fríggjadagur 6. oktober 2006síða 7
‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 193 - 6. oktober 2006
7
tíðindi
Tað einasta rætta
er at selja bæði
Vágatunnilin og
Norðoyatunnilin
og at brúka pening
in til at fíggja
undirsjóvartunnil
í Sandoyar, og
Suðuroyar, sigur
Kristian Magnussen,
formaður fyri ting
manningina hjá
javnaðarflokkinum
UndirsjóvartUnlar
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Vit eiga at selja privat-
um feløgum bæði undir-
sjóvartunnilin til Vágar og
tunnilin til Norðoyar.
Tað heldur Kristian Magn-
ussen, løgtingsmaður.
Hann er formaður fyri
tingmanningini hjá Javn-
aðarflokkinum og sostatt ein
av fremstu politikarunum í
samgonguni
Og nú kemur hann við
tí eygnarívandi tilmæli at
einskilja báðar undirsjóvar-
tunlarnar.
Hann sigur, at peningurin,
sum kemur inn við søluni,
skal brúkast til at fíggja ein
undirsjóvartunnil í Sand-
oynna.
Og tá ið undirsjóvar-
tunnilin til Sandoynna er
gjørdur, skal eisini hann
einskiljast og peningurin
brúkast til at fara undir tann
fjórða undirsjóvartunnilin
til Suðuroyar.
- Tað fer neyvan at røkka
til allan Suðuroyartunnilin,
men vit kunnu bora rættiliga
langt fyri peningin, vit
høvdu fingið inn, sigur
hann.
Ein góður handil
at keypa undir
sjóvartunlarnar
Hann vísir á, at tað er
rættiliga nógvur peningur
til í Føroyum, bæði í eftir-
lønargrunnum, tryggingar-
feløgum, peningastovnum
og aðrastaðni og har er
rættiliga nógvur peningur
savnaður.
Men ein stórur partur av
pengunum er settur uttan-
lands og tá heldur Kristian
Magnussen, at tað er frægari
at peningurin kemur heim
til Føroya at arbeiða.
- Tað er lætt at einskilja
almennar fyritøkur, sum
undirsjóvartunlar. Tað er
bara at seta treytir upp fyri,
hvussu nógv tað skal kosta
at koyra ígjøgnum og aðrar
treytir og so at einskilja.
- Tað kann kanska kosta
20 krónur at koyra ígjøg-
num tunlarnar, men er ára-
málið nóg langt, ivast hann
ikki í, at nógv feløg høvdu
hildið, at tað hevði verið
ein góður handil at keypt
undirsjóvartunlarnar.
Hann vísti á, at í øðrum
londum verður mett, at
undirstøðukervið er tað,
sum tað lønar seg best at
gera íløgur í.
Kristian
Magnussen
sigur, at hann hevur fleiri
ferðir ført hetta sjónarmiðið
fram fyri samgonguni, men
har er undirtøkan meiri
avmarkað.
Men nú luftar hann síni
sjónarmið alment í vónini
um, at hetta kann elva til
eitt kjak um spurningin,
tí hann heldur avgjørt, at
hetta er ein spurningur, sum
er verdur at umhugsa og tí
skylda vit okkum sjálvum
at vit taka hann til umrøðu.
- Tað kundi eisini verið,
at ein gjaldsstøð skuldi
verið við rundkoyringina
í Kollafjarðardali, sum er
eitt knútapunkt og so kundu
øll, sum koyrdu framvið,
betalt eina 10 krónu.
- Tað hevði fíggjað eina
rúgvu av vegum og tunl-
um.
Vakti ans
Tað er týðiligt, at hetta
sjónarmiðið hjá formann-
inum fyri tingmanningini
hjá javnaðarflokkinum vek-
ir ans.
Kaj Leo Johannesen, for-
maður sambandsfloksins
heldur, at hetta er eitt
spennandi sjónarmið og
hann var vísir í, at finna
vit ein annan máta at fíggja
undirsjóvartunlarnar upp á,
hevði tað ikki kostað meiri
enn eina 20 krónu at koyrt
ígjøgnum teir.
Og tað heldur hann má
vera endamálið, so at vit
kundu ferðast í egnum landi,
uttan at fara á heysin.
Páll á Reynatúgvu úr
tjóðveldisflokkinum
í
Sandoy vísir á, at tað eru
nógvir mátar at fíggja undir-
støðukervið upp á.
Men hann heldur, at fólka-
flokkurin tvíhelt ov fast um
tey almennu partafeløgini.
Kortini heldur hann, at
tá ið undirsjóvartunlarnar
vórðu lagdir í eitt alment
partafelag, kundi sjónar-
miðið hjá Kristiani Magnus-
sen verið eitt stig víðari og
hann heldur, at tankin eigur
at fáa góða undirtøku.
Eisini Kári P. Højgaard
heldur, at sjónarmiðið hjá
javnaðarmanninum
var
áhugavert.
Meiri ivasamir eru Karsten
Hansen, Marjus Dam og
sjálvur landsstýrismaðurin
í vinnumálum, Bjarni Djur-
holm.
Karsten Hansen, tjóð-
veldismaður úr Klaksvík,
ásannaði, at vit skulu ikki
stara okkum blind upp á,
at tað er bara ein máti at
fíggja undirsjóvartunlarnar
upp á.
Men enn staðfestir, at
skulu undirsjóvartunlarnir
ikki fíggjast við skatti,
hevur tað ikki enn eydnast
nøkrum at finna ein annan
samhaldsfastan máta at
fíggja teir upp á. Hann
heldur, at vit áttu langt síðani
at havt kannað møguleikan
at fíggja teir meiri yvir
skattin, so at gjaldið kundi
verðið lækkað.
- Størsti trupulleikin er,
at tey, sum búgva í útjað-
aranum, hava ikki tørv á
at fara ígjøgnum tunlarnar
uttan onkra hendinga ferð
og tí verða tað altíð tey
somu, sum skulu betala
allan tunnilin.
Hann ivaðist ikki í, at
verða tunlarnir einskildir,
verða teir ein góð forrætn-
ing, men so verður tað
helst í allar ævir, at tað
skal betalast fyri at koyra
ígjøgnum
teir.
Og
so
verða tað framvegis tey í
útjaðaranum, sum koma at
betala.
- Og tað verður eisini ein
spurningur um at tryggja
seg ímóti, at tey, sum høvdu
keypt tunlarnar, ikki seta
prísin upp, tá ið tað passar
teimum.
Hann heldur, at tað er
gott við nýhugsan, men
hann ávaraði ímóti at leypa
á leistum.
Marjus Dam, løgtings-
maður fyri sambandsflokkin
í
Vágum,
heldur,
at
sjónarmiðið hjá Kristiani
Magnussen kann als ikki
góðtakast.
- Verður hetta sett í verk,
koma vágafólk og norð-
oyingar at betala í allar
ævir fyri at koyra ígjøgnum
tunnilin, samstundis sum
havnarfólk onki betala.
Tí mælir hann heldur
til at kanna eftir, hvussu
samferðslan kann gerast
meiri samhaldsføst, so at
prísurin verður javnari um
alt landið.
Og hann heldur, at hetta
eru so stórar uppgávur, at
her mugu allir føroyingar
betala og tað gongur ikki,
at vágafólk og norðoyingar
skulu fíggja tunlarnar einsa-
møll.
Bjarni Djurholm, lands-
stýrismaður í vinumálum
heldur, at hugskotið at ein-
skilja tunlarnar er ikki so
galið.
Men hann hevur síni
fyrivarni!
Landskassin hevur skotið
einar 400 milliónir í báðar
undirsjóvartunlarnar
og
verða tunlarnir seldir, skal
hesin peningurin eisini
forrentast. Og tað merkir,
at so skulu vágafólk og
norðoyingar betala bumm-
pengar í eitt nógv longri
áramál enn teir gera, nú
skattgjaldarin hevur skotið
pengar í tunlarnar fyri at
gera tað bíligari at koyra
ígjøgnum teir.
Og tað ivaðist hann í um
politisk undirtøka er fyri.
Undirsjóvartunnilin til Vágar
og Norðoyggjar skulu seljast
Kristian Magnussen er ein av fremstu politikarunum í samgonguni og hann hevur loypt hvøkk á við at mæla til at einskilja báðar undirsjóvartunlarnar og at
brúka sølupeningin til at fíggja ein tunnil til Sands