Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-06, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. oktober 2006síða 20

‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 193 - 6. oktober 2006 20 vikuskifti Upplivilsi Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tá ið 11 ára gamli Ólavur Fjørdal á Tvøroyri verður spurdur, hvat hann skal verða, tá ið hann verður stórur, ivast hann ikki. Hann skal vera sjómaður í lang­ farasigling. Og í summar fekk ein ein forsmakk upp á, hvussu tað lívið er. Tí í summar fekk hann eitt upplisvilsi av teimum heilt stóru hjá einum 11 ára gomlum ribbaldi. Tá slapp hann nevniliga upp á langfart við pápa sínum út í stóru verð. Og skipið, teir sigldu við, var ikki hvat sum helst skip, tí tað onki minni enn heimsins størsta bingjuskip. Pápi Ólav eitur Bjarki Fjørdal og hann er hovmeistari við Gretu Maersk, sum var heimsins størsta bingjuskip - til seint í summar, tá ið Emma Maersk varð tikin í brúk. Og Bjarki veit longu nú, at hann ætlar sær at vera kokkur við einum skipi sum hesum. Umframt Bjarka, eru tríggir aðrir føroyingar við. Thorvald Hansen úr Klaksvík er skipari, Marner Suni Olsen úr Lorvík er yvirstýrimaður og Pauli Bo Petersen úr Sørvági er fyrstistýrimaður. - Tað var eitt upplivilsi fyri lívið og tað er nakað, eg hevði viljað sloppið einaferð afturat, sigur Ólavur. Bjarki sigur, at Maersk hevur eina skipan, sum ger, at tað ber til hjá manningini at taka húski við at sigla. Teir kunnu hava húskið við í tvær ferðir tríggjar mánaðir um árið og tað merkir, at skuldi tað verið, kunnu hjúnarfelagi og børn vera við alla tíðina, tí teir eru ikki longur burtur enn tað sama. - Hetta er ein skipan, sum vit eru serstakliga fegin um, sigur hann. Í hesum sambandi fóru kona hansara, Ingibjørg, og Ólavur við út í verðina í summar. Keddi seg ikki eina løtu Tey fóru umborð í Rotterdam 10. juli og fóru í land aftur í Singapore 8. august og flugu heim haðani. Úr Rotterdam gekk leiðin fyrst til Bremenhafen, síðani til Gøteborg og Århuus, síðani aftur til Bremenhafen og so suðureftir, fyrst til suðurspanska havnabýin Algeciras og so eystureftir ígjøgnum Zues veitina, heilt til Singapore. Úr Singapore flugu tey heim­aftur, fyrst í tveir tímar til Bankok og síðani í heilar 12 tímar til Keypmannahavn, áðrenn tey settust í Føroyaflúgvaran og flugu teir seinastu tveir tímarnar heim. Fýra heilar vikur umborð á einum bingjuskipi ljóðar ómetaliga keðiligt. Men so var als ikki! - Tað var ótrúliga stuttligt at vera umborð og eg keddi meg ikki eina einastu løtu, sigur Ólavur. Hann sigur, at hann slapp at royna alt møguligt og manningin var eisini ógvuliga fitt at taka hann við, hvørja ferð, tað var okkurt serligt á vási. Allir mennir skiltu ikki føroyskt ella danskt, tí fleiri filipinarar vóru eisini við, men so var bara at royna seg á enskum og tað gekk upp á stás. Og var heilt galið, hevði hann sítt egna “Play Station” við og sjónvarp var sjálvandi á kamarinum. Og hóast talan er um bingju­ skip, eru tað ikki bara bingjur umborð. Tey hava eisini teldu­ kafé, svimjihyl, venjingarhøll við rennibandi, fótbóltsspæli og nógvari aðrari útgerð og so hava tey eisini eina velduga grill, har tey stoktu búffar, tikararækjur og aðrar góðar bitar. Hóast skipið er fult av bingjum, er gott pláss á dekkinum so tey kundu eisini spáka sær ein túr og tað gjørdu tey ofta. Og at fara ein túr aftur og fram á skipi sum Gretu Maersk, er ein heilt fittur túrur, tí tað er næstan ¾ kilometur. Tað lá eisini væl fyri at sóla sær, tí bara aftanfyri brúnna var sum ein hálvur fótbóltsvøllur. Og skuldi tað verið, varð eisini gott pláss uppi á brúgvatakinum, ella á “Monkey Island” sum sjófólk kalla tað. Brúgvatakið verður vanliga kallað “Monkey Island” ella “Apu-Oyggin”, tí fyrr var vanligt, at apurnar umborð-altso dekkararnir- vórðu sendir upp har at halda útkikk. Men vóru útlit til, at Ólavur skuldi keða seg, dugdi mann­ ingin altíð at finna uppá okkurt at gera. - Vit spældu nógv við teldurnar og vit kundu svimja og brúka venjingarhøllina. Men eitt hæddarpunkt á ferðini var, tá ið teir fóru at royna “MOB-bátin” MOB er enskt og stendur fyri “Man Over Board” og tað er sostatt ein bátur, sum verður brúktur at seta út, skuldi tann vanlukka hend, at onkur fer fyri borð. - Vit sigldu runt í MOB bátin­ um og eg slapp eisini at stýra honum. Eitt, sum hann heldur vera løgið, eru apurnar, sum Gibraltar og Algeciras eru tiltikin fyri. - Apurnar gingu ímillum húsini Ein summarferia eg Tá ið 11 ára gamli tvøradrongurin, Ólavur Fjørdal, fór aftur í skúla eftir summarferiuna, var tað við einum heilt serligum upplivilsi í førninginum. Tað mesta av feriuni hevði hann verið á langferð við pápanum við onki minni enn heimsins størsta bingjuskipi. Eitt tað mest spennandi var tá ið teir skuldu ígjøgnum Malakkafjørð, tí tá máttu teir tryggja skipið ímóti sjórænarum Tann eina dagin, teir lógu í Algeciras, fóru teir at royna MOB bátin og tá sleptu teir Ólavi upp á tað velduga kúlsustevni á Gretu Maersk. Her fæst ein hóming av, hvussu veldugt skipið er Ólavur slapp eisini at hjálpa pápanum í galluni. Her brýtur hann egg í ein bolla, tí nú skal bakast Umborð á einum veldugum skipi sum Gretu Maersk, er alt stórt. Her situr Ólavur á einum spæli frammi á bakkanum Ì venjingarhøllini umborð er alskyns útgerð. Her spælir Ólavur borðtennis ímóti mammuni