Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-06, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. oktober 2006síða 14

‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 193 - 6. oktober 2006 – Hvussu skal Klaks­ vík mennast í fram­ tíðini? Hvussu stóran fólkavøkstur kunnu vit vænta her fram til 2025? Og kann Gerð­ ar­bøur ikki bara fáa frið? Hetta vóru nakrir av spurningunum, sum vóru tiknir fram tá boðið varð til borgarafund í ítróttarhøllini í gjárkvøldið. Spurn­ing­ ar­nir høvdu alstóran áhuga, tí eini 800 fólk møttu til fundin Borgarafundur Orð & myndir: Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Klaksvík: Tað er kaffisteðgur og tveir mans standa úti í gongini og práta um tað sum higartil er komið fram á borgarafundinum. Teir hava júst hoyrt eina ótrúliga greiða og væl frásagda framførslu um, hvussu Klaksvík kann menn­ ast tey komandi 20 árini. Fyri teir er hetta eisini eitt álvarsmál. Hetta er jú okkara heimbýur – og heimbýurin hjá børnum okkara! Og tað er veruliga eitt stórmál sum fyri er hetta kvøldið: Hvussu skal bý­urin skipast? Hvussu skal ferðslan skipast? Og eru vit yvirhøvur tilbúgvin til at 1000 fólk koma aftrat tey næstu 20 árini? Ein kaffisteðgur er góður eftir slíka framløgu. Og gott er at kunna tjakast við hini um tað, sum tey hava fingið burtur úr hesi framløguni. – 20 ár fram, segði hasin danin. Er tað ikki øgiliga leingi? Orkar nakar at hugsa so langt fram?, spyr tann eini maðurin. Hin er skjótur at svara, um hesin longu hevur gloymt, hvussu stutt tíð tað er síðani at vit skrivaðu 1986. – Noy, galø. 20 ár, tey ganga so ótrúliga skjótt. Og eg haldi tað vera gott at kommunan tekur sær um reiggj og fær nakrar visjónir fyri framtíðina. – Eg veit væl, at ein tí­lík framførsla ikki byggir nakran bý. Men bíða bara. Um nøkur ár so vænti eg, at vit fara at síggja nøkur positiv úrslit her. Bíða bara!, sigur hesin. Hin tykist at hava fingið okkurt at hugsa um. Fer út fyri dyr. Tendrar sær ein royk. – Tja, umhvørvið má ein ikki gloyma! 6000 fólk Gongst soleiðis sum met­ing­ arnar siga, so fer fólkatalið í Klaksvík at vaksa við umleið 1% tey næstu árini. Eftir hesum at døma verður fólkatalið í Klaksvík tí helst omanfyri 6000 í 2025. Tann stóri spurningurin var – og er framvegis – um býurin, fólkið og myndugleikarnir kunnu skapa fortreytirnar fyri hesi menningini. Hetta var júst eitt av endamálunum við fund­ in­um í ítróttarhøllini, har kommunan bjóðaði øllum áhug­aðum borgarum til ein kunnandi fund um, hvørjar ætlanir ið liggja fyri framman. Hóast kommunan sjálv hevur arbeitt við hesum máli og saman við danskari ráðgevingarfyritøku, er alt kortini ikki leyst og liðugt við hesum. Kommunan er greið um, at ymiskar hugsanir eru um hetta evnið í fólkinum. Og nú var so høvið hjá teimum at koma við sínum hugsanum um hetta stórmál. Hetta kundi gerast bæði við beinleiðis spurningum til umboð fyri kommununa og ráðgevingarfyritøkuna, ella við at skriva niður spurn­ ingar og viðmerkingar á ein lepa, sum varð lagdur á hvønn stól í høllini. Um bert 10% av fundar­ fólkinum skrivar sína hugsan niður, so átti kommunan at havt eitt gott útgangsstøði at arbeitt víðari við. Óhugsandi er ikki at tey verða fleiri, tí hetta er veruliga eitt mál sum fólk í býnum hava áhuga fyri. Tað prógvaðu so í øllum førum tey 800 fólkini sum luttóku á fundinum. Klaksvík: 6000 fólk um 20 ár Fólkatalið í Klaksvík verður helst omanfyri 6000 í 2025. Tann stóri spurn­ingurin er um býurin, fólkið og myndugleikarnir kunnu skapa for­ treytirnar fyri hesi menningini ” Sera stórur áhugi var fyri fundinum, tí omanfyri 800 møttu upp. Hetta vísir at fólkið fylgir við og hevur áhuga í tí sum fer fram í teirra heimbýi