Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-06, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. oktober 2006síða 9

‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 193 - 6. oktober 2006  tíðindi i stoltur av tær og tínum stovni lagi hevur fingið heitið, ”professari í havfrøði” – og í dag hevur hann eisini fingið umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins. Fiskimálaráðharrin segði, at Bogi Hansen í næstan 25 ár hevur verið knýttur at Fiskirannsóknarstovuni. Sett síni spor - Hann hevur starvast og granskað innan virkis­ økið, havumhvørvi, í breið­­ari merking og hevur sein­astu tíðina verið sett­ ur sum deildarleiðari á um­hvørvisdeildini. Bjørn Kalsø vísti á, at arbeiðið, sum Bogi hevur framt, hevur sera stóran og avgerandi týdning fyri ta vitan, vit í dag hava um, hvussu havið og um­hvørvið annars ávirkar fiska­stovn­ arnar og lívið í hav­inum sum heild. - Harnæst hevur tú – kanska í størri mun enn nakar annar – sett tíni spor í tí arbeiði, sum hevur verið gjørt við tí fyri eyga at knýta Fiskirannsóknarstovuna at altjóða granskingarum­ hvørvi í breiðari merking. Landsstýrismaðurin helt fyri, at í tíðum sum hes­ um, tá ið so nógv verður tosað um gransking og granskingarpark, er eing­in loyna, at Fiski­rann­sóknar­ stovan er tann stovnur í Føroyum, sum hevur verið mest virkin, tá ið ræður um luttøku innan gransking í altjóða høpi. - Hesum hava vit ikki minst Boga fyri at takka, legði hann aftrat. Skrivligt tilfar Bjørn Kalsø segði, at alment kenna vit Boga sum ein persón, ið hevur verið virkin at leggja skrivligt tilfar úr hondum – tilfar, sum lýsir hansara virkisøkið. Landsstýrismaðurin vísti á dømir um hetta við at nevna greinar í ársfrá­greið­ ingum, greinar hjá Fiski­ rannsóknarstovuni í al­tjóða viðurkendum tíðar­rit­­um og fyri­lestrar – og ikki minst, bókin um ”Havið”. - Bókina um Havið havi eg lisið og mangan kagað í, og eg vil siga, at allir føroyingar, ið hava so tætt tilknýti til havið - og hjallin á sjónum, eiga at lesa hesa bók. Og Bjørn Kalsø helt fram: - Vit kenna Boga sum persónin, ið lýsir týdn­ing­ in í arbeiðnum sera væl í myndum. Tann mynd­­in, eg minnist all­ar best, er, tá ið Bogi lýsir kreftirnar aftanfyri hav­streym­ar­nar, sum eitt ”hjarta” í kropp­ inum, ið hevur lívsneyðuga ávirkan á kroppin – og hvussu likamið annars hevur tað. Søgan er júst hin sama um havstreymarnar, sum eru lívsavgerandi fyri lívið í havinum. Fult uppiborin Landsstýrismaðurin í fiski­ vinnumálum endaði við hesum orðum: - Góði Bogi! Hjartaliga tillukku við tí tvídeildu viðurkenning. Tú hevur hana fult uppiborið. Sum landsstýrismaður eri eg stoltur av tær – og tínum stovni, segði Bjørn Kalsø. umhvørvisheiðurslønina og nú – bert ein tíma seinni – ert tú eisini til­ nevnd­ur professari við Fróð­ skaparsetur Føroya. Av seta sær mál Løgmaður vísti á, at heiðurs­ lønin, sum Bogi hevur fingið, er ein av teimum, sum hongur ovast uppi, sum hann tók til – og heiðurin er tí samsvarandi stórur. - Jú, víst fáa summi í posa og sekk. Tað eru ofta tey ágrýtnu, tey ótroyttiligu – tey, sum ikki møðast í mótbrekku, men miðvíst stremba móti málinum, sum alla tíðina flytir seg longur og longur fram so hvørt, sum leiðin verður gingin. Jóannes Ejdesgaard segði, at Bogi hevur fing­ið heiðurin fyri sítt um­fatandi og dygdargóða arbeiði við veðurlags-og havfrøðisgransking – fyri sítt arbeiði við havstreym­ um og Golfstreyminum. - Aftrat hesum, verður dentur lagdur á, at partur av orsøkini til, at júst tú – og ikki hini 26, sum vóru innstillað - fekk heiðurs­ lønina, er, at tú lætt og við eldhuga letur tína vit­ an út til almenningin og soleiðis ger vitanina nógv virðismiklari. Millum tey fremstu - Tað er ómetaliga gleðiligt, at føroyingar eru millum tey fremstu í havgransking. Vit hava – og eg havi – sjálvandi leingi vitað, at tú ert ein kønur og nærlagdur granskari. Tú ert millum teir fremstu! Nú kunnu vit so fegnast um, at heimurin rundan um okkum fær hetta at vita – ikki einans granskarar, tí teir vita tað helst longu, men eisini almenningurin. Løgmaður ásannaði, at umhvørvið als ikki hevur fingið nóg høga raðfesting – hvørki í hesum ella undanfarnum landsstýrum. - Tú hevur í øllum førum gjørt títt til at geva okkum íblástur og at minna okkum á ta skyldu og ta ábyrgd, vit hava fyri at raðfesta umhvørvið hægri. Ikki Føroyar – men tú, Bogi! Jóannes Ejdesgaard legði dent á, at tað ikki eru Før­oyar, sum fáa henda heiðurin í dag. - Men tað er tú, Bogi! Heiðurin fært tú fyri títt umfatandi og áhaldandi arbeiði við havgransking. Men samstundis, sum heið­ urin er tín – og bert tín, so setir tú land okkara á heimskortið. Tað hevur eitt virði, sum ikki kann gerast upp í peningi, segði hann. Vegna Føroya landsstýri ynskti løgmaður Boga Hansen hjartaliga tillukku við stóra heiðrinum og við professaraheitinum. ansen setir Føroyar á heimskortið - Tað eru ikki Føroyar, sum fáa hendan heiðurin í dag – men tú, Bogi. Heiðurin er bert tín, men tú setir land okkara á heimskortið, segði løgmaður, Jóannes Ejdesgaard, tá ið hann vegna landsstýrið ynskti Boga Hansen tilukku Mynd: Jens Kr. Vang - Tað er mær ein stórur heiður og stór gleði at vera til samkomu á einum stovni, sum rúmar persóni, ið hevur fingið tvær so stórar og sera heiðurligar viðurkenningar í dag, segði Bjørn Kalsø, landsstýrismaður Mynd: Jens Kr. Vang