fríggjadagur 6. oktober 2006síða 18
‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 193 - 6. oktober 2006
18 vikuskifti
- Vit kundu ikki hyggja í eitt
tónleikablað í Týsklandi
uttan, at ein lýsing, eitt
ummæli ella ein samrøða
við okkum var prentað
har, greiður Heri Joensen
gittarleikari og sangari í Týr
frá.
Tónleikur
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
- Tá eg legði meg í koyggjuna í tour-
bussinum fyrsta kvøldið, hugsaði eg
“Nú hevur tú klára tað!”, greiður Heri
Joensen sangari og gittarleikari í Týr
frá, um kenslurnar, ið bilgjast innan í
bróstinum, nú dreymurin um at kunna
liva av at spæla egnan tónleik, tykist at
vera veruleiki.
Týr hevur júst ferðast kring Evropa
saman við fleiri øðrum bólkum, á
síni fyrstu størri konsertferð, og við
hesum hevur Týr gjørt lopið frá at vera
heimskendur í Føroyum og stjørna
á føroysku festivalunum, til at vera
ein bólkur, ið ferðast á evropeiska
tónleikapallinum.
- Hetta er eitt gevaldigt lop fyri
okkum, sigur Heri.
Góð booking
Hann gleðist um stóra arbeiðið, sum
bookingfelagið hjá teimum hevur gjørt.
Longu nú er greitt, at vit spæla á fýra
stórum festivalum komandi summar.
- Ikki alt er alment enn, men vit
spæla so á Wacken (heimsins størsta
tungmálmsfestivali) og á størsta
heidningafestivalinum, ið eitur
Ragnarok, greiður Heri frá.
- Og so sjálvandi eisini tann
konsertferðin, ið vit júst hava verið á
og tann, ið vit fara á í november.
Á hesi konsertferðini hevur Týr
spælt saman við finska bólkinum
Let Me Dream og týsku bólkunum
Apokalyptischen Reiter og Hämatom
í Pólandi, Eysturríki og Sveis. Men
flestu konsertirnar hava verið í
Týsklandi.
Greiður málbólkur
- Vit spældu í klubbum og
konserthøllum, sum tóku millum
400-800 áskoðarar. Í miðal mundu
eini 500 fólk vera á konsert hvørt
kvøldið. Í Týsklandi er ein ordiligur
ídnaður, ið fæst við tann harða rokkin.
Tá vit spæla eitt nú í Føroyum, so
er eitt sindur blandað, hvør kemur
á konsertirnar hjá okkum. Men í
Týsklandi var bert eitt slag av fólki. Øll
vóru í svørtum klæðum við ketum og
píkum, og so vóru tey øll ung, í mesta
lagi 35 ár, hetta er ein nógv meira
greiður málbólkur, sigur Heri.
Á hesi konsertferðini hevur Týr spælt
næst á spæliskránni, og sostatt hava
tað ikki verið Týr fjepparar, ið hava
verið bróðurparturin av áskoðarunum
á konsertunum. Men Heri sigur, at
hvørt kvøld varð hann yvirraskaður av
móttøkuni. Fólk hava sungið við, og
duga fleiri av sangunum, serliga Hail
To The Hammer og Regin Smið hava
fólk kent.
Hava lært seg úttaluna
- Vit hava eisini uppliva nokkso fitt
av fólki, sum er komið fyri at hoyra
okkum, og onkur er enntá komin langa
leið fyri at hoyra okkum. T.d. nakrir
hollendarar. Teir hava verið til fleiri
konsertir, og á konsertini mikukvøldið
á The Rock vóru teir aftur har. Teir
hava lært seg fleiri sangir hjá okkum,
enntá føroysku úttaluna, so tað ljóðar
nokkso stuttligt, sigur Heri.
Við at Týr spælir allar hesar konsertir,
hevur ein stór áskoðarafjøld nú hoyrt,
hvør Týr er. Hetta er sjálvandi eisini
við til, at gera bólkin til eitt kent
navn í tí partinum av Evropa. Men
plátufelagið ger eisini sítt fyri at
promovera Týr.
- Tað sær út sum um vit eru eitt sindur
kendir! Vit kundu ikki hyggja í eitt
tónleikablað í Týsklandi uttan, at ein
lýsing, eitt ummæli ella ein samrøða
við okkum var prentað har, greiður
Heri frá. Hetta tykist at prógva, at
valið at fara til Napalm Records at
gera sáttmála var rætt fyri Týr. Hetta
ivast Heri heldur ikki í. Vit fingu ein
góðan sáttmála, sum í roynd og veru
er betri enn sáttmálin hjá nógvum
øðrum bólkum, samanbera vit við teir
bólkarnar, sum vit hava ferðast við nú,
so er okkara sáttmáli betri. Vit hava
eina kenslu av, at plátufelagið trýr á
okkum.
Ein marra at ferðast eystanfyri
Júst farna konsertferðin hevur gingið
væl, teir eru vorðnir væl við bólkarnar,
ið teir hava ferðast við, og konsertirnar
hava flest allar gingið væl. Ætlanin var
upprunaliga, at ferðin skuldi fara til
Slovenia, men hetta varð av ongum, tí
spælistaðið ikki kundi lúka tøkniligu
krøvini hjá høvuðsorkestrinum.
- Hetta er ein trupulleiki eystanfyri.
Tøkniliga er støðið øgiliga lágt. Vit
spældu eina konsert í Póllandi, og tað
var stuttligt at spæla fyri fólkinum har,
tí tey vóru øgiliga glað fyri, at vit vóru
komin at spæla fyri teimum. Men tað
er ein marra at ferðast har og hopleyst
at samskifta við fólk, greiður Heri frá.
Komandi konsertferð, ið verður í
November er saman við Amon Amarth,
ið er størsta navnið í heiminum
innan víkingamálm, teir eru á øllum
forsíðunum í Týsklandi og hava júst
givið eina nýggja fløgu út. Hetta er
heilt sami málbólkur, sum hjá Týr,
so har er møguleiki at vinna nógvar
fjepparar.
- Vit eru spentir til komandi
konsertferð. Hon fer til nógv fleiri
lond og spælistøðini eru munandi
størri. Í miðal rúma tey eini 1000
fólkum, og eftirsum vit hava júst sama
málbólk sum Amon Amarth, so hava
vit møguleika fyri at vísa, hvør er besti
víkingamálmsbólkur í heiminum, sigur
Heri at enda.
Tað sær út sum um vit
eru eitt sindur kendir