Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-06, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. oktober 2006síða 8

‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 193 - 6. oktober 2006 tíðindi - Jú, víst fáa summi í posa og sekk. Tað eru ofta tey ágrýtnu, tey ótroyttiligu – tey, sum ikki møðast í mótbrekku, men miðvíst stremba móti málinum, sum alla tíðina flytir seg longur og longur fram so hvørt, sum leiðin verður gingin, segði løgmaður, Jóannes Ejdesgaard Móttøka Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Løgmaður, Jóannes Ejdes­ gaard, nýtti eisini høvið at heilsa Boga Hansen við stóra heiðrinum á móttøkuni í Nóatúni hósdagin. - Ofta verður tikið til, at tað ikki ber til at fáa í posa og sekk. Men hetta orðafellið gert tú so dyggiliga til skammar í dag. Jóannes Ejdesgaard vísti á, at Bogi Hansen hendan hósdagin so sanniliga fekk í posa og sekk. - Fyri góðum tíma síð­ an eru tíðindi úr Norður­ landaráðnum farin víða um, at tú hevur fingið norð­urlendsku náttúru-og Bogi Hansen, profess­ ari, segði, at vit kunnu vænta okkum fleiri ódnir, enn vit hava sæð higartil, bæði tropiskar ódnir, men eisini ódnir her um okkara leiðir. - Avleiðingar av veðurlagsbroytingum kunnu verða, at rákið av heitum sjógvi um okkara leiðir fer at vikna, og soleiðis kann gróðurin í havinum, sum er grundarlagið undir øllum lívi, eisini broytast, segði Bogi Hansen, professari í havfrøði Móttøka Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Á vælmøttari almennari sam­ komu í Nóatúni seinnapartin hósdagin tilnevndi Jóan Pauli Joesen, rektari, Boga Hansen til professara við Fróðskaparsetur Føroya. Formelt eitur tað, at Bogi nú verður adjungeraður pro­ fessari í havfrøði á Náttúru­ vísindadeildini á Fróð­ skaparsetrinum. Bogi er útbúgvin cand. scient. í alisfrøði og lic. scient. í havfrøði. Árini, 1975 til 1982, var hann lektari í alisfrøði á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum, og síðani 1982 hevur hann starvast sum havfrøðingur á Fiskirannsóknarstovuni. Bogi er virkin í fleiri altjóða granskingar­verkætl­ anum og hevur skrivað hópin av greinum og bókum um evnir, sum snúgva seg um havfrøði. Hósdagin fekk havfrøðing­ urin, sum Jóannes Ejdes­ gaard løgmaður tók til, bæði upp í posa og sekk, tí longu áðrenn almennu tilnevningina sum profess­ ari, var greitt, at hann eis­ini fær norðurlendsku umhvørvisviðslønina hjá Norðurlandaráðnum sum er 350.000 krónur. Eftir formellu tilnevn­­ing­ ina við professarabrævinum, sum Jóan Pauli Joensen, rektari á Fróðskaparsetri Føroya stóð fyri og handaði, helt Bogi Hansen ein stuttan, men áhugaverdan fyrilestur um havstreymar og veðurlagsbroytingar. Hetta var ein sonevndur starvstøkufyrilestur undir heitinum, “Veðurlag, hav og fiskur”. Bogi helt fyri, tá ið hann fekk orðið, at hann ikki skuldi keða mannamúgvuna við einum longum fyrilestri um veðurlag, hav og fiska­ stovnar. Hann vísti á, at seinastu 140 árini er miðalhitin á jørðini vaksin meira enn eitt hálvt stig og serliga tey seinastu 20-30 árini hevur økingin verið stór, helst av mannaávum. - Væntandi er, at økingin í miðalhitanum verður upp­ aftur størri tey komandi 100 árini. Onkur sigur, at miðalhitin fer at veksa hálvt annað stig, onkur annar sigur eini seks stig. Óvissa er sjálvandi um, hvussu stórur hitavøksturin verður, men eingin ósemja er um, at hitin á jørðini fer at veksa. Onkrastaðni fer tað at regna meira – og aðrastaðni verður tað turrari, enn tað er í dag. Bogi segði, at vit eisini kunnu vænta okkum fleiri ódnir, enn vit hava sæð higar­til, bæði tropiskar ódnir, men eisini ódnir her um okkara leiðir. Hann vísti á, at avleiðing­ ar av veðurlagsbroytingum kunnu verða, at rákið av heitum sjógvi um okkara leiðir fer at vikna, og soleiðis kann gróðurin í havinum, sum er grundarlagið undir øllum lívi, eisini broytast. Bogi vísti á, hvussu heppin vit eru í Føroyum við Golfstreyminum, sum kemur hendanvegin. Hann vísti mynd av eini óbygdari oyggj á syðru hálvu, Signy, sum liggur á sama breiddarstigi sum Føroyar. - Á hásumri er hitin í sjónum rundan um oynna eitt kuldastig. Soleiðis kundi tað eisini sæð út í Føroyum, um vit ikki vóru so heppin, sum vit eru. Bogi segði, at streymurin av heitum sjógvi, sum vit kalla Golfstreymurin, fer framvið okkum. - Vit eru soleiðis umgyrd av heitum Atlantshavssjógvi – báðumegin Føroyar og tann kaldi sjógvurin, sum kemur eystanfyri Ís­land, vendir aftur fyri heita sjónum, sum kemur norðuryvir vestanfyri Før­ oy­ar. Hesin kaldi Eystur­ íslandsstreymurin vendir soleiðis aftur, segði hann. Havfrøðingurin vísti síð­ an á havbotnin um okkara leiðir. - Vit hava eitt veldugt ”baðikar” norðanfyri Føroy­ ar, sum er rættiliga djúpt, og har sjógvurin er kaldur. Vit kunnu siga, at vit búgva beint á ”kantinum” til hetta baðikar – og at ein ”veggur” skilir Atlantshavið við køldu høvini norðanfyri. Bogi segði, at kaldur sjógvur fossar í Atlantshavið úr kalda ”baðikarinum” norðanfyri, og tað er eitt nú hesin sjógvur og djúpu rennurnar, sum ”fóðra” djúphøvini í heiminum. - Tann kaldi sjógvurin hevur størri evnisvekt enn hin heiti, og tí sýgur hann heita sjógvin, sum er omaná, til sín. Hetta ger, at ”baði­karið” fyllist, soleiðis at kaldur sjógvur fossar úr djúphøvunum og skapar eitt ”flutningsband” – ella eina høvuðspumpu. Havfrøðingurin segði, at tá ið luftin hitnar, minkar kølingin av sjónum, og meira skal tá til fyri fáa sjógvin at ”søkka”. - Á henda hátt kann hugsast, at høvuðspumpan viknar, og tað ger saltinni­ haldið í sjónum eisini. Hann segði, at ymiskt er, hvat havfrøðingar halda um høvuðspumpuna og um, hvussu nógv hendan fer at vikna við broyttum veðurlagi. Bogi vísti eisini á streym­ mátingarnar, sum gjørdar eru í eini 10 ár, bæði á grynri og djúpari vatni. - Tíbetur benda hesar kanningar ikki á, at høvuðs­ pumpan her um okkara leiðir er farin at vikna. Men, segði havfrøðing­ urin: - Hendir tað, at pumpan viknar, kann kaldi sjógv­ urin lættari sleppa inn á landgrunnin hjá okkum, og tað kann so aftur fáa avleiðingar fyri plankton og soleiðis alt lív í havinum. Bogi vísti á tær gróður­ kann­ingar, sum Fiski­rann­ sóknarstovan hevur gjørt í fleiri ár. - Gróðurin byrjar á grunn­ um vatni, har nógv ljós sleppur til, men gróðurin er ógvuliga skiftandi, ár undan ári. Vit hava góð tíðarskeið, og vit hava vánalig tíðar­ skeið. Royndirnar vísa, at er nógvur gróður í sjónum – ikki minst fylgjandi ár, er nógvur fiskur at fáa. Havfrøðingurin segði, at ábendingar eru um, at veðurlagið stýrir gróðrinum – og eisini hevur vindurin sín týdning í hesum sam­ bandi. - Tað hevur víst seg, at ein kaldur vetur gevur góðan gróður – og ein heitur vetur gevur verri gróður. Samanum tikið segði Bogi Hansen, at veðurlagið stýrir plantuplankton – og tí eisini livilíkindunum hjá fiskinum í havinum. - Føroyar eru soleið­ is viðbreknar fyri veður­ lagsbroytingum, segði nýggi professarin í havfrøði, Bogi Hansen. Bjørn Kalsø segði við móttøkuna, at arbeiðið, sum Bogi hevur framt, hevur sera stóran og avgerandi týdning fyri ta vitan, vit í dag hava um, hvussu havið og umhvørvið annars ávirkar fiskastovnarnar og lívið í havinum sum heild. – Eg eri stoltur av tær og tínum stovni, segði landsstýrismaðurin Móttøka Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Landsstýrismaðurin í fiski­ vinnumálum, Bjørn Kalsø, heilsaði eisini Boga Hansen við móttøkuna í Nóatúni. - Tað er mær ein stórur heiður og stór gleði at vera til samkomu á einum stovni, sum rúmar persóni, ið hevur fingið tvær stórar og sera heiðurligar viðurkenningar í dag. Hann vísti á, at Bogi í fyrsta – Eg eri Føroyar viðbreknar fyri veðurlagsbroytingum Bogi H