fríggjadagur 6. oktober 2006síða 10
‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 193 - 6. oktober 2006
Samfelagið er fyri øll
Við føstum millumbilum verður happingin í sam
felagnum umrødd. Myndugleikar tykjast kenna
trupulleikarnar, men kortini er hetta ein aftur
vendandi trupulleiki. Samfelagið er fyri øll, og
samfelagið skal vera fyri øll. Hetta merkir, at eingin
skal vera fyri mismuni, og hetta merkir so aftur, at
einki slag av happing eigur at verða góðtikið – tað
veri seg alment ella í stillum.
Sjálvsagt eiga vit at lóggeva móti happing og
mismuni. Men her skal eisini annað og meira
til. Happing av teimum, ið á ein ella annan hátt
eru øðrvísi enn meirilutin, er ein spurningur um
hugburð og mentan. Hesi viðurskifti verða fyrst og
fremst ávirkað í barnaárunum, í dagstovnum og í
fólkaskúlanum. Tað er her samfelagið eigur at seta
inn ongantíð ov skjótt.
Men eisini foreldur hava stóra ábyrgd, og her eigur
samstarvið millum heim og skúla at hava avgerandi
leiklut. Eisini fjølmiðlarnir hava ábyrgd og kunnu
fremja ta upplýsing, ið kann bøta um støðuna.
Hetta samfelagið er fyri øll, og øll hava vit eina
ábyrgd fyri, at henda visjón kann gerast veruleiki.
Eingin skal verða fyri mismuni orsakað av húðaliti,
átrúnaði, kynsligari orientering, breki ella øðrum
møguligum ”orsøkum”.
Í seinastuni er støðan hjá teimum samkyndu aftur
komin fram í ljósið. Vit kunnu ikki sum einasta
norðurland standa við eini lóggávu sum nærmast
legaliserar happing av samkyndum, og tað er so
eisini í andsøgn við altjóða rákið og tey lond, sum
vit oftani samanbera okkum við.
Tillukku til Boga og
Fiskirannsóknarstovu
Tað er einki minni eitt bragd, at ein av okkara frægu
granskarum hevur fyri altjóða viðurkenning fyri
sítt arbeiði. Bogi Hansen fekk í gjár norðurlendsku
umhvørvis- og nátturvirðislønina fyri sítt miðvísa
og slóðbrótandi granskingararbeiði. Eisini hevur
hann fingið hesa virðisløn fyri sín sera virkna
leiklut í almenna orðaskiftinum, har hann aftur og
aftur hevur gjørt vart við tann týdning tað hevur, at
almennu Føroyar eru við til at minka um dálkingina.
Henda virðisløn er so eisini eitt herðaklapp til
tann stovn, sum hevur givið Boga umstøður at
realisera síni evni og gávur . Fiskirannsóknarstovan,
sum ikki eigur stóra virðing millum nógvar
politikarar, eigur rós uppiborið fyri at hava skapt
eitt granskingarumhvørvi, ið sømir seg framkomari
tjóð. Vit vilja tí ynskja bæði Boga Hansen og
arbeiðsumhvørvi hansara í Nóatúni tillukku við hesi
viðurkenning.
Sosialurin
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo
Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo
Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðslan
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
SAMBAND
eirikur lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
tlf 341800
viðmerkingar
2. partur
Um rehabilitering og rúm
ligan arbeiðsmarknað
Eitt av raðfestu økjunum
á fíggjarlógaruppskotinum
fyri 2007 er rehabiliter
ing og rúmligur arbeiðs
marknaður.
Rehabilitering
Rehabilitering snýr seg
um, at fólk sum av sjúku
ella skaðatilburði hava
mist sín arbeiðsførleika,
skjótast gjørligt eftir, at
tey eru útskrivað av sjúka
húsinum, skulu fáa neyð
uga uppafturvenjing. Enda
málið er at tey skulu kunnu
koma fyri seg aftur sum
skjótast og endurvinna sín
arbeiðsførleika og virkis
førleika annars. Henda
uppafturvenjingin kann so
verða fyri styttri tíð, tá tað
gongst væl, ella viðvarandi,
tá tað ikki gerst meir enn
at viðlíkahalda ein ávísan
avmarkaðan virkisførleika.
Endamálið er sum sagt at
man í mest møguligan mun
skal verða førur fyri at klára
seg sjálvan.
Í Føroyum er støðan tann
syndarliga, at eftir at fólk eru
útskrivað av sjúkahúsið er
ongin skipað rehabilitering,
sum tekur við. Hetta mugu
fólk sjálvi berja seg til á
ymiskan hátt, og tað kann
viðføra at man kemur alt
ov seint til uppafturvenjing
og tí kanska ikki kemur so
væl fyri seg aftur, sum man
annars kundi.
Tí er nú gjørt av at fara
undir eina verkætlan um
at gera eina rehabiliterings
skipan fyri Føroyar. Á fíggjar
lógini verða pengar settir
av til ein verkætlanarbólk
við løntum samskipara,
sum nú fer ígongd við at
gera eitt uppskot til eina
skipan, sum skal verða klárt
í apríl komandi ár. Ætlanin
er at tey bæði smærri
sjúkrahúsini,
Suðuroyar
og Klaksvíkar sjúkrahús,
skulu vera miðstøðir í eina
landsfevnandi
rehabili
teringsskipan. Uppskotið
skal útgreina, hvørji tilboð
brúk er fyri, hvussu tey
skulu skipast, hvørjar starvs
fólkaressursir krevjast og
hvørjir fasilitetir krevjast
– og møguligar íløgur í
nýggjar fasilitetir - bæði
til uppafturvenjingina og
til at hýsa sjúklingunum á
staðnum, meðan hetta fer
fram.
Rúmligur arbeiðs
marknaður
Rúmligur arbeiðsmarknað
ur snýr seg um, at fólk
við
skerdum
førleika
skulu kunna gerast partur
av vanliga arbeiðsmarkn
aðinum, har til ber. Til
tess eru gjørdar almennar
skipanir við endurbúgving
og vardum størvum, sum
arbeiðsmarknaðardeildin
á Almannastovuni skipar
fyri. Hóast hesar skipanir er
tað ein sannroynd, at tað er
torført hjá førleikaskerdum
fólki at koma á og varð
veita tilknýtið til arbeiðs
marknaðin. Tað er eisini ein
sannroynd, at fólk mangan
sleppa ikki upp í part
longur, tá ið tey fáa brek
ella sjúku seinni í lívinum.
Fyri at bøta um hesi við
urskifti er neyðugt at seta
munagóð tiltøk í verk. Tí
verða pengar settir av á
fíggjarlógini til eina mun
andi styrking av arbeiðs
marknaðardeildini
á
Almannastovuni, sum skal
vera karmur um ein serligan
innsats fyri at útvega
arbeiðstilboð, so fleiri fólk
við skerdum førleika kunnu
koma á arbeiðsmarknaðin
og í lønandi vinnu.
Lægsta fyritíðarpensjón
skal takast av eftir 2
árum
Umframt at útvega fleiri
arbeiðstilboð skal eisini
tilskundanin til lønandi
vinnu betrast við at lækka
mótrokningina í pensjónini
av aðrari inntøku úr 60%
niður í 30%. Og frá 1.
jan. 2007 skal inntøku
loftið hjá lægstu fyritíðar
pensjonistum setast mun
andi upp.
Við hesum politisku til
tøkum vera skaptar fyri
treytir fyri at lægsta fyri
tíðarpensjón verður tikin av
1. jan. 2009. Hetta kann
gerast í tveimum stigum, so
at longu 1. jan. 2008 verður
lægsta
fyritíðarpensjón
hækka, so at bara helvtin
verður eftir av muninum upp
til miðal fyritíðarpensjón,
og 1. jan. 2009 verður all
ur munurin upp til miðal
fyritíðarpensjón tikin burt
ur, so at tá hvørvur lægsta
fyritíðarpensjón og eftir
verða bert miðal og hægsta
fyritíðarpensjón.
Nýggj verkstaðartilboð í
vardum umhvørvi
Tað fara tó altíð at verða
fólk við skerdum førleika,
sum ikki kunnu átaka sær
arbeiði á vanliga arbeiðs
marknaðinum. Tí er neyðugt
við vardum verkstaðum. Á
fíggjarlógaruppskotinum
verða tí settir pengar
av til at skipa 2 nýggj
verkstaðartilboð. Annað er
ein stór verkætlan hjá ALV
um at skipa ein nýggjan
framleiðsluverkstað
fyri
sinnisveik í Eysturoynni.
Og hitt fer Blindafelagið
at standa fyri sum eitt
verkstaðartilboð til sein
ment sjónveik.
Tað góða samfelagið og fíggjarlógin
landsstýrismaður
Hans Pauli
Strøm
Sosialurin
Leygardagin og
sunnudagin skipar
TB fyri tombola í TB
húsinum og góðir
vinningar eru til tey
hepnu
Spæl
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Tann 7. og 8. oktober skip
ar TB fyri árliga tombola
spælinum í TB húsinum.
TB hevur havt hetta á
skránni sum afturvendandi
tiltak og undirtøkan hevur
verið góð.
Og tey hepnu kunnu eisini
vænta sær góðar vinningar,
tí millum vinningarnar er
olja, seyður og matur.
Klokkan 22 sunnukvøldið
verður drigið millum luta
seðlarnar, sum eru seldir
hesa vikuna.
Tombola í TB húsinum
byrjar leygardagin klokkan
19 og sunnudagin klokkan
16.
Árligt tombola hjá TB