Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-06, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. oktober 2006síða 13

‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 193 - 6. oktober 2006 13 Tummas Sæbúð, Vestmanna, andaðist á Lands­ sjúkra­húsinum mikudagin, 81 ára gamal. Jarðar­ ferðin verðu lýst seinni. Tey, ið vilja minnast Tumm­ as, kunnu lata eina peningagávuu til Skandinavisku barnamissiónina; konta í Føroya Sparikassa. Elmar Mass Johannesen, Toftir, andaðist á Lands­ sjúkrahúsinum mikudagin 4. oktober, 73 ára gamal. Bønarhald verður á landssjúkrahúskapellinum í kvøld kl. 20. Jarðarferðin verður úr Fríðrikskirkjuni leygardagin kl. 14. Kistan við Óluvu Húsgarð, fer av Landssjúkra­ hús­inum í kvøld kl. 18.00. Jarðarferðin verður úr Havnar kirkju leygardagin kl. 14.00. Jógvan Erland Joensen, í Miðvági, fyrrverandi bóndi, andaðist á Landssjúkrahúsinum hós­ morg­­unin, 92 ára gomul. Kistan fer úr Lands­ sjúkrahúskapellinum leygarkvøldið klokkan 18 í Miðvágs kirkju Andlát og jarðarferðir Sunnudagin 8. oktober hevur Oliver Joensen verið blaðstjóri á Norðlýsinum í 30 ár út í eitt tørn. Hann hevur verið blaðstjóri uppaftur longri enn so, tí fyrrapartin av sjeyti árunum var hann uppi í blaðleiðsluni. Eftir at hann og Eigil Hentze vóru givnir, royndu unglingar seg. So lá Norðlýsið stilt í nakrar mánaðir á sumri í 1976. Í Klaksvík plagdu tey at siga, at Norðlýsið kom altíð aftur. Tað hevði tað gjørt so mangan áður, og tað gjørdi tað aftur 8. oktober hetta sama árið. Tá vóru tað aftur Eigil Hentze og Oliver Joensen, sum góvu blaðið út. Í nógv ár sat Oliver einsa­mallur við blaðnum, men hesi seinastu árini hev­ur hann havt tað saman við soninum John Willian Joensen. Í løtuni er Oliver tann redakt­ørurin í føroyska miðla­heiminum, sum hevur sitið longst í sessinum. Norð­ lýsið er familjufyritøka. Oliver hevur verið sera væl stuðlaður av konuni, Elsu, og eisini av døtrunum – Jastrid, Jacobinu og Hannu­fíu. Blaðið heldur til í kjallaranum í sethúsunum hjá Elsu og Oliver, sum eru uppi á Hædd. Hjá klaksvíkingum hoyrir tað við til rútmuna, at teir hóskvøld keypa Norðlýsið. Soleiðis hevur tað altíð verið. Tey seinnu árini hava feðgarnir spílað seg upp­aftur meiri út. Nú verður blað­ið eisini borið øllum húsar­ haldum í Norðoyggjum og í Eysturoy týskvøld. Har­ afturat hevur Norðlýsið heima­síðuna nordlysid.fo. Hon er ein tann mest vitjaða heimasíðan í Føroyum. Síðst í sjeyti árunum gav Norð­lýsið út myndablaðið Kolon. Politikkurin hjá Norð­ lýs­inum hevur altíð verið fyrst og fremst at skriva um Klaksvík og klaksvíkingar. Útgangsstøðið er subjektivt, og eingin ivast í, hvar hjart­að liggur, tá ið tað verður skrivað og lisið um kommunalpolitikk, fiskarí, Klaksvíkar Sjúkrahús og ikki minst ítrótt og serliga fótbólt. Ein av profilunum er at verja útjaðaran móti høv­ uðsstaðnum og mið­savn­ ingini, sum Norðlýsið sigur gongur av sær sjálvari, um tað ikki av øllum alvi verður hildið ímóti. Viðhvørt tykist linjan at kámast eitt vet, men so spenna teir í aftur og harvið halda teir seg verja samleikan – bæði hjá sær sjálvum og klaksvíkingum. Oliver hevur verið ótroytti­ ligur. Norðlýsið plagdi at vera burtur nógvar vikur um summarið. Eisini í summar hildu teir summarfrí, men tað tykist sum um, at steðgirnir verða styttri og styttri. Hóast hann hevur verið blaðstjóri í 30 ár út í eitt, so eru eingi tekin um, at Oliver Joensen hevur í hyggju at fara úr sessinum, sum hann trívst væl í. Tað líkar klaksvíkingum og norðoyingum væl, og teir kenna seg fáa fleiri eyka­ vinningar við, at Norðlýsið er partur av samfelagnum har norðuri. Eitt nú er manningin á Norðlýsinum nógv uppi í fyrireikingunum av sera væl umtókta sjómannadegnum, sum klaksvíkingar halda um miðjan august mánað. J Blaðstjóri í 30 ár Tøkk Hjartans tøkk veita vit tykkum mongu, ið gleddu okkum á gullbrúdleypsdegnum 25. august 2006. Takk til tykkum, ið komu at feira dagin saman við okkum, og sum hjálptu til. Ein serstøk tøkk til børn og svigarbørn, at tit gjørdu dagin so hugnaligan. Tær kærastu heilsanir Marlena og Bunyan Midjord Silvurbrúdleyp Mánadagin 23. oktober kunnu Marjun og Oddmar Berg, Runavík halda silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin leygardagin 21. oktober. Opið hús verður í Bygdarhúsinum í Leirvík, frá kl. 16 til 22, har øll eru hjartaliga vælkomin. Sunnudagin 8. oktober fyllir Martin Fjallstein seksti. Hann heldur dagin fríggjakvøldið 6. oktober í Føroyahúsinum í Keypmannahavn saman við familju og kenningum. Martin er ættaður úr Leirvík og var tann triði av fimm systkjum. Foreldur hansara vóru Mary og Esmar Fjallstein, bæði úr Leirvík. Martin vaks upp í Leirvík í tíðini beint eftir kríggið, tá útróðrarbátarnir áttu lívið í bygdini. Ein av teimum var Varvasteinur, sum pápin rak, tá Martin var so frægur, at kundi fara inn á Keiina sjálvur. Tá var bert tann gamli brimgarðurin at líta á, og neyðugt var, at bátarnir lógu uttan á hvørjum øðrum, fyri at allir kundu liggja samstundis. Egnt varð umborð og dreing­ irnir hildu seg afturat útróðrarmonnunum. Egndu tá til bar, veiddu seið, sótu niðri undir ella spældu tvørturum bátarnar. Bæði pápin og abbin, Martin Rólantsá, hildu dreinginum til. Hann var við á floti, hann sló í hoyna og hann røktaði kúnna. Annars gingu dagarnir við spæli niðri í Buð, fram við Mataránni, uppi undir Rók, uttanfyri Egg og úti á Vík. Martin hevur góðar hendur, og tað lá væl fyri at smíða og at tekna. Tá barnaskúlin var liðug­ur fór Martin at ganga í prel­im­in­ er í Fuglafirði. Har fór hann upp í skótarørsluna. Hann varð hugtikin av hesum felagsskapi og setti á stovn Skótalið Leir­ víks Páls í Leirvík. Síðani gekk leiðin til Havn­ ar á Studentaskúlan í Hoy­ dølum. Martin giftist við Betty Dalsgarð av Argjum. Tey eiga trý børn; Rúna, Fróða og Mariu. Martin varð útbúgvin lær­ari av Odense Sem­in­ ari­um í 1976. Fyrstu árini var hann lærari á Føroya Fólka­háskúla og síðani við Argja skúla. Hesi árini var Martin uppi í ymsum virk­ semi, sum til dømis blað­ stjóri á Búnaðarblaðnum og á 14. September og lim­ur í Stiftstjørnini fyri fólka­ kirkjuna. Í 1986 fluttu hann og fam­ ilj­an aftur til Danmarkar. Tey settust tey niður í Hels­ inge. Martin var lærari í fólka­­skúlanum í nøkur ár. Síð­ani var hann lærari á eft­ir­skúla til hann gjørdist leið­­ari á Føroyahúsinum í Keypmannahavn í 1995. Mart­ in hevur lagt nógva orku í at gera húsið so liv­andi og virki sum gjørligt innanfyri teir tøku fíggjarligu karmarnar. Martin er sera áhugaður í søgu og siðsøgu. Hann hevur lagt nógva tíð í at savna tilfar um Leirvíkar bygd tey seinastu stórthundrað árini. Dugir væl at sita undir orðinum og at festa tær góðu søgurnar á blað. Nógvir tímar eru eisini tiknir upp á band. Hann hevur greitt frá summum av hesum í fleiri greinum í føroysku bløðunum. Tað hevði verið hugaligt, um Martin fekk savnað hetta tilfarið í eina størri heild. Hjartaliga tillukku við seksti ára degnum og alt tað besta framyvir. Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu, tá kæri maður mín, pápi, verpápi og abbi okkara Kjartan Sofus Nielsen Saltangará doyði og var jarðaður. Takk til Meinhard Bjartalíð, prest fyri troystarík orð í heiminum og í kirkjuni. Takk til kirjutænarar, sangarar, og berarar. Tøkk fyri blómur, kransar, uppringingar, vitjanir og peningagávur til Glyvra kirkju. Ein serstøk tøkk til tykkum, sum hjálptu til við ervinum Tøkk til tykkum mongu, sum fylgdu honum til hansarar seinasta hvíldarstað Nanny Jón, Edvard og Nicolina v/ familju Martin Fjallstein 60 Dagarnir Dagurin eitur Amalia 7. oktober. Amalia. Teir vita um onga halgikvinnu við hesum navni, men navnið er einaferð komi í álmanakkan í staðin fyri Birgitta, ið helst er Birgitta úr Vadstena í Svøríki (1302-1373). Ein halgisøga sigur, at Pippingur (abbi Karlamagnus) vildi hava Amaliu til hjákonu, men hon vildi ikki játtast honum og gav seg í kleystur, har hon doyði í 772. Navnið er kanska gotiskt, og merkir íðin 8. oktober. Ingibjørg. Helst gamla danska navnið Ingiburgh, men eingin veit hví tað er komið í almanakkan. Navnið er av norrønum uppruna, samansett av gudanavninum Ing og Bjørg, ið kemur av sagnorðinum at bjarga.