Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-06, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. oktober 2006síða 15

‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 193 - 6. oktober 2006 15 tíðindi Greitt er, at tað fer at seta stór krøv til umsitingina at skapa fortreytir fyri, at málini um ein vakran, fríðan og stóran Klaksvíkar bý skulu røkkast um minni enn 20 ár. Borgarafundur Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Klaksvík: Ein partur av upplegginum á fundinum var hugsanin um at savna tey ymisku økini tætt saman, eins og gjørt verður á Borðoyarvík. Ella ein kann gera sum roynt er aðrastaðni við at samantvinna sethús­a­ øki og ídnaðarøki, hagani tað ikki larmar, luktar ella á annan hátt er til ampa fyri grannalagið. Víst varð m.a. á at tað finnast hópin av økjum í býnum sum eru væl egnað til sethús. Og skal ein ganga eftir útlitunum framyvir, so áttu at verið nóg mikið av grundøkjum í býnum í eini 60 ár aftrat. Spurningurin í dag er um, hvar fólk vilja búgva. Um tey ikki sjálvi vilja hava eitt orð at siga um, á hvørjum staði tey ynskja at seta búgv. Onkur vil kanska búgva inni í sjálvum býnum, meðan onkrum øðrum dámar betri at búgva uttanfyri býin. Í ætlanini fyri býar­ menningina eru viðurskiftini hjá børnunum og teimum ungu eisini ein natúrligur partur. Her varð m.a. víst á, at ein fer at halda fast við verandi skúlaøki, og tí er líkt til at ætlanin um ein skúla Undir Fossum er dottið niðurfyri. - Um vit ynskja at býta býin upp í slík øki ella vit menna býin á annan hátt, so er kortini eitt greitt: Tað kemur at ávirka tann einstaka borgaran so ella so, varð sagt. Ferðslan má við Í framløgu sínari vísti Henrik Dorn-Jensen frá ráðgevandi fyritøkuni Rambøll Nyvig á endamálið við eini slíkari planlegging. Í fyrsta umfari hava tey hugt eftir og skrásett, hvussu býurin og hinar bygdirnar í kommununi síggja út. Hvar sethúsini standa, ídnaðar­ økini, handlarnir, skúlarnir og aðrir bygningar. Somuleiðis er skrásett hvørji øki eru tøk og hvat endamál tey kunnu nýtast til í framtíðini. Eitt annað endamál við einum slíkum arbeiði var at seta øki av til tey ávísu endamálini, - at ein snøgt sagt longu nú kann síggja fyri sær, hvussu menningin av vinnulívi, búseting, ferðslu og øðrum fer at verða í 2025. Triðja endamálið við framløguni var at tryggja eina semju og samsvar mill­um býarætlanina og ta ætlanina sum er løgd, fyri at fáa ferðsluna at ganga sum best í og úr býnum og ikki minst inni í sjálvum býnum. Mett varð eisini, at stór øking fer at verða í ym­iskum tænastuveitingum í framtíðini, bæði tá talan er um hotell, verkstøð, skriv­ stovur og almenn endamál. Tann stóri spurningurin er allatíðina, um fólk eru til reiðar at føra býin fram til tey settu málini. Bøur og flúgving Hetta eru so teir meiri tekn­ isku partarnir av ætlanini. Fólkið hevur sum vera man eisini sína hugsan um hetta. Fundarfólkið setti fram nógvar spurningar, m.a. um ferðsluna í býnum og hvussu óskilið við illa parkeraðum bilum skal loysast í framtíðini. Ein fundarluttakari helt seg vita, at trupult verður at koma oman til ætlaðu Marghøllina í miðbýnum. – Sovítt eg veit, so eigur kommunan ikki oman­koyringarnar til handilsdepilin, men Føroya Bjór og Betesda. – Hvussu ætlaði kommunan at loysa henda trupulleikan. Teir ætla kanska at fólkið skal flúgva ella sigla hagar, um tey skuldu onkur ørindi í handilsdeplinum?!, spurdi maðurin. Ein annar spurningur var um Gerðarbø, sum ætlanin er at leggja út m.a. til ein stóran handilsbygning. Hetta hevur fólki ikki dámt serliga væl, og á fundinum kom henda misnøgdin eisini fram. Í fyrsta lagi varð víst á, at hetta er ein sera vakur og prýðiligur bøur. Haraftrat er hetta eitt stað har tað er rættiliga vindhart. Spurn­ ingurin er tí, um hetta er eitt so gott stað til ein bygning við slíkum endamáli. Fundurin byrjaði kl. 19 og endaði fyrst, tá klokkan var farin av 22. Fólk vóru sum heild fegin um fundin. Nú er so upp til komm­ununa saman við borgarunum at finna fram til, hvussu heimbýurin kanska kann gerast ein heimsbýur í framtíðini. Frá heimbýi til heimsbý - Neyðugt er at samsvar er millum býarætlanina og ætlanina fyri, hvussu ferðslan skal skipast í framtíðini, sigur Henrik Dorn-Jensen - Skal býurin vaksa við 1% um árið og til 6000 fólk í 2025 er neyðugt at góðar umstøður eru til tey, sum ætla at búseta seg her ella flyta higar, sigur Trine Bunton frá ráðgevingarfyritøkuni Rambøll Nyvig Teir tosa um býarplanin. Gott er at hava ein skilamann at siga sína hugsan og ein annan skilamann at svara uppá spurningarnar - Neyðugt er at skapa fortreytir fyri eini menning av Klaksvík. Hvussu skulu vit annars menna býin?, spurdi Henrik Dorn-Jensen frá ráðgevingarfyritøkuni Rambøll Nyvig