Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-06, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. oktober 2006síða 16

‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 193 - 6. oktober 2006 tíðindi Stovnararnir á før­ oysku dating síðuni Faroedating halda seg ikki gera mismun á teimum samkyndu. – Vit hava ikki bert strikað vangamyndina hjá tí persóninum, ið kallaði seg “Sam­ kyndur”. Vit hava strika allar vanga­ myndir, ið hava kyns­liga orienteraði dulnøvn, sigur Dánjal Vester­gaard Dating Ella Larsen ella@sosialurin.fo Í seinastuni hevur nógv verið frammi í føroysku miðlunum, um at tey samkyndu ikki eru vælkomin á føroysku dating síðuni Faroedating. Hetta komst av, at ein vangamynd hjá einum brúkara ið kallaði seg “Samkyndur” var vorðin strikað. Stovnararnir av síðuni kenna seg misskiltar, tí teir halda seg ikki gera mismun á einum minnilutabólki. – Vit hava ikki bert strik­ að vangamyndina hjá tí per­sóninum, ið kallaði seg “Samkyndur”. Vit hava strika allar vangamyndir, ið hava kynsliga orienteraði dulnevni, sigur Dánjal Vest­er­ gaard, ein av teimum trimum stovnarunum av síðuni. – Vit vilja ikki hava kyns­ liga orienteraði dulnevni á síðuni, tí hetta er ein almenn síða, har vit fegin vilja, at øll skulu kenna seg væl, greiðir Dánjal Vestergaard frá. – Tí vilja vit ikki hava dul­nevni, sum vitjandi á síð­uni kunnu kenna seg pro­vokeraði av. Eg sigi ikki at orðið samkyndur er provokerandi, men vit hava gjørt av, at eingi kynslig dul­ nevni eru loyvd, sigur Dánjal Vestergaard. Síðan loyvir heldur ikki dulnevni, sum eru átrún­ aðar­spottandi ella rasu­ spott­andi. Samstundis vera provokerandi tekstir á vangamyndini strikaðir, og myndir av naknum fólki ella kynsligar myndir verða ikki loyvdar. Einki er broytt – Síðan hetta hevur verið frammi í fjølmiðlunum hava vit fingið teldupost frá samkyndum, sum spyrja, um tey ikki longur kunna brúka síðuna. Tað eru vit øðiliga kedd um, sjálvandi skulu tey eisini kunna koma á síðuna hjá okkum, sigur Dánjal Vestergaard. – Vit hava alla tíðina sagt, at tey samkyndu eru vælkomin á síðuni. Tá man upprættar eina vangamynd á Faroedating, kann man velja at skriva kvinna søkir kvinnu ella maður søkir mann, bæði til vinalag og til romantik. – Tað hevur man alla tíðina kunna gjørt. Søkifunktiónin er ikki broytt, greiðir Dánjal Vestergaard frá. – Brúkararnir kunnu skriva hvat tey vilja í vangamyndini, hóast hetta framvegis skal vera innan fyri ávís mørk, sigur Bárður Bærentsen, ein annar av stovnarunum av síðuni. Treytirnar fyri limaskapi, sum vera lýstar á síðuni siga, at Faroedating hevur rætt til at strika limir, um innihaldið til dømis er ósømiligt, ger mismun, er hóttandi ella er kynsliga orienteraði. Ymiskar meiningar Tað vóru tríggir menn sum stovnaðu Faroedating, og sum eiga síðuna saman. – Vit eru tríggir persónar og hava allir hvør sína mein­ing, so vit hava ikki verið samdir um hesar spurningarnir. Men vit eru samdir um, at vit skulu hava reglar fyri dulnevnunum, soleiðis at øll kunnu kenna seg væl inni á síðuni, sigur Dánjal Vestergaard. Samkynd vælkomin á Faroedating Samstundis sum svimjihøllin verður víðka víðkast, hevur Torkil Mørkøre tikið við sum leiðari av hesi – Eg ynski at skipa fleiri aktivitetir í høll­ ini, soleiðis at talið at vitjandi verður størri, sigur nýsetti leiðarin Svimjing Orð & mynd: Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Klaksvík: Svimjihøllin er rættiliga væl umtókt millum klaksvíkingar. Hagtølini vísa, at eini 170 fólk vitja her hvønn dag, tá skúlabørnini eru tald við. Men ynskið hjá nýggja leiðaranum er, at hetta talið skal vaksa nógv í framtíðini. – Vit skuldu helst komið uppá eini 300 vitjanir um dagin, sigur hann. Hann tók við hesum starvinum 1. oktober, eftir at hava starvast sum lívbjargari í svimjihøllini í nøkur ár. Longur opið Í løtuni stendur svimjihøllin fyri eini stórari um- og út­ bygging. Tá henda verður lið­ ug fáa tey vitjandi munandi betri umstøður at stuttleika sær í. Ætlanin er at skipa tann nýggja partin soleiðis, at hann fer at líkna meiri einum baðilandi. Hetta er so bert ein partur av teim ætlanum, sum liggja fyri framman. Torkil hevur nevniliga ætl­ anir um at skipa fyri ymiskum tiltøkum í og rundan um hylarnar í høllini. Ein ætlan í so máta er at skipa fyri til dømis familjudøgum og at bjóða til vatn-aerobic, sum er vælumtókt úti í heimi. – Tað at svimja skal sjálvandi vera eitt njótilsi. Men hví ikki gera hetta til eina sosiala uppliving eisini? – Tí ynski eg, at vit somu­ leiðis fáa sett upp borð og stólar. So kunnu tey vitjandi seta seg niður at práta eina løtu, meðan tey njóta ein kaffimunn, sigur Torkil. Í dag hava skúlarnir fingið heystfrí, og tí er ætlanin at hava høllina opna longri í komandi viku. Í hesum viðfangi verður høllin opin frá kl. 7 til 10 um morgunin og aftur frá kl. 15 til 20 frá týsdegi, eins og boðað er frá í lýsing í dagsins blaði. Óhugsandi er kortini ikki at hildið verður fram við hesum einaferð seinni. – Haraftrat hækka vit hitan í hyljunum nakað í komandi viku. So her skuldi verið gjørligt hjá bæði børnum og vaksnum at fingið eina góða uppliving í svimjihøllini, sigur nýsetti leiðarin. Sambært Degi og viku er Jenis av Rana meldaður til løgregluna fyri ikki at hava hildið tagn­ ar­skylduna sum kommunulækni, og at ikki at hava frá­ boðað barna­vernd­ ini um eitt mál um kynsliga misnýstlu av eini gentu MELDAÐUR Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Í Dagur og viku í gjár kom fram, at Jenis av Rana – komm­unulækni og løg­ tings­limur – er meldaður til løgregluna. Hetta tí, at hann sum kommunulækni ikki hevði yvirhildið tagnar­ skylduna og at hann ikki hevði fráboðað eitt mál um kynsliga misnýstlu av eini gentu. Sambært Dagur og viku skal hetta hava hent, tá ein genta var til viðtalu hjá Jen­is av Rana. Har greiddi hon honum frá, at hon varð vorðin kynsliga misnýtt av pápa sínum. Tá gentan var undir 18 ár hevur Jenis av Rana, sambært barna­vernd­ar­lóg­ ini, skyldu at boða frá til barnaverndina, men tað gjørdi hann ikki. Í staðin spurdi hann gent­ una, um hann ikki skuldi tosa við faðirin um hetta, men tað vildi gentan ikki hava. Dagur og vika visti eisini at siga, at Jenis av Rana sjálvur onki kendi til, at hann varð meldaður til løg­ regluna. Tað kundi Jenis av Rana leggja hondina á hjarta á. Men Jenis er meldaður og fyrstu avhoyringarnar hava longu verið í málinum. Hetta visti sjónvarpið, eis­ ini hóast løgreglan hvørki vildi váttað ella avsannað tað. Koma til sættis í samkomuni Sambært sjónvarpinum var øll familjan hjá gentuni virk­ in í eini samkomu í Havn, og har skuldu tey saman við Jenis hava roynt at koma til sættis innanhýsis í samkomuni. Tá hetta miseydnaðist varð alt málið meldað til løg­ regluna. Málið er rættiliga umfatandi og kanningarnar, sum løgreglan ger av Jenis av Rana, eru bert ein partur av málinum, har pápin at gent­uni er meldaður til løg­ regluna fyri at hava misnýtt gentuna kynsliga. Jenis meldaður til løgregluna Fleiri skulu í hylin Torkil Mørkøre hevur nógvar ætlanir fyri at menna svimjihøllina – og fyri at fáa enn fleiri fólk at vitja her