fríggjadagur 6. oktober 2006síða 6
‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 193 - 6. oktober 2006
tíðindi
Brother Clifford, sum
koyrir Jesusbussin, fer
nú av landinum aftur.
Hann hevur verið í
Føroyum síðstu tíðina
og havt møtir, víst
film og prátað við
fólk. Maðurin hevur
eina keðiliga fortíð,
men nú vil hann
hyggja frameftir og
einans liva fyri Jesusi.
Brother Clifford
lovar at koma aftur til
Føroya næsta ár, og tá
ætlar hann sær eisini
til Íslands
JESUSBUSSURIN
Heini S. Kristiansen
heinik@sosialurin.fo
Síðstu tíðina hevur ein
tvíhæddaður bláur bussur
koyrt runt landið. Hann
er eftirhondini vorðin ein
partur
av
býar/bygdar
myndini hjá nógvum. Á
bussinum stendur tekstur.
Millum annað ”Vel at fylgja
Jesusi”. Hetta hevur fangað
forvitnið hjá nógvum, og
nógv hava undrast á, hvør
eigur hendan bussin.
Kristin maður
Eigarin og førarin av hes
um bussinum, sum helst
er fyrsti tvíhæddaði bussur
í Føroyum, eitur Clifford
Edwards. Hann verður kall
aður fyri Brother Clifford,
og hann brúkar alla sína
tíð til at koyra runt við
bussinum og at greiða frá
síni trúgv á Jesus. Hann
bjóðar øllum inn í bussin
til eitt prát, um tey hava
hug. Hann hevur eisini havt
møtir kring landið, og so
hevur hann víst kristiligar
filmar á eitt lørift, sum
hann hongur upp á síðuna
á bussinum. Hann hevur
sjálvur kanón, sum varpar
myndina á bussin. Síðani
hava fólk sitið í bilinum
og hugt í besta Drive-In
Bio-stíli. Undirtøkan fyri
filmssýningunum
hev
ur verið góð. Serliga í
Hvalvík komu nógv fólk.
Annars hevur hann verið
runt allar Føroyar, eisini í
Suðuroynni, har ið honum
dámdi sera væl.
Summi undrast kanska
á, hvussu maðurin kann
liva, tá ið hann einans
koyrir runt við bussinum
og einki arbeiði hevur.
Clifford sjálvur sigur, at
hann hevur onga einstaka
kirkju, sum stuðlar honum
við einari fastari upphædd
um mánaðin. Hann vísir
tó á, at hann hevur nógvar
vinir, sum biðja fyri sær.
- Eg liva av pengunum,
sum eru í bússuni, sum
stendur frammi í bussinum
við førarasetrið. Har kunnu
fólk koyra eitt oyra í, um
tey hava hug. Hvørja ferð
eg havi tørv á mati ella
diesel til bussin, opni eg
bússuna, og tá er altíð nóg
mikið til mín tørv. Eg búgvi
í bussinum og krevji ikki
so nógv, so tær størstu
útreiðslurnar fara til diesel,
sigur Brother Clifford.
Fyrrverandi
rúsdrekkamisnýtari
Brother Clifford hevur koyrt
runt í nógvum londum.
Hann er sjálvur breti. Nú
er hann ein játtandi kristin,
og hann nýtir alla sína tíð
til at vitna. Men tað hevur
ikki altíð verið so. Í sínum
ungu árum var Clifford
Edwards
yrkissangari.
Hann sang á skeinkistøðum
og dansistøðum og gjørdist
bæði ríkur og kendur. Hann
hevði eina frálíka rødd,
og hann syngur enn væl.
Tað hevur hann víst til
summi møti í Føroyum og
í sending í Lindini, har ið
hann sang ”live”. Clifford
drakk nógv og gjørdist so
líðandi rúsevnismisnýtari.
Hann oyðilegði sítt lív og
misti konuna, sum ikki
kláraði at liva saman við
honum. Clifford misti all
ar pengarnar, og bjørtu
vónirnar um at gerast ein
songstjørna fánaðu orsakað
av hansara livihátti. Hann
livdi síðani í 20 ár sum eitt
ólukkudýr í London.
Skuldi verið deyður
fleiri ferðir
Síðani fekk Clifford staðfest
krympilivur, og læknin
segði, at hann hevði einans
nakrar vikur eftir at liva.
Hetta var mitt í 90´unum.
Men Clifford var tá komin
til trúgv á Jesus, og hann
greiður frá, at eitt undur
gevur honum loyvi til at
liva enn í dag. Tá ið hann lá
á deyðastrá, lovaði Clifford,
at hann skuldi nýta alla sína
tíð til at vitna, um hann
slapp at liva longri. Seinni
fekk Clifford eisini staðfest
krabbamein í hálsinum, og
tað sæst eisini á síðuni á
hálsinum hjá honum. Aftur
hesaferð søgdu læknarnir,
at hann einans hevði nakrar
fáar vikur eftir at liva í.
Hetta var í 2001, og Brother
Clifford er enn á lívi. Nú
er hann farin yvir tey 60
árini.
- Eg livi av náði frá dag
til dag, sigur hann.
Slapp ikki inn í Ísland
Sum sagt hevur Brother
Clifford koyrt kring landið
og havt møtir. Men nú fer
hann av landinum aftur.
Steðgurin í Føroyum gjørdist
longri enn ætlaður. Hann
ætlaði sær til Íslands, og
hann fór eisini við Nórrønu
til Íslands, men tollararnir
vildu ikki lova honum inn
í landið, tí at bussurin hjá
honum er tveir sentimetrar
ov høgur. Tí kom Brother
Clifford aftur til Føroya.
Nú fer hann so aftur til
Bretlands, men hann lovar
at koma aftur næsta ár. Til
tað tíð fer hann at skifta
dekkini á bussinum, so at
hann gerst tveir sentimetrar
minni, tí at hann vil sleppa
til Íslands.
- Íslendingar sleppa ikki
undan mær, sigur hann
smílandi.
Brother Clifford í Mentanar
húsinum í Fuglafirði
JESUSBUSSURIN
Heini S. Kristiansen
heinik@sosialurin.fo
Sunnukvøldið skal Brother Clifford hava møti í Mentanar
húsinum í Fuglafirði. Brother Clifford hevur koyrt runt
landið og hevur verið stórt sæð allastaðni í Føroyum við
sínum tvíhæddaða bussi. Tað sermerkta við bussinum hjá
honum er, at tað stendur tekstur á. Har eru bíbliuvers og
áheitanir um at fylgja Jesusi. Brother Clifford hevur havt
møtir kring landið, og hann hevur eisini víst kristiligar
filmar við kanón uppá bussin.
Sunnukvøldið klokkan 18 verður Brother Clifford so
í Fuglafirði, har ið hann skal tosa um sína trúgv. Seinni
verður eisini filmur vístur.
- Talan er um eitt tvørkirkjuligt tiltak, sum øll eru
vælkomin til, siga fyriskipararnir. Siloa og Thabor í
Fuglafirði hava avlýst sunnukvøldsmøtini í samband við
møti í Mentannarhúsinum.
Jesusbussurin fer av landinum
– men kemur aftur