Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-06, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. oktober 2006síða 11

‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 193 - 6. oktober 2006 11 Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Ongantíð fyrr er tað hent. Eg sigi tær satt. Ongantíð á ævini. Eg sat mitt í útvarpstíð­ indunum, svøvni nærri enn viti. Og knappliga sló tað niður. Sló sum toran. Ljós gingu í heysinum. Sálin nøtraði. Eg sprakk upp, hekk gólvleysur. Armarnir á lofti, amen á tunguni, haleluja á vørr. Eitt bil, nei eitt aldarlangt tak, var tað sum í sorlinum úr sjálvum Stóra-bresti, var tað sum stukku upphavsins brot um oyruni á mær. Eg hoyrdi storm. Eg hoyrdi brim. Eg hoyrdi Cherubim kvøða: tohu-va-bohu. Og sál mín vaks, vaks sum til Sinais fjallahæddir. Og tað var eftir vónum (fimm sinni amen fyri tí). Her vóru eingi hissini orð talað. Nei (haleluja!). Tey ljóðaðu sum ljónsins ýl í villum gjáum. Hesi orð. Tey mintu um sól og stjørnu­gongd. Um hinar burðar­búnu ytstu skýmdir. So langt vóru tey frá tí hvørsmansbabli skotin, ið javnan raplar úr aftursíðum og politiskt bognaðum tøð­ ryssum, sum standa og skinkla í sannføringini og einki vita sær at hugsa, men fretla bara grátt, tá ið vørpini leita til teirra við mikrofonini. Og illa kundi so fyndarríkt mál koma úr nøkrum akademiskum dintilvimsara heldur, onkr­ um sum í heilum loysir vindar av hagtølum ella fløkir tilgjørda speki um búskapin í reyvarskeggið á sær. Hvaðna minni frá sovorðnum listarligum setu- roðs-greivum, ið skoða verð­ ina gjøgnum rumpu­rings- eygað og meiggja og maksa og brúka kjaft, sum teir hava vit til. Og alraminst frá nøkrum fiskiranns- gumpi, ið bert situr og fílar reyvarfíl í Nóatúni allan ársins ring. Nei, her gekk vindur av øðrum enda. Hægri og fagrari. Ein andans ódn, sum sakt­ans kundi flyta fjøll, lond um so skuldi verið, ja, heimspartar, heil sólkervi. (Amen. Haleluja!). Íðan hvør var so hesin Cherubim, spyrt tú. Hesin sum brádliga og so um-ævir- minniliga kom út úr tíðinda- prumps-tokuni í Sortudíki. Var tað hin nýfríkendi (o, syng tjúgufalt haleluja!) danabróksriddarin úr Kolla­ firði? Ella var tað hin um­bæriligi landsfaðirin sjálvur, var tað hann, sum lyfti sín lærifingur, klæddan í stjørnuljós og eld, og talaði, so vit og sansir skulvu eins og heystleyv? Nei. Hvørgin teirra. Men mundi hetta so vera Viðingur-viðbendil, meðni, ella Brekku-skróli ella Alli-søt-fret ella Kristian-sum-bert-eigur- yvir­skeggið-eftir ella var tað Høgni Hoy­dal kanska, sum í øllum sín­um tjóð­ veldi steig niður úr skýggj­ unum at loysa hvønn lut úr sambandsmyrkrunum? Tramin heldur, sigi eg, og verri enn so. Eingin teirra var tað. Eing­in teirra. Nú men hvør so, hvør so? rópar tú. Nei, best man vera at lata mannin ónevndan, hugsi eg. So mikil vóru orðini, boðskapurin so himna­ fevnandi í sínum stórleika. Ja, halt mær til góðar. Ikki ótolnast Tí, hvussu skal eg siga. Hvat muna míni orð? Hetta var ein tanki og vorðið sum tanki, so eyð­ skildur, so alvitiligur, at slíkur neyvan er hugsaður, síðani Guð segði ljós á hin­ um fyrsta morgni. Mikrofonhaldarin spurdi (amen, so naskt) um tey samkyndu. Og okkara mað­ur svaraði við brestin (haleluja!). Hann segði, at greinin í revsilógini um mismun ikki skuldi víðkast. Als ikki. Tvørturímóti áttu frábregðini, sum nevnd eru í henni, at verið strikað. Tá høvdu allir føroyingar verið javnir, helt hann, allir havt somu rættindi og landið ver­ ið mismunaleysast av øllum londum hesumegin Islam. Eg síggi tú gapar. Ei undur í. Hetta var einki tárvætt surr, hann kom við, mín maður, men eitt streymskifti í søguni. Ein tíðarvend við lít. Ímynda tær bara fram­tíð­ ina í hesum nýggja ljósi, ha? Sært tú ikki møgu­ leikarnar? Teir eru næstan óendalig­ ir, eru teir. Tak eitt nú fjøllini. Hvat hava fjøllini nakrantíð givið okkum uttan mótbrekku? Men nú eru ráð fyri tí (o, jú, haleluja!). Vit avnevna fjøllini, gera vit, hvønn tind, hvørja rust, hvørja líð, tá verður landið mót­ brekkuleyst sunnan- sum norðan­fjørðs (amen og aft­ ur amen!). Og ættirnar, hvat gagn hava útsynningur og land­ nyrðingur gjørt okkum gjøg­ num øldirnar? Vind, vind og tann bera vind. Nei, lat okkum ongantíð ov skjótt strika bæði eystur og vestur, landsynning og útnyrðing. Ja, vindleyst land (o, náði, haleluja!). Lat so aðrar standa og bogra sum teir vilja í sínum óveðrum. Og fiskurin? Ja, tað er bara at strika fiskasløgini, so fyllast grunnarnir aftur sum ongantíð fyrr, tað kanst tú líta á. Og arbeiðsmarknaðurin. Eg meini, hví skulu lønar­ bólkar eyðkennast við nøvn­um? Nei, strika, strika tey alt fyri eitt, tá verður føroyingurin javnari fyri enn nakar (o, skattfrítt amen og sjey haleluja!). Og hví skulu lond hava nøvn eisini? Burtur við teimum og sjálvstýrið er víst. Og í sama viðfangi: hvat skal fólk eita bæði líkt og ólíkt til? Tað er so vekk fortrøllað, er tað. Ólíka betri, at øll itu einki. Fólkið eitt í einum fólkaflokki. Og ikki minst, hvat líkist tað, at hvør reyv skal titlast, ha? Cand. hetta og phil. hatta, adjunktar, scientar, professarar og fjandin viti hvat. Kuta hatta alt, sigi eg, kuta tað, tá eru føroyingar javnt lærdir allir sum ein og klókastir av øllum tjóðum í øllum kongaríkjum. Ha? Trýrt tú mær ikki, tú fá­trúni? Íðan, so má eg taka hetta umaftur aftur: Ongantíð fyrr er tað hent... Í Havn 5. oktober tjúguhundrað og sex Carl Jóhan Jensen Nú, Føroya Pedagogfelag hevur lýst 24 tíma verkfall, fer arbeiðsgevarasíðan at gera nakrar við­merk­ ingar Fíggjarmálaráðið og Kom­ mu­nala Arbeiðsgev­ara­fe­ lagið hava verið í sam­ráð­ ingum við Føroya Peda­ gogfelag síðan í desember í fjør. Av krøvunum frá ar­beiðs­ gevarunum er bara eitt eftir á borðinum, og nú sigur felagið, at “samstundis ætlar Fíggj­ ar­mála­ráðið at avtaka tæn­ astu­mannasetanir, uttan at geva sær og okkum nóg góðar stundir til at við­gera hesar umfatandi broytingar.” Í hesum umfari hevur felagið vitað um kravið í 9 mánaðir, og tá ið tað hevur verið ført fram áður, kann tað undra, at felagið sigur seg ikki hava havt stundir at viðgera tað. Vantandi viljin hjá politik­arunum at vera við til samráðingarnar er ein onnur grund, sigur felagið. Í juni sleit felagið samráðingarnar við hesu somu grundgeving, og kom tá á tal við politik­ ararnar. Síðan tað hava samráðingarnar hildið áfram við embætis­fólkum, sum vanligt er í øllum øðrum sáttmálasamráðingum. Felagið sigur um broyt­ ingar í dagstovna­lógini: “Vit meta broytingina sum eina kollvelting innan økið.”, meðan Kommunala Ar­beiðsgevarafelagið als ikki sær ta stóru broytingina í hes­um. Felagið sigur seg hava sent uppskot til ítøkiliga semju, sum Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðs­ gevarafelagið ikki hava tikið støðu til, men bara eru komin við burturforkláringum og uttanumtosi. Tílík skriving førir ikki til nakað gott, og tí fara vit ikki alment at gera við­ merkingar til hetta upp­skot. Vit fara bara at endurtaka: Samráðingar eiga at fara fram við sam­ráðingar­borð­ ið, ikki umvegis teldu­post­ ar og ikki umvegis fjøl­ miðlarnar. Tað er undranarvert, at felagið lýsir arbeiðssteðg heldur enn at koma til samráðingarborðið, tí vit bíða bara eftir fundar­ boðum. Tórshavn tann 5. oktober í 2006 Komið heldur til samráðingarborðið! Og ljósið kom - úr Sørvági! Fíggjarmálaráðið Kommunala Arbeiðsgevarafelagið Tey sýna dirvi, tey sam­ kyndu, sum tora at standa fram og siga frá, hvat tey mugu tola, orsakað av at tey eru samkynd. Frásagnir, ið fáa fleiri okkara at drýpa høvur í skomm. Tí at verða settur í almennan gapistokk vegna val, sum hoyra privatlívinum til, er ein leivd frá svartastu miðøld. Eg var skelkaður og vón­ brotin, tá eg tórskvøldið í farnu viku las um ungan mann, sum ikki fær frið at ganga í býnum, men verður háðaður og niðraður, av tí at hann er samkyndur. Hetta vísti seg ikki at vera einasti tilburðurin av jagstran og forfylging hetta eina og sama vikuskifti. Tað fer mær kalt niður eftir bakinum, tá eg hugsi um, at tað finnast fólk, sum uttan at himprast kunnu skerja frælsið hjá øðrum, uttan at tað fær stórvegis fylgjur. Eg kenni ein djúp­ an ótta langt inn í sálina. Ein ótta fyri, at tað frá almennari síðu verða send út signal um, at tað er heilt í lagi at halda, at tey, sum eru samkynd, ikki hava sama status sum hini í hesum samfelag. Hesin vandi er eyðsýnt til staðar, tá hugsað verður um, at nakrir av okkara mest sjónligu politikarum ikki aftra seg at hava almennar meiningar um tey samkyndu. Meiningar, sum ikki fjala, at hesi verða minni vird enn hin­ kynd. Tey verða koyrd í bás, sum nøkur, ið bera seg skeivt at. Hann kasti fyrsta steinin, sum metir seg vera reinan! Sum eg fleiri ferðir áður havi sagt, so meti eg avgjørt, at tey samkyndu eiga at verða vard eftir § 266 b í revsilógini, soleiðis at forboðið ímóti at ”fremsætte udtalelse eller anden meddelelse, ved hvilken en gruppe af personer trues, forhånes eller nedværdiges på grund af sin race, hud­ farve, nationale eller etniske op­rindelse eller tro”, eisini kemur at fevna um ”kyns­ligan sam­leika”. Tíverri varð uppskotið um at víðka § 266 b við stórum meiriluta felt í Løgtinginum í fjør. Í løtuni eru útlitini vánalig fyri at fáa broytt hesa lógargrein, men eg ivist ikki í, at framtíðar politikarar fara at ásanna, at tað er neyð­ ugt. Tíðin er langt síðan búgvin at bróta øll tabu kring evnið samkynd og heldur tosa opið um málið. Samkynd hava altíð og fara altíð at vera partar av okkara sam­ felag. Bert gjøgnum opin­ leika og vitan sleppa vit av við snævurskygdu for­ dømingina, og her eiga vit politikarar at ganga á odda við at siga: Eingin er minni verdur enn annar. Samkynd og hinkynd eru líka góð. Felagsnevnarin má vera, at vit eru øll menniskju. At vit eru borgarar í hesum landi. At vit øll eru javnsett, hóast vit øll bera frávik - so ella so. Og at hvør okkara sjálvur tekur ábyrgd av, hvussu vit velja at liva. Ótolsemi er eftir mínum tykki hitt fremsta teknið um veikleika, og at ein ikki stendur nóg trygt í egnari hugsjón. Tí ger ein tað, hevur ein virðing fyri, at onnur velja eitt heilt annað lív, og at tað er teirra privata val. Lat meg enda við at siga, at tað harmar meg eisini almikið, at vit frætta úr okkara egna ítróttarheimi, at háðan og niðrandi orð verða nýtt ímóti spælarum av øðrum uppruna. Óskiljandi, at slíkt kann henda ímillum sunnar og frískar ungdómar. Hetta er eitt sera ódámligt rák, sum vónandi ikki fær fasta­tøkur her á landi. Hann kasti fyrsta steinin... Jóannes Eidesgaard viðmerkingar