fríggjadagur 6. oktober 2006síða 19
‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 193 - 6. oktober 2006
19
Ummæli
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Týr er júst komin aftur av
konsertferð í Týsklandi,
Pólandi, Eysturríki og Sveis
saman við við finska bólkinum
Let Me Dream og týsku
bólkunum Apokalyptischen
Reiter og Hämatom. Síðsta
konsertin í hesum umfarinum
var útgávukonsert í The Rock
í Keypmannahavn. Einum
ordiligum rokkklubba, ið ber brá
av, at hølini áður hava verið gegl.
Tá vit nærkaðust The Rock
stóðu yvir 100 fólk í bíðirøð
uttan fyri klubban. Ikki heilt
galið fyri eitt mikukvøld. Nakrir
føroyingar vóru ímillum tey,
men størsti parturin var ungir
langhærdir danir í svørtum
klæðum - veruligir tungmálms
áskoðarar. Týr er spakuliga við
at gerast eitt kent navn í hesum
umhvørvi.
Keðilig upphiting
Tað vóru tveir upphitingarbólkar
hetta kvøldið. Ein spælimans
bólkur, Gny, ið spældi norður
lendskan miðalaldartónleik.
Hvat hesin bólkur gjørdi á eini
tungmálmskonsert var trupult
at skilja, og tá tey heldur ikki
vóru serliga spennandi, hevði
henda ífylla verið betur óhoyrd.
Hæddarpunktið hjá Gny var
vísan Ravnen, ið Sorten Muld
gjørdi kendan í 90’árunum. Hesa
løtuna var fólki væl við tó uttan,
at útgávan gjørdist nær námynd
so góð, sum tann hjá Sorten
Muld. Hvørki songkvinnan ella
kórsongkvinnan í Gny vóru
serliga sannførandi, og floytu
og lútleikarin minti mest um
trubadurin í Monthy Pythonsa
Holy Grail filmi, tó uttan at vera
skemtiligur.
Hin upphitingarbólkurin
var Holmgang, ið spældi sína
útgávu av heidnum deysðsmálmi
sungnum á donskum. Hvørki
melodiskt, rútmiskt ella í
riffunum var hetta serliga
áhugavert. Gamaní bólkurin
larmaði illa, men tað var bert
í støðum, at larmurin var nóg
skipaður, til at hetta gjørdist
meira enn ein larmut suppa. Tey
rútmiski og melodisku pettini,
ið hoyrdust burtur úr suppuni,
vóru heldur ikki spennandi.
Fyri at taka saman um, so var
upphiting 2 tímar av bíðitíð, ið
vit væl kundu havt livað uttan,
ja faktiskt, sum vit fegin høvdu
vilja sloppið at liva uttan.
De har brynje på!
Tað var tí ein lætti, tá Týr fór á
pall. Hóast mikukvøld var og
klokkan var farin av 23, so var
enn nógv fólk í hølunum, og hesi
savnaðust framman fyri pallin.
Tá teppið fór frá, hoyrdi eg ein
ungan dana aftanfyri meg rópa:
- Ej, mand! De har brynje
på! De har brynje på! Ej, hvor
gennemført! Tað næsta, eg sá,
var, at hann og vinmenninir
runnu framvið mær og fram
til pallin, har teir hoppaðu og
dansaðu restina av kvøldinum.
Ja, Týr eru gjøgnumførdir.
At bólkurin eisini við tíðini er
vorðin ein eind, ið bara rokkar
teg um koll, ger ikki upplivingina
minnið góða. Visuelt fungeraði
væl hjá Týr. Heri og Gunnar í
svørtum t-troyggjum og brynju,
Terji við berum tatoveraðum
yvirkroppi og allir tríggir
við longum flaksandi hári,
útstrálingin var tungmálmur,
Kári somuleiðis svarklæddur
og við rakaðum høvdi handan
trummurnar, sendi somu signalir.
Hetta er ein gjøgnumførdur
víkingamálmsbólkur og á onkran
hátt riggar tað bara. Lukkutíð
hevur Gunnar lagt av at brúka
sínar litføgru og víðu búnar,
ið veruliga ikki vóru serliga
rock’n’roll. Her sá hann munandi
betur út í brynju.
Føroyski Angus Yóung
Gunnar hevur við tíðini fingið ein
leiklut, ið mest minnur um tann
hjá Angus Young í AC/DC, hann
rennur runt á pallinum og fær
lív í fjøldina, og hevur alstóran
týdning fyri evnini hjá bólkinum
at koma út um pallkantin.
Mikukvøldið var einki undantak,
Gunnar hevði fólki, ið sínum
lógva og var í veruleikanum eitt
slag av visuellum oddamanni á
pallinum.
Bólkurin hevur seinasta
mánaðin spælt 27 konsertir og er
tí sera væl samanspældur, tað var
kínt fyri detaljunum, og serliga
fyrsti hálvi tímin tyktist væl
lagdur til rættis. Skiftini millum
løgini og kvæða- og vísupettini
sótu ótrúliga væl, og tú hevði eina
kenslu av, at hetta var úrslit av
dugnasemi og professionalismu..
Góður sangari
Heri er nógv mentur sum sangari
og frá, at vokalurin í nøkur ár
hevur verið veiki liðurin í Týr,
er hann nú sera góður. Hóast
konsertferðin hevur verið strævin
hoyrist hetta ikki á røddini.
Týr spældu í yvir hálvan
annan tíma, og varð hetta ein
ferð gjøgnum báðar tær fyrru
fløgurnar, kryddað við løgum
av nýggju fløguni. Serliga sterk
vóru løgini The Edge, Dreams,
How Far To Asgaard umframt
endalagið Ramund Hin Unge, ið
veruliga fekk danska partin av
áskoðarunum á kók. Løgini Wild
Rover og Hail To The Hammer
fingu fjøldina til at syngja við,
og skaptu stórt nøgdsemið.
millum áskoðararnar. Í lagnum
Sand In The Wind, ið er eitt av
bestu løgunum hjá Týr, sóust
einastu tekini um, at Heri kanska
var móður. Hann megnaði ikki
at geva lagnum tí melodisku
dýpdina, ið tað vanliga hevur.
Tó spældi bólkurin væl í hesum
lagnum.
Spældu uppum
umstøðurnar
Tøkniliga vóru stórir trupulleikar
í The Rock. Longu meðan fyrsti
bólkurin spældi, fóru hátalarnir
í tí einu síðuni av pallinum, og
hesir skróðaðu illa undir allari
Týr konsertini. Hetta órógvaði
ljóðmyndina í útvið helvtini av
konserthølunum. Fleiri ferð sló
hesin hátalari eisini út. Men á
onkran hátt megnaði bólkurin
at spæla uppum hesar umstøður,
og megnaði at halda flestu
áskoðararnar í salinum inntil
klokkan nærkaðist eitt.
Syngið-við-eykaløg
Eftir Ramund Hin Unge fór
bólkurin av pallinum, men
áskoðararnir vóru ikki mettir,
og tá eykalagið Ormurin Langi
rungaði út í salin, hoyrdust
føroysku áskoðararnir aftur.
Samstundis sum lagið fyri
føroyingarnar gjørdist stóri syngi-
við-slagarin, so vísti tað tó eisini
hvussu nógv Týr eru mentir, frá
hesi simplu rokkútgávuni av
einum kvæði til víkingamálmin,
ið teir spæla nú. Í øðrum og
síðsta eykalagi fingu øll høvið
at syngja við, tá Týr tulkaðu
metallica útgávuna, av Thin
Lizzy útgávuni av siðbundna
fólkalagnum Whiskey In The Jar.
Ein festligur endi á eini góðari
konsert.
Vert at bíða eftir
Tá Týr endiliga fór á pallin stutt eftir kl. 23 mikukvøldið,
streymaði fólkið inn aftur í hølini, og konsertin
gjørdist somikið góð, at teir báðir tímarnir við ringum
upphitingarbólkum, næstan vórðu gloymdir.
vikuskifti