fríggjadagur 6. oktober 2006síða 17
‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 193 - 6. oktober 2006
17
17
vikuskifti
SAMBAND
jan müller
jan@sosialurin.fo
tlf 341800
Petur Skeel Jacobsen, veðurmaður:
Hitin setti met
í september mánað
Í morgin, leygardagin, verður lítil vindur.
Yvirhøvur turt og sólglottar. Sunnudagin
veksur hann vindin av landsynningi,
seinnapartin upp í hvassan vind. Sum frá
líðir fer at regna, og tað verður mjørki
í støðum. Hitin millum 10 og 13 stig.
Mánadagin verður eisini upp í hvassan
vind av útsynningi og ælaveður, men tó
onkur sólglotti. Hitin verður millum 7 og
10 stig. Týsdagin og mikudagin sær út
til at blíva frægari veður. Mest sunnan í
ættina og yvirhøvur turt og sólglottar, men
mjørkaflókar. Hitin millum 8 og 12 stig.
Vit kunnu leggja afturat, at hitin setti
met í september mánað í ár. Miðalhitin
bleiv 11,6 stig, og tað er tað heitasta, ið
nakrantíð hevur verið mált í september
mánað, í øllum førum síðani 1875. Í 1939
og 1941 var miðalhitin 11,3 stig, og hetta
er tað mesta, sum er mált áður.
Skúlagarðurin skal
geva næmingunum
listarligan íblástur, og tí
hevur Norðskála-Oyrar
skúli fingið eina skurð
mynd inn á skúlaplássið
LIST
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Skúlagarðurin uttan fyri
Norðskála-Oyrar Skúla er
fullur av lívi og virksemi. Á
heimasíðuni hjá skúlanum
stendur at lesa, at skúlagarðurin
er lykilin til eitt skúlalív við
rørslu og spæli.
Nógv er gjørt fyri at fáa ein
so góðan skúlagarð sum gjørligt,
og børnini eru veruliga glað fyri
hann. Tey spæla har tíðliga sum
seint, og tað hava tey alla orsøk
til.
Við klatriveggi, reiggjum,
graslíkisvølli og øðrum við
flýgur tíðin avstað.
Men tað er ikki bara spæl í
garðinum. Á heimasíðu skúlans
stendur, at skúlagarðurin eisini
skal geva børnunum listarligan
íblástur, og tí stendur nú ein
skurðmynd úr rekaviði og prýðir
skúlagarðin.
- Skúlaplássið verður so nógv
brúkt, at eg fái ikki roknað tað í
tímum. Tí er tað týdningarmikið,
hvat tað er, sum er í garðinum,
og tí hava vit so fingið hesa
skurðmyndina inn í garðin, sigur
Óla Jákup Joensen, leiðari við
Norðskála-Oyrar Skúla.
Skurðmyndina hevur Tønnes
Mikkelsen gjørt, sum starvast
á skúlanum og ætlanin er, at
børnini kunnu fylgja arbeiðinum
hjá Tønnes við skurðmyndini.
Norðskála-Oyrar Skúli
ger annars nógv við list í
skúladegnum. Allir næmingarnir
hava ein tíma tónleik um
vikuna, og aftrat tí hava tey
so lærugreinina handaverk og
list. Í fyrsta flokki hava tey tað
ein tíma um vikuna, í ørðum
flokki tveir tímar og frá triðja til
sjeynda flokk hava tey fýra tímar
handaverk og list um vikuna.
Hetta eru tey ógvuliga glað um
á skúlanum, tí soleiðis vera teir
bókliga veiku næmingarnir ikki
við sviðusoð.
List í skúlagarðinum