerkingar
til hetta uppskot. Vit fara
bara at endurtaka: Samráð
ingar eiga at fara fram við
samráðingarborðið, ikki
umvegis teldupostar og ikki
umvegis fjølmiðlarnar.
Tað er undranarvert, at
felagið lýsir arbeiðssteðg
heldur enn at koma til sam
ráðingarborðið, tí vit bíða
bara eftir fundarboðum,
siga Fíggjarmálaráðið og
Kommunala Arbeiðsgevara
felagið.
Bíða bara eftir fundarboðum
Vit hava roynt at
verið tolin. Men
samráðingarnar eru
alt ov tilvildarligar
og óskipaðar. Hetta
góðtaka vit ikki
longur, og tí var breið
semja um at leggja
arbeiðið niður í eitt
samdøgur, sigur ein
avgjørdur Jarvin F.
Hansen, formaður í
Pedagogfelagnum
Arbeiðsmarknaður
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Fekst tú gummistivlarnar hjá
barninum heim við í gjár?
Um ikki, so mugu tit bíða
til mánadagin, um barnið
gongur á dagstovni. Og um
tit eru brúkarar av einum frí
tíðarskúla, mugu tit bíða til
aftaná heystfrítíðina.
Tí, nú kann tað vera nokk!
Tað søgdu tey 120 álitis
fólkaumboðunum, sum Peda
gogfelagið hevði fund við í
gjár. Og arbeiðssteðgur varð
lýstur at vera í eitt samdøgur,
frá hóskvøld á midnátt til
fríggjakvøld á midnátt.
– Føroya Pedagogfelag
vil á hendan hátt mótmæla
gongdini í sáttmálasamráð
ingunum, ið nú hava vart
í eitt ár. Og serliga er tað
vantandi viljin hjá polit
ikarunum, at vera við til
samráðingarnar, og teirra
manglandi útgreining av
teirra ætlanum, ið liggur til
grundar fyri hesi avgerðina,
sigur Pedagogfelagið.
Eitt ár er farið
– Vit hava ligið í sáttmálaloysi
síðani 1. oktober í fjør, tá
vit gjørdi av at uppsiga sátt
málan. Og avgerðin um at
uppsiga sáttmálan var júst
tengd at, at vit ynsktu at fáa
nakrar, fyri okkum, týðandi
broytingar inn í hann, sig
ur Jarvin F. Hansen. Og
hann vísir á, at tey tá skutu
upp, at leingja sáttmálan í
eitt ár, men at hetta hevði
mótparturin ongan áhuga
fyri.
– Við at fáa eitt ár at arbeiða
í, hevði tað givið okkum
rúmd og luft til møguliga at
farið til samráðingarborðið
aftur saman við onkrum av
teimum stóru feløgunum,
men hesum var mótparturin
als ikki áhugaður í, sig
ur formaðurin í Pedagog
felagnum.
Ikki við tveir partar
Pedagogfelagið samráðist
bæði við Fíggjarmálaráðið
og Kommunala Arbeiðs
gevarafelagið, av tí at landið
varðar av serstovnaøkinum,
og kommunurnar varða av
dagstovnaøkinum.
– Vit fara ongantíð at
samstarva við tveir partar aftur,
tí tað hevur verið ómetaliga
tungt og møtimikið. Ikki minst
tí, at tað tykist sum, at KAF
als ongar heimildir hevur
fingið frá kommununum,
so hvørja fer vit eru komin
til eina niðurstøðu, kunnu
samráðingarumboðini ikki
taka nakra støðu, men skulu
venda sær til kommunurnar at
spyrja seg fyri, sigur Jarvin F.
Hansen. Og hann fýlist harðliga
á, at samráðingarnevndirnar
hjá mótpartinum hava ongar
heimildir, og at ongin við
politikari møtir upp.
Ein undirmett statt
Felagið sigur seg fleiri
ferðir hava víst á, at nú dag
stovnalógin er broytt, og
nýggj kunngerð sett í verk,
førir tað við sær størri ábyrgd
og orku fyri starvsfólk á
stovnunum.
– Vit meta broytingina
sum eina kollvelting innan
økið, og vit ynskja, at allir
pedagogar fáa fimm tímar
um vikuna til fyrireiking, eins
og lærarar fáa niðurskurð.
Spurdur, hvørjar avger
andi broytingar innan ped
agogiska øki gera, at allir
pedagogar skulu hava fimm
tímar til fyrireikingar, vísir
Jarvin F. Hansen til nýggju
dagstovnalógina.
– Tann størsta broytingin
í nýggju dagstovnalógini
er grein fimm, sum álegg
ur kommunum at umsita
stuðulsskipanina til børn við
serligum tørvi, í staðin fyri,
sum higartil, at Almannastovan
hevur røkt ta uppgávuna. Og
av tí at kommunurnar hava so
ymiskar politikk á økinum eru
í dag nógvir dagstovnar við
stuðulskrevjandi børnum,
sum ongan stuðul hava, sigur
Jarvin F. Hansen.
Og hann vísir á, at krøvini
til starvsfólkini eru herd og
broytt nógv seinastu árini,
har tað eitt nú er eitt krav,
at hvør stova skal hava
eina virkisætlan og gera
eftirmetingar.
– Í kjalarvørrinum á
Pisa-kanningunum er eisini
nógv sum týður uppá, at vit
framyvir skulu hava eina
virkisætlan fyri hvørt barni,
so tey verða fangað fyrr,
um tey hava tørv á ávísum
tilboðum.
– Vit ynskja, at normer
ingarnar fara upp og at hvør
pedagogur fær fimm tímar
til fyrireiking um vikuna.
Harumframt ynskja vit eina
munandi lønarhækkan, og vit
skjóta upp at allir pedagogar
verða løntir sambært ser
stovnasáttmálanum,
so
teir fara eitt gott vet upp á
lønarstiganum, sigur Jarvin
F. Hansen, sum heitir á
kommunurnar, um at fara
væl við pedagogunum, um
tær ynskja at varðveita teir.
– Tí tað er eingin loyna,
at pedagogar lønarliga eru
ein undirmettir stattur, sigur
Jarvin F. Hansen.
Uttanumtos
Og hann vísir á, at samstundis
ætlar Fíggjarmálaráðið at
avtaka tænastumannasetanir,
uttan at stundir eru til at
viðgera hesar umfatandi
broytingar.
– Hetta gjørdist greitt,
tá ið felagið sendi skriv til
Kommunala Arbeiðsgevara
felagið og Fíggjarmálaráðið,
har vit løgdu fram uppskot
til eina ítøkiliga semju.
Heldur enn at taka støðu til
uppskot okkara, fingu vit
ikki annað frá KAF og FMR
enn burturforkláringar og
uttanumtos, sigur Pedagog
felagið.
Fleiri partar fløkja
samráðingarnar
Skápini
skulu
skrúvast
føst
Tórshavnar komm
una fer at eftirkanna
allar stovnar í
kommununi. Skáp
og annað, ið er í
vanda fyri at detta,
skal skrúvast fast í
veggin
Dagstovnar
Ella Larsen
ella@sosialurin.fo
Mánadagin hendi eitt
óhapp í Barnagarðinum
við Velbastaðvegin, har
ein 5 ára gamal smádrong
ur fekk eitt tungt skáp
omanyvir seg.
Óhappið hendi, tá
drongurin klatraði upp
eftir skápinum, sum
ikki var skrúvað fast í
veggin.
Ein umbygging er farin
fram í Barnagarðinum við
Velbastaðvegin seinastu
tíðina, og hóast nógv smá
ting vóru eftir at fáa upp
á pláss, eru nýggju barna
garðsstovurnar tiknar í
nýtslu.
Í gjár hevði Tórshavnar
býráð fund um støðuna
har avgjørt var, hvat skal
gerast fyri at rætta brekini
í Barnagarðinum við
Velbastaðvegin.
– Vit fara at gera mang
ullistar, og fáa rættað
manglarnar beinanvegin.
Og vit fara eisini at syrgja
fyri, at alt sum kann
koppa skal skrúvast fast,
sigur Heðin Mortensen
borgarstjóri.
Kommunan hevur eis
ini givið boð um, at allir
stovnar í kommununi
bæði barnagarðar og
skúlar skulu eftirhyggjast,
so at sleppast kann undan,
at skaðar sum hesin henda
aftur.
– Húsavørðirnir hava
fingið boð um, at alt,
sum kann vera í vanda
fyri at detta, skal skrúvast
fast, so sum skáp, reolir,
køliskáp, sigur Heðin
Mortensen, og hann
heldur fram:
– Tá tað skal gerast á
hesum stovninum, so hava
vit gjørt av, at tað skal
gerast á øllum stovnunum.
Vit hava valt eisini at gera
tað á skúlum, tí skúlabørn
kunnu eisini finna uppá
at klatra á skápum, og tí
haldi eg at tað er natúrligt
at vit gera hetta.